TÓNLEIKUR
Elin Brimheim Heinesen er ein føroysk sangarinna/sangskrivari/tónaskald, væl kend í Føroyum síðani sjeytiárini. Hon ger egnan tónleik og framførir tónleikin sjálv sum einstaklingur, men hevur eisini arbeitt saman við fleiri øðrum tónlistafólkum av og á, har samstarvið við føroyska tónaskaldið/framleiðaran Kára Linderoth Jacobsen man vera tað best kenda. Tey góvu út heildarútgávuna, rópt NALJA, í 1988. Harumframt hevur Elin samstarvað við tónleikabólkin Ad Libitum, sum hon gav heildarútgávuna “Yndisløg” (Treasured Songs) út saman við í 2010.
Hóast Elin í langa tíð ikki hevði meira enn eina heildarútgávu á baki – NALJA útgávuna við fimm av tíggju løgum skrivað av henni og hini fimm av Kára – hevur hesin tónleikur verið sera væl móttikin og væl umtóktur í Føroyum og verður enn spældur nógv í føroyskum útvarpi. Ein kundi av røttum sagt, at løgini eru vorðin klassikarar.
Tíðliga í 2018 tók Elin endiliga stig til at innspæla hennara fyrstu heildarútgávu sum einstaklingur – “Handan stjørnurnar” (Beyond The Stars) bara við hennara egnu tónleiki.
Fá meira at vita her.
ÚTBÚGVING
Elin hevur universitetprógv (Cand.Mag.) í fagurfrøði og mentan og hevur eisini útbúgving í búskaparfrøði frá Copenhagen Business School, eins væl og hon er útbúgvin sum filmshandritahøvundur á Den Danske Filmskole.
Fá meira at vita her.
ARBEIÐSROYNDIR
Elin hevur drúgvar royndir innan øki sum internet, marknaðarføring, miðlar og mentan og hevur arbeitt innan samskifti og marknaðarføring í mong ár sum miðla- og marknaðarleiðari; tíðindafólk og ritstjóri á internetmiðlum og á prentaðum miðlum.
Í 2007 fór hon til Føroya fyri at átaka sær starvið sum forstjóri í SamViti – Faroe Islands Enterprise, Faroese Trade og Tourism Council, sum eftir 2 ár varð lagt saman við føroyska uttanríkisráðnum. Seinastu 5 árini áðrenn hon flutti til Føroya, var hon blaðstjóri á KIWI Magazine, eitt danskt kvinnu- og brúkarablað, sum hon var við til at stovna. Elin var eisini marknaðarsamskipari av Keypmannahavn sum mentanarbýi í 1996.
Í 2009 gjørdist hon miðlaleiðari í Kringvarp Føroya.
Í mai 2012 fór hon úr KringvarpI Føroya fyri at gerast sjálvstøðugur teksthøvundur, tíðindafólk, ritstjóri og samskiftráðgevi. Hon var ritstjóri á eini tónleikasíðu á netinum (Music.fo) og arbeiddi sum fríyrkis tíðindafólk.
Í 2015 fekk hon sær fast starv aftur sum lestrarskrivstovuleiðari á Fróðskaparsetri Føroya. Lestrarskrivstovan tekur sær av kunning, vegleiðing, fyrisiting og øðrum uppgávum, sum hava við lestur at gera hjá komandi, verandi og fyrrverandi lesandi.
Í 2018 fekk hon bjóðað starvið sum fyristøðufólk á Ljóðbókatænastuni hjá Landsbókasavninum, sum er hennara núverandi starv. Hon hevur ábyrgdina av framleiðsluni og útgávuni av føroyskum ljóðbókum. Endamálið við ljóðbókatænastuni er at tryggja, at fyrst og fremst fólk, ið hava serligan tørv, hava so nógva atgongd sum gjørligt til lesitilfar á føroyskum, eisini á øðrum miðlum enn prentaðum.
Fá meira at vita her.
PRIVATLÍV
Elin varð fødd 25. juni í 1958 í Tórshavn, Føroyum, har hon vaks upp. Hon fór til Danmarkar at lesa, tá hon var mitt í tjúgunum, og varð verandi í landinum í 25 ár, flestu av árunum búði og arbeiddi hon í Keypmannahavn, inntil hon flutti aftur til Føroya í 2007, har hon býr í dag. Elin giftist einum donskum manni í 1989 og saman fingu tey eina dóttur. Seinni skildust tey í 1997.
Dóttir teirra, Helena Heinesen Rebensdorff, fødd í 1990, fekk eisini eina yrkisleið innan tónleik júst sum mamma hennara. Men Helena hevur ført tað víðari nógv longri enn mamman. Hon hevur ein bachelor í sangskriving frá Jysk Musikkonservatorium í Aarhus og ein master í Music Creation frá Det Rytmiske Musikkonservatorium (RMC) í Keypmannahavn.
Helena livir nú av at vera professionellur tónleikari við listafólkanavninum BRIMHEIM, og býr í Malmö, Svøríki, saman við konu síni Lorri Lin, men við Keypmannahavn, Danmark, sum hennara útgangsstøði. BRIMHEIM er rættiliga væl kend í Danmark, har hennara tónleikur verður spældur nógv í donskum útvarpi. Hon spælir konsertir á høvuðspallunum og á festivalum í Danmark og Føroyum við sínum bólki, og hevur eisini verið á konsertferðum í øðrum londum. BRIMHEIM hevur fingið eina rúgvu av sera góðum ummælum bæði av hennara útgivna tónleiki og av hennara konsertum.
Vitja heimasíðuna hjá BRIMHEIM.