PRÍSVINNANDI SJÓNBAND

BRÚKT Í LÝSING FYRI FØROYAR

Sangurin EIitt dýpi av dýrari tíð var eisini brúktur í eini sjónbandaðari presentatión av Føroyum sum ferðaland, rópt Where Nature Rules, sum Elin gjørdi í 2008, eftir at altjóða blaðið National Geographic Traveler í november 2007 kunnaði um, at Føroyar var kosið at vera heimsins besta oyggjaland at ferðast til av yvir 500 ferðaserfrøðingum. Lítli filmurin sýnir still-myndir av landsløgum í Føroyum og lýsir Føroyar sum ferðaland. Myndir og tónleikur eru víst við sitatum frá ferðandi gestum, sum lýsa Føroyar.

ALTJÓÐA VIRÐISLØN FYRI TRIÐBESTU SJÓNVARPSFERÐALÝSING

Tann 12. mars 2009 fekk lýsingin triðju virðisløn, tá virðislønirnar”Golden City Gate Awards vóru handaðar á altjóða ferðavinnustevnuni ITB Tourist Fair in Berlin – ein av teim allarstørstu av sínum slag í heiminum. Les meira her: www.das-goldene-stadttor.de.

Soleiðis segði Elin um at vinna eina virðisløn fyri sjónbandið:

“Eg gjørdist sera bilsin av, at sjónbandið vann eina virðisløn. Í veruleikanum var hetta bara ein skitsa, sum eg hevði gjørt til ein fund, vit høvdu á arbeiðsplássinum, har ætlanin var, at vit skuldu tosa um ymiskar mátar at marknaðarføra Føroyar uppá. Hetta var so mítt uppskot, sum eg gjørdi heima aftaná arbeiðstíð við einum amatør-filmsredigeringstóli Windows Movie Maker. Eg upploadaði fílina á YouTube og Facebook bara fyri at fáa eitt sindur av feedback, so eg kundi læra av viðmerkingunum. Eftir ein dag ella tveir uppdagaði eg, at fólki dámdi sjónbandið so væl, at tey sendu leinkið víðari til onnur og til vinir og kenningar kring allan heim. Tá tveir mánaðir vóru farnir høvdu meira enn tólv túsund fólk sæð sjónbandið á YouTube, og kanska líka so nógv á facebook (tíverri taldi facbook ikki síggjarar tá). Ein mánað áðrenn ferðavinnustevnan ITB var í Berlin (sum forrestin er ein av teim størstu av sínum slag í heiminum við upp móti 200.000 vitjandi), har sum virðislønahandanin Golden City Gate Awards fer fram, høvdu starvsfólkini hjá mær eggjað meg til at senda sjónbandið til kappingina, men eg segði nei – tí hetta var ein FILMS-kapping og mítt sjónband var bara ein røð av stillmyndum (og sum eg segði: bara ein skitsa). Men tey sendu sjónbandið kortini, uttan at eg visti av tí! Tí var eg veruliga tikin á bóli, tá tey ringdu til mín úr Berlin og søgdu mær frá, at lýsingin hevði vunnið triðju virðisløn!”

SÆÐ AV FLEIRI HUNDRAÐ TÚSUND

Í februar 2010 var talið av síggjarum komið upp á meira enn hundrað túsund á YouTube og facebook – og fimm ár aftaná høvdu meira einn 200.000 fólk sæð sjónbandið á YouTube. Orsøkin til, at sjónbandið gjørdist so væl umtókt so brádliga, er uttan iva bæði tær vøkru myndirnar og hin vegin helst eisini tónleikurin. Lagið Eitt dýpi av dýrari tíð var longu sera væl umtókt í Føroyum langa tíð, áðrenn sjónbandið varð gjørt. Elin Brimheim Heinesen gjørdi tónleikin, og orðini vóru skrivað av pápa hennara, rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sum í Føroyu er mætasti og mest virðismetti rithøvundurin í sínum ættarliði.

Tú kanst lesa alla søguna um tónleikin og um yrkingina, sum tónleikurin er settur til, og eisini lesa yrkingina á fleiri ymiskum málum – føroyskt, og týtt til danskt, enskt, týskt og ungarskt – og lurta etir tónleikinum í tveimum útgávum – fyri einki! – her á síðuni.

Hygg at sjónbandinum ”Where nature rules” her:

Tú kanst eisini finna hetta sjónbandið á facebook her og á YouTube her ella her (enskt) > (Danskt) > (Týskt)

Her eru nakrar av teim fyrstu viðmerkingunum um sjónbandið  í teldupostum, á YouTube og Facebook.

This site is registered on wpml.org as a development site.