1970 – 1980

ELIN – EIN ROKKGENTA Í UNGU ÁRUM

Elin lurtaði nógv eftir tónleiki í sínum ungu árum, mest rokk tónleiki, men hon forelskaði seg mest í einum serligum bólk – Uriah Heep, og gjørdist ein stórur fjeppari av teimum. Hon hámetti serliga heilan aftan fyri nógvar av Uriah Heep’s tónlistaverkum – Ken Hensley, hvørs einstaklingaútgávur hon neyt eins nógv.

Her er Ken Hensley í 70’unum:

Sum eitt lítið kuriosum: Lítið visti hon, at nógv ár seinni, fór hon at hitta sína fyrimynd, Ken Hensley, í heimbýi hennara, Tórshavn, har hon fekk møguleikan at siga honum frá, hvussu nógv hansara tónleikur hevði havt at týða fyri seg. Hon var so takksom fyri møguleikan at kunna takka honum fyri hansara tónleik.

Her er Elin saman við sínari fyrimynd, Ken Hensley, í barrini Glitnir í Havn í 2012:

Tíðliga sjeytiárunum kundi Elin bara sita í fleiri tímar og lurta eftir Uriah Heep plátum, ofta saman við hennara bestu vinkonu, Mariu, sum hevði líknandi tónleikasmakk.

Tær lurtaðu og headbangaðu eisini nógv eftir plátum hjá Deep Purple, Doors, Black Sabbath, Steppenwolf, Free, Cream, Led Zeppelin, Frank Zappa, musikalin hjá Andrew LLoyd Webber Jesus Christ Superstar (tann við Ian Gillian sum Jesus), og aðrar plátur.

FYRSTA ALMENNA FRAMFØRSLAN

Fyrsta veruliga almenna framførslan hjá Elini á palli sum sangari var, tá hon var 16 ára gomul í einum leiki í Sjónleikarhúsinum í Havn, har hon sang ein føroyska útgávu av  sanginum “Streets of London” eftir Ralph McTell, sum hon týddi ella enduryrkti sjálv sum bara 15 ára gomul. Føroyski sangteksturin, sum hon skrivaði, bleiv sera væl umtóktur. Fólk avritaðu sangin á stencil pappír og sungu hann í veitslum. Sangurin er tikin upp við hennara sangteksti av ymiskum øðrum tónleikarum nakrar ferðir síðani tá.

Her er ein mynd av Elini á hennara fyrstu almennu framførslu í gamla Sjónleikarhúsinum í Havn, í 1974:

ÚTVARPSUNDIRHALDARI

Eftir hesa framførsluna var hon biðin um at taka lut í eini beinleiðis útvarpssending, sum kallaðist “V4” í Útvarpi Føroya. Hon gjørdist kend í Føroyum hesi árini, tí hon fór á ferð kring alt Føroya land við hinum, sum luttóku í útvarpsendingini, og sangrødd hennara var sostatt at hoyra í útvarpinum leygarkvøld í næstan tríggjar vetrar á rað. Tað er vert at nevna, at har var einki sjónvarp í Føroyum hesi árini – ikki fyrr enn 1983 – so øll lurtaðu eftir útvarpinum.

Her er ein mynd frá eini av V4 sendingunum – frá vinstru Niels Juel Arge (aftast), Oskar Hermansen, Elin Mouritsen (aftast), Elin Brimheim Heinesen, Sofía Sørensen (aftast), Olivur Næs, Kári Petersen og Fróði Sandoy:

Her er ein sendingarrøð í tveimum pørtum, sum Tórður Johannesarson legði til rættis um tátta- og vísusangaran Elina. Tórður sigur soleiðis um sendingarnar:

“Í tveimum sendingum hoyra vit Elina Brimheim Heinesen syngja nakrar tættir og vísur. Elin Brimheim Heinesen hevur verið sera víða tónleikarliga, líka frá jazzi til popp. Í sendingunum verður dentur lagdur á tættir og vísur, sum hon hevur sungið. Hon var nógv frammi í sjeytiárunum í V4.”

