(A CHASM OF PRECIOUS TIME)
TÓNLISTAFÓLK: Elin Brimheim Heinesen, Jens Pauli Heinesen, Enzo De Rosa, Czech National Symphony Orchestra, Tarira Choir, City of Prague Philharmonic Orchestra, Tórshavnar Manskór
ÚTGÁVUDAGUR: Leygardag 11. november 2023
Jens Pauli Heinesen sáli, sum verður roknaður sum ein av fremstu rithøvundum í Føroyum, var heiðraður 12. november 2022 við einum stórum heiðurstiltaki / konsert í Norðurlandahúsinum í Havn tann dagin, hann hevði fylt 90 ár. Denturin á tiltakinum var lagdur á seks av yrkingum hansara, sum Elin Brimheim Heinesen, dóttir hansara, hevur sett tónleik til. Stórfingin symfoniskur tónleikur er settur út fyri tey seks løgini av tí einastandandi italska tónaskaldinum Enzo De Rosa. Hesi tónleikaverkini vóru framførd á fagnaðarkonsertini av Føroya Symfoniorkestri, við Enzo De Rosa á flygli, við kórunum Tarira og Tórshavnar Manskóri og við Elini sum sangsolisti. Upptøkur eru gjørdar í Prag í Tjekkínum av tónleikaverkunum við tveimum tjekkiskum symfoniorkestrum, umframt í Havn við omanfyrinevndu føroysku kórum og Elini. Hesar upptøkur verða nú endiliga givnar út á heildarútgávu – bæði sum fløga og LP-pláta, umframt á talgildum miðlapallum.
LURTA EFTIR ÚTGÁVUNI HER:
https://bfan.link/eitt-dypi-av-dyrari-tid
GEV GÆTUR! Far longur niður á síðuna fyri at lesa sangtekstirnar, meðan tú lurtar eftir tónleikinum.
PLÁTUHÚSIN:
UPPTØKUR
Útgávan hevur fingið heitið Eitt dýpi av dýrari tíð (A Chasm of Precious Time), sum var tað fyrsta lagið, sum Elin gjørdi til eina yrking hjá pápanum. Symfoniska útgávan av hesum lagnum var at hoyra fyrstu ferð í 2002 í einum heimildarfilmi um Jens Paula Heinesen, sum Gulla Øregaard gjørdi í sambandi við hansara 70 ára føðingardag. Nú er lagið endiliga komið út á fløgu og á vinylplátu í einum dagførdum tónablandi, saman við fimm øðrum løgum, sum Elin hevur gjørt til yrkingar hjá pápanum og spælt inn bæði á føroyskum og enskum. Elin hevur sjálv týtt tær seks yrkingarnar til enskt, og hevur sungið tær inn á enskum eisini, soleiðis at har eru 6 + 6 løg á útgávuni. Seks løg á føroyskum og so tey somu seks løgini á enskum.
Fýra av upptøkunum eru gjørdar við tí heimskenda symfoniorkestrinum The Czech National Symphony Orchestra og føroyska kórinum Tarira, og tvær av upptøkunum vóru gjørdar við tí líka so kenda The City of Prague Philharmonic Orchestra og við Tórshavnar Manskóri. Elin Brimheim Heinesen er sangsolistur á øllum innspælingunum.
Plátufelagið TUTL gevur útgávuna út. Útgávan er fíggjað umvegis Hópfigging.fo og av Betri Samtakinum, MOWI, KT-húsinum, Mentamálaráðnum, Mentanargrunni Landsins, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu, umframt av Elini sjálvari.
HVÍ GEVA HESA ÚTGÁVUNA ÚT?
Týdningurin, skaldskapurin hjá Jens Paula Heinesen hevur havt fyri føroyska samfelagið, kann ikki undirmetast. Eingin hevur sum Jens Pauli Heinesen skrivað so nógv á óbundnum máli um lívið í Føroyum undir øðrum veraldarbardaga og í tíðini eftir kríggið fram til túsundaldamótið. Umfatandi ritverk hansara, ið telur um 40 verk, hevur ríkað føroyska fólkið og føroyska málið. Skaldskapur hansara speglar føroyska mentan og hevur styrkt og ment føroyska samleikan.
Í skaldskapi sínum lýsir Jens Pauli ævinliga galdandi, almenniskjalig evni, sum eru eins viðkomandi í dag, sum tá tey vóru skrivað, men sæð úr einum serføroyskum sjónarhorni, ið flestir føroyingar kenna seg sjálvar aftur í. Verkini hjá honum spæla tí ein týðandi samleikaskapandi leiklut. Tey fylla nógv í føroysku bókaskránni og leggja væl aftrat samlaða lesitilfarinum á føroyskum, sum hevur so stóran týdning fyri, at føroyskt kann hóra undan sum mál.
