ELIN BRIMHEIM HEINESEN er føroyskur sangari/sangskrivari/tónaskald, sum hevur verið virkin í føroyskum tónl “Á, Tann deiliga Havn”, “Sjeikurin” og “Eitt dýpi av dýrari tíð”.
Hóast Elin hevur verið virkin tónleikari í langa tíð, hevur hon einans latið tríggjar heildarútgávur úr hondum:
- Heildautgávan “NALJA” saman við Kára Linderoth Jacobsen, har tey skrivaðu fimm sangir hvør. Útgávan kom út í 1988 sum kassettuband (MC) og aftur í 1998 sum fløga (CD). Lurta eftir útgávuni her: https://album.link/i/1019759045
- Heildarútgávan “Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir” (Treasured songs – a trip down memory lane) við Ad Libitum. Á útgávuni, sum kom út í 2010, eru væl kendir gamlir evergreens. Lurta eftir útgávuni her: https://album.link/i/1317126745
- Heildarútgávan “Handan stjørnurnar”, sum er fyrsta heildarútgávan hjá Elini sum einstaklingur við 12 av hennara egnu løgum, givin út í 2018. Lurta eftir útgávuni her: https://album.link/i/1406252217
Hennara fjórða heildarútgáva “Eitt dýpi av dýrari tíð / A Chasm of Precious Time” kemur út í november 2023.
HVØNN TÓNLEIK SPÆLIR ELIN?
Tann sera livandi siðvenjan at syngja saman í Føroyum, har Elin er uppvaksin, hevur sjálvandi ávirkað hana nógv síðan barndómin – og eisini tónleikin, hon ger/spælir.
Í sjeytiárunum dámdi Elini sera væl jazz og blues orsakað av hennara virksemi í Havnar Jazzfelag – so hetta hevur eisini havt stóra ávirkan. Í áttatiárunum var hon í einum tveymansbólki við Kára Jacobsen og gjørdi poppútgávuna “NALJA”, sum var eitt sindur av einari reaktión ímóti “politiskt korrekta” tónleikinum, sum var sera vanligur tey árini. Elin hevur altíð hildið fast við at gera tónleik, sum hevur rætt í sær sjálvum – og ikki bara verður brúktur sum eitt amboð til at selja okkurt annað… alt annað enn sannar kenslur, um tað so er gleði ella sorg.
Elin hevur gjørt tónleik av nógvum ymiskum slag í síni yrkisleið. Í sjeytiárunum gjørdi hon sangir, sum tú kanst kalla fólkaløg. Hon hevur sungið jazz, sangleikir, vísur, popprokk – enntá spælt við einum tungum rokkbólki – og seinastu árini hevur hon gjørt symfonisk løg.
Hennara fyrsta útgáva sum høvuðsleikari “NALJA” var ein popp-útgáva, sum á mangan hátt minti um aðrar poppútgávur í áttatiárunum – men útgávan var eisini serstøk á ein sera ‘føroyskan’ hátt, og gjørdist sera væl umtókt sum júst tað. Sangirnir á útgávuni, sum var endurútgivin í 1998, verða enn nógv spældir í føroyskum útvarpi.
Útgávan “Yndisløg” (Treasured Songs), ið kom út í 2010, er heilt øðrvísi, meira avslappaður tónleikur lættur at lurta eftir. Meðan hennara útgáva sum einstaklingur “Handan stjørnurnar”, ið kom í 2018, hevur eitt heilt annað úttrykk, meira sum popprokkur.
Elin hevur gjørt nógv onnur løg, sum ikki eru givin út enn, sum eisini kunnu flokkast sum popprokkur – men tað er eitt so yvirskipað frámerki, sum einki sigur um, hvussu tónleikurin ljóðar í veruleikanum.