NÝTT STAKLAG: “FLÓTTIN” / “THE REFUGEE”

TUTL Niels Finsens gøta 9C, Tórshavn, Faroe Islands

Staklagið "Flóttin" / "The Refugee" frá komandi heildarútgávuni hjá Elini Brimheim Heinesen er úti fríggjadagin 15. september 2023! Goym staklagið her: Flóttin ella her:

NÝGGJ HEILDARÚTGÁVA Á VEG: EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ / A CHASM OF PRECIOUS TIME

Elin Brimheim Heinesen, dóttir rithøvundin Jens Paula Heinesen, hevur sett tónleik til seks av yrkingum hansara. Stórfingin symfoniskur tónleikur er settur út fyri tey seks løgini av tí einastandandi italska tónaskaldinum Enzo De Rosa. Upptøkur eru gjørdar í Prag í Tjekkínum av tónleikaverkunum við tveimum heimskendum tjekkiskum symfoniorkestrum, umframt í Havn við kórunum Tarira og…

Móttøka ísv. at symfoniska heildarútgávan “Eitt dýpi av dýrari tíð” kemur út

Perlan Tórsgøta 3, Tórshavn, Faroe Islands

Tað er ikki hvønn dag, at nýggjur føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu. Men nú fer Elin Brimheim Heinesen at leggja fram nýggju heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð”  hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen, á móttøku í Perluni leygarkvøldið 2. Desember kl. 20:00.

Free
This site is registered on wpml.org as a development site.