OSS UM F’LJÓÐ KONSERTIR

Ber til at bóka F’LJÓÐ stovukonsertir til bólkar og/ella ferðaløg?

Ja, ferðaløg og bólkar eru vælkomin. Elin hevur t.d. skipað fyri stovukonsertum síðani 2012 og fyri ferðaskrivstovur síðani 2016. Ferðaskrivstovur senda oftast ferðaløg millum 20 og 30 gestir pr. stovukonsert. Er bólkurin størri, kann hann býtast í tveir bólkar, har tvær koncertir so vera sama kvøld. Fyrri bólkurin kann t.d. eta á matstovu, meðan seinni bólkurin er til konsert, og so skifta tey um, soleiðis at seinni bólkurin etur, meðan hin fyrri ert til konsert. Summar ferðaskrivstovur bíleggja konsertir longu eitt ár frammanundan, so tað er umráðandi at bíleggja í góðari tí, um ein vil vera vísur í at fáa teir dagarnar, ein helst vil hava, at konsertirnar skulu vera.

Ber til at bóka F’LJÓÐ stovukonsertir dagar og tíðir, sum hóska okkara bólki / ferðalagi best?

Ja, tá talan er um ferðaløg, ber til at gera avtalu um at bóka stovukonsertir ein dag í vikuni og eina tíð á degnum, sum hóskar tykkara ferðaløgum – við tí fyrivarni at tað ikki rennur saman við aðrar avtalur. Vanliga riggar tað best at hava stovukonsertir um kvøldið kl 20:00. Men um ein hevur onnur ynski, ber til at gera avtalu frammanundan um at flyta stovukonsertirnar til aðrar tíðir eftir tykkara ynski (við fyrivarni).

Hvussu leingi varar ein F’LJÓÐ stovukonsert?

Ein F’LJÓÐ stovukonsert byrjar vanliga kl. 20 og endar í seinasta lagi kl. 22 – íroknað ein steðg uppá 15-20 minuttir. Tónleikararnir spæla tvey sett á uml. 30-40 min. Harumtramt er upplestur úr føroyskum bókmentum, sum varar uml. 5 minuttir – beint aftaná steðgin, og áðrenn tónleikararnir spæla annað sett.

Hvar fara F’LJÓÐ stovukonsertirnar fram?

F’LJÓÐ stovukonsertir fara fram í Magnus Heinasonar gøtu 8.

Hvussu nógvum gestum er pláss fyri í senn?

Pláss er fyri upp til 34 gestum. Tó hava upp til 38 gestir verið inni í senn, men tá er trongt. Ideella talið er millum 15 og 30 gestir.

Um eg bíleggi eina stovukonsert, hvat kostar hon so?

Vanliga verður goldið pr. gest. Fyri stovukonsertir, bílagdar til ferðaløg, veldst um, hvussu nógvir gestir eru í ferðalagnum, hvat prísurin pr. gest er.

  • Eru frá 12 upp til 20 gestir er minstiprísur pr. gest 250 kr.
  • Eru millum 20 og 30 gestir, fæst avsláttur, so prísurin kemur niður á 240 kr. pr. gest.
  • Eru færri enn 12 gestir, má hvør gestur rinda tað meira, so vit náa upp á 3.000 kr. tilsamans.

Fyri at kunna skipa fyri eini stovukonsert má inntøkan í minsta lagi vera 3.000 kr, um endarnir skulu røkka saman. Upphæddin skal dekka útreiðslur til fyrreiking, samsýning til tónleikarar, innkeyp av kaffi, te og køkum, pappkrússum, -tallerkum og bestikk, brúk av streymi, reingerð og skatt.

Vil tað siga, at til ber at bóka eins stovukonsert fyri bara tvey fólk, um tey gjalda 1.500 kr hvør, fyri bara fýra fólk um tey gjalda 750 kr hvør, og fyri átta fólk, um tey gjalda 375 kr hvør o.s.fr.?

Júst so. Tað ber væl til.

Verður rindað fyri konsertina áðrenn, á staðnum ella aftaná?