Í fyrru sending greiðir Elin millum annað frá, hvussu hon kom upp í V4:

Í seinnu sending hoyra vit millum annað Elina greiða frá, hvussu tað var at syngja beinleiðis í undirhaldssendingum, um fyrimyndir og um fløguna Yndisløg. Hon syngur eisini nakrar tættir frá undirhaldssendingum:

LEGENDARISKI JAZZKLUBBIN Í HAVN

Í seinnu helvt av sjeytiárinum var Elin við til at stovna fyrsta jazzklubban í Havn – Havnar Jazzfelag – ein legendariskur klubbi, har ikki bara  jazzur var spældur, men øll sløg av rútmiskum tónleiki. Jazzklubbin gjørdist eitt kent stað, sum nógvir føroyskir tónleikarar enn minnast við takksemi, tí hann bjóðaði teimum ein møguleika at spæla og lurta eftir tónleiki, sum ongantíð var spældur live í Havn áður. Harumframt komu fleiri útlendskir tónleikarar, sum vóru bodnir til Føroya at spæla í jazzklubbanum. Hetta var ein sera stórur íblástur fyri føroyskar tónleikarar. Elini dámdi sera væl jazz og blues í seinnu helvt av sjeytiárunum, orsaka av hennara áhuga og virksemi í Havnar Jazzfelag – so hetta hevur eisini havt eina stóra ávirkan.

Elin hevði eisini fleiri framførslur í jazzklubbanum, millum annað við morbróðir sínum, Svenn Brimheim, har hon sang jazz og bues frá The Real Book.

Elin á palli við morbróðir sínum Svenn Brimheim (© Ole Wich):

Ta tíðina spældi Elin eisini fólkatónleik við nøkrum av sínum floksfelagum – Ívar Bærentsen, á gittar, og Bergur Hansen á floytu – hon sang og spældi klaver sjálv. Hon byrjaði eisini at gera sín egna tónleik mest fólkatónleik við íblástri úr jazzi og blues, og hevði fleiri framførslur í jazzklubbanum – eisini saman við øðrum tónleikarum.

Her er Elin, har hon syngur saman við Bergur á floytu og Ívar á gittara:

FYRSTA JAZZPLÁTAN NAKRANTÍÐ UPPTIKIN Í FØROYUM

Elin var í 1977 á fyrstu jazzplátuni nakrantíð gjørd í Føroyum “Jazz í Føroyum 1” (TUTL HJF 1) við sanginum “Hundasjúku blues” gjørdur av skúlaflokki hennara og Kristiani Blak, lærara teirra, sum er ein av sangunum, ið hevur verið verandi longst nakrantíð á hittlistanum “15 teim bestu” í Føroyum (uml. 20 vikur). Plátan varð tikin upp í upptøkuhølunum hjá legendariska tónleikaframleiðaranum Milson Zachariassen í kjallaranum hjá honum.

Sama árið (1977) var Elin við á eini barnaplátu “Nu ska’ vi u å sejle” [TUTL HJF 3] 1977 við bólkinum Kræklingar og øðrum, við tónleiki eftir Kristian Blak. Hon sang Girafsangen (“The Giraf Song”).

KONSERTFERÐ Í SKOTLANDI, ORKNOYGGJUNUM OG HETLANDI

Um summarið í 1977 fór Elin á konsertferð í Skotlandi, Orknoyggjunum og Hetlandi, har hon var partur av einum hópi av fólkum, sum m.a. dansaðu føroyskan dans og spældu spælimanstónleik. Hon sang eisini sjálv á palli við gittaraspælaranum Ívari Bærentsen og bassspælaranum Kolbein Simonsen, har hon sang nakrar av sínum egnu sangum og nakrar sangir hjá Ívari Bærentsen. Konsertirnar vóru væl umtóktar, serliga í Orknoyggjunum og í Hetlandi, har øll atgongumerki vóru útseld á øllum konsertunum.

Her framførir Elin saman við Ívari Bærentsen á gittari og Kolbein Simonsen á bassi í Orknoyggjunum og Hetlandi:

SANGLEIKURIN “LÍV OG LEIKUR Í FIMTI ÁR”

Í 1976 var Elin ein av sjónleikarunum á pallinum í sangleikinum “Lív og leikur í fimti ár”.

Her eru allir sjónleikararnir á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Elin er nr. 3 frá vinstru fremst:

Her er Elin á hennara fyrstu einstaklingaframførslu á palli, har hon sang egin løg, seint í 70’unum á altjóða kvinnudegnum. Tiltakið var í auluni á Føroya Studentaskúla:


Víðari til 1980-1990

This site is registered on wpml.org as a development site.