Í hesi útgávu verður sjóneykan sett á yrkingar hansara, sum hóast fáar, hava uppiborið at verða tiknar fram. Seinast í 80’unum tónasetti dóttir Jens Paula, Elin Brimheim Heinesen, fyri fyrstu ferð eina yrking hjá pápa sínum. Talan var um Eitt dýpi av dýrari tíð, sum allir føroyingar munnu kenna í dag. Lagið var givið út fyrstu ferð í 1988 á útgávuni NALJA hjá Elini & Kára. Í 2002 varð lagið innspælt í symfoniskari útgávu til ein heimildarfilm hjá Gullu Øregaard um Jens Paula Heinesen ísv. 70 ára føðingardag hansara. Danska tónaskaldið, Søren Hyldgaard sáli, setti tónleikin út fyri symfoniorkestur. Verkið er síðani vorðið fólkaogn og er í dag ein høgt mettur føroyskur klassikari.
Nýliga tónasetti Elin aftur eina aðra vakra yrking eftir pápan, nevnd Sóleyan lýsir um fløtur. Eftir eitt væleydnað hópfíggingarátak varð lagið sett út fyri symfoniorkestur av italska tónaskaldinum Enzo De Rosa og spælt inn við City of Prague Philharmonic Orchestra, Tórshavnar Manskóri og Elini sum sangsolisti. Lagið varð givið út bæði sum staklag og sum sjónbandalag 12. november 2021.
Elin og Enzo gjørdu av at arbeiða víðari saman um fýra løg, Elin hevur gjørt aftrat til yrkingar hjá pápa num: Flóttin, Heystnáttin, Eg gangi við einum djúpi og Sorgin er vøkur við, og sum allar eru sterkar yrkingar um viðkomandi evni, vit eisini í dag kunnu samkenna okkum við. Eftir áheitan frá Enzo týddi Elin (ella umyrkti við virðing) allar yrkingarnar til enskt, so eisini onnur enn føroyingar kunnu lurta við á hesi útgávuni og skilja, hvat sungið verður um.
Orkesturparturin varð spældur inn í Prag í Tjekkínum 15. juni 2022 við einum av bestu symfoniorkestrunum í Evropa, The Czech National Symphony Orchestra stjórnað av dirigentinum Vladimir Martinka. Leiðandi framleiðslustjórin Laura Lungu hevði umsjón við innspælingini. Kórið Tarira syngur kórpartarnar, og Elin Brimheim Heinesen er sangsolistur á útgávuni.
Hesi fýra nýggju tónlistaverkini, umframt tey tvey, ið longu eru givin út sum stakløg: Sóleyan lýsir um fløtur og Eitt dýpi av dýrari tíð (tað seinasta í dagførdum ljóðblandi), eru nú øll givin út samlað á hesi útgávuni, bæði á føroyska upprunamálinum og í ensku týðingini hjá Elini.
Í upptøkuhølunum hjá The Czech National Symphony Orchestra’s í Prag:
JENS PAULI HEINESEN
Jens Pauli Heinesen var føddur 12. november 1932 og andaðist 19. juli 2011, 78 ára gamal. Hann vaks upp í Sandavági, men flutti til Havnar longu sum 14 ára gamal, har hann fór í skrivstovulæru. Hetta var einki fyri hann, so hann fekk foreldranna samtykki til at fara í skúla. Hann tók fyrst preliminerprógv og síðani studentsprógv í Havn. Síðani las hann til lærara á Emdrupborg Statsseminarium í Danmark. Eftir lidnu læraraútbúgvingina í 1956 arbeiddi hann sum lærari, til hann gavst í 1970, fyri hareftir at halga sær rithøvundayrkisleiðina, soleiðis sum hann hevði ynskt sær tað, síðani hann var smádrongur.
Jens Pauli var Føroya virknasti rithøvundur í sínari tíð. Hann skrivaði um 40 verk íalt – skaldsøgur, stuttsøgusøvn, sjónleikir o.a. – um livaða lívið, serliga í bygdini, har hann búleikaðist í barndómsárunum og fyrstu tannárini, og ikki minst í høvuðsstaðnum, har høvundurin búði mesta av sínum lívi. Sum rithøvundur fevndi hann víða. Evnini vóru m.a. listamaðurin og samfelagið, barnið og heimur tess, bygdasamfelagið og býurin, umframt kærleikans torgongdu leiðir. Eitt afturvendandi evni er offurið og bøðilin. Bókmentayndarar hava sagt, at fleiri av verkunum hjá Jens Paula Heinesen eru at meta á hædd við heimsbókmentir.