Rokningar fyri bókaðar stovukonsertir til bólkar og ferðaløg verða sendar aftaná konsertirnar.

Hvat um vit mugu avlýsa? Skulu vit so gjalda?

Verður konsertin avlýst fimm gerandisdagar áðrenn konsertina, verður eingin rokning send. Verður konsertin avlýst minni enn fimm gerandisdagar áðrenn konsertina, verður rokning send uppá 1.500 kr.

Er annað enn tónleikur íroknað prísin?

Ja. Umframt tónleikin er kaffi, te og køkur íroknað. Og so plagi eg eisini at lesa brot úr skaldskapinum hjá pápa, Jens Paula Heinesen, fyri gestunum. Tað kann t.d. vera á donskum ella á enskum, alt eftir hvat mál gestirnir skilja best. Tann parturin er vanliga sera væl umtóktur.

Hvar kann eg fáa meira kunning um F’LJÓÐ stovukonsertir?

Í niðanfyristandandi faldara, sum finst á føroyskum, donskum og enskum á Issuu.com, eru nógvar myndir frá F’LJÓÐ stovukonsertum og ein fullfíggjað skrá fyri eina typiska F’LJÓÐ stovukonsert:

Hvørjir eru tónleikararnir, sum spæla?

Fyrst og fremst er tað eg sjálv, sum syngi og spæli gittar saman við makkaranum hjá mær, Eyðun Mohr Hansen, ið spælir gittar. Her er eitt YouTube videobrot, sum gevur innlit í stemningin á eini F’LJÓÐ stovukonsert, har eg sjálv spæli:

Her eru eisini nakrar ljóðupptøkur frá eini stovukonsert hjá mær, so tú fært eitt inntrykk av, hvussu tað ljóðar:

Um ynski er um tað, kunnu eisini aðrir føroyskir tónleikarar spæla. Tónleikarar plaga at vera beinasamir at traðka til, tá eg biði tey um at spæla stovukonsert. MEN summi krevja meira í samsýning, enn inntøkur eru til, so tað er ikki vist, at tað altíð ber til at fáa júst tann tónleikaran, man vil hava.

Ber til hjá gestunum at fáa okkurt til matna (annað enn kaffi, te og køkur)?

Umstøðurnar hjá gestunum til at eta eru ikki tær bestu, tí lítið pláss er í stovuni – og enn minni borðpláss. Tað ber tó til at gera avtalu við meg um, at gestirnir fáa smyrjibreyð. Men so má tað bíleggjast áðrenn, og tað kostar sjálvsagt eyka. Um man ynskir henda møguleika, er neyðugt at siga mær frá í seinasta lagi kl. 12.00 sama dag, sum stovukonsertin skal vera um kvøldið, so eg kann gera neyðugu fyrireikingarnar til hetta. Gestirnir mugu tá hava valt, hvat fyri smyrjibreyð, tey vilja hava, so tað kann bíleggjast og vera klárt til gestirnar, tá tey koma til stovukonsert. T.d. hevur Bitin.fo góð og spennandi smyrjibreyð í stílinum, tey rópa New Nordic Style – m.a. við røstum og turrum fiski, matgjørt á ein hátt, sum fellir í ‘smak” hjá útlendingum. Her ber til at síggja, hvat bitin.fo leverar út av húsinum:
https://shop.verk.fo/GistOgVist/bitin/Shop.aspx

Um man ikki bókar eina heila stovukonsert, men bara ynskir at nakrir fáir gestir uppliva eina stovukonsert, eru so nakrar fastar konsertir komandi ár, sum til ber hjá hesum gestum at koma til? Um so er, hvønn dag í vikuni eru tær?

Ætlanin er at hava aðrar stovukonsertir enn tær føstu stovukonsertirnar mánakvøld, ið eg nevndi omanfyri, sum Gislev Rejser hevur bílagt. Einki er tó fastlagt endaliga enn. So um tú kanst siga, nær – t.d hvønn vikudag – tað hevði hóskað tykkara gestum best, kann eg hava fyrilit fyri tí í mínari planlegging. So lat endiliga frætta um tað.

This site is registered on wpml.org as a development site.