Jens Pauli fekk M.A. Jacobsens Mentanarvirðisløn fýra ferðir: Í 1959 fyri stuttsøgusavnið Hin vakra kvirran, í 1969 fyri stuttsøgusavnið Aldurnar spæla á sandi, í 1973 fyri skaldsøguna Frænir eitur ormurin og í 1993 fyri skaldsøguna Bláfelli og bókarøðina við sjey bindum Á ferð inn í eina óendaliga søgu. Bøkurnar Leikur tín er sum hin ljósi dagur og Bláfelli vórðu mældar til at fáa virðisløn Norðurlandaráðsins ávikavist í 1987 og í 1995. Haraftrat fekk Jens Pauli Heinesen Mentanarvirðisløn Landsins í 1999 fyri sítt bókmentaverk sum heild.
Jens Pauli Heinesen var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya í árunum 19681975 og varð útnevndur til heiðurslim í Rithøvundafelagnum, í Der Deutsch-Färöische Freundeskreis e. V., í Samfundet Sverige-Färöarna og bleiv eisini heiðraður av Rithøfundasambandi Íslands. Hann var limur í mong ár í Norrøna Felagnum, ið m.a. gav bókina Færøerne i dag út í 1966, sum hann ritstjórnaði. Og hann var ein av høvuðsmonnunum handan heimildarfilmin Jamen se nu Færøerne við føroyska heitinum: Vit byggja ikki Føroyar av praktiskum orsøkum, í 1975. Jens Pauli Heinesen er týddur til fleiri mál – íslendskt, svenskt, norskt, danskt, grønlendskt og týskt m.a.
Fá meira at vita her:
https://www.facebook.com/JensPauliHeinesen
ELIN BRIMHEIM HEINESEN
Elin Brimheim Heinesen, fødd 25. juni 1958, er dóttir Jens Paula Heinesen. Elin hevur tónasett tær seks yrkingarnar hjá pápanum á hesi útgávuni og hevur umsett (ella umyrkt) sangirnar til enskt. Haraftrat er hon sangsolistur á útgávuni.
Elin hevur útbúgving sum cand.mag. í fagurfrøði og mentan, eftirútbúgv ing innan vinnubúskap, umframt filmshandrita høvundaútbúgving frá Den Danske Filmskole. Hon hevur eina langa yrkisleið innan miðlan, samskifti og marknaðarføring í Føroyum og í Danmark, har hon búði í 25 ár.
Í heimlandinum er hon tó mest kend sum sangari og tónaskald. Umframt nøkur stakløg hevur hon givið út tríggjar heildarútgávur: NALJA saman við Kára L. Jacobsen í 1988, Yndisløg – ein ferð aftur í farnar tíðir, saman við bólkinum Ad Libitum í 2010, og Handan Stjørnurnar í 2018, ið hon gav út sum einstaklingur. Harafturat hevur hon sungið bæði kór og duettir á fleiri heildarútgávum og stakløgum hjá øðrum.
Ein av mest elskaðu sangum hennara er heitislagið á hesi útgávuni Eitt dýpi av dýrari tíð. Tá Kringvarp Føroya spurdi lurtararnar í 2018, hvørji løg vóru tey bestu av teim mongu túsund løgunum givin út seinastu 50 árini, var lagið kosið sum nr. 4. Fyrsta útgávan kom í 1988 á NALJA-útgávuni, og síðani varð lagið sett út av nýggjum fyri symfoniorkestur í 2002 til ein heimildarfilm um Jens Paula Heinesen. Men symfoniska útsetingin er ongantíð givin út á útgávu hjá Elini. Ikki fyrr enn nú. Hesaferð í dagførdum ljóðblandi.
Fá meira at vita her:
https://heinesen.fo
http://heinesen.info
ENZO DE ROSA
Enzo De Rosa, føddur 21. januar 1964, er tónaskald, tónaútsetari og virtuosur konsertpianistur úr Napoli í Italia, men býr í løtuni í Montreal í Canada. Hann hevur sett tónleikin hjá Elini Brimheim Heinesen á hesi útgávuni út til symfoniorkestur og kór.
Enzo hevur meira enn 30 ára royndir innan nógvar ymiskar tónlistagreinir. Hann byrjaði at fáa klaverundir vísing sum 6 ára gamal. Síðani hevur hann ment sínar tónleikaførleikar hjá fleiri kendum klavermeistarum og er útbúgvin innan kompositión og modernaðan tónleik, umframt í orgli og kembalo.
Enzo hevur eina langa og merkisverda lívsleið sum yrkistónleikari í nógvum ymiskum londum – so sum Italia, Frankaríki, Finlandi, Bulgaria, Egyptalandi, Ísrael, Kanada m.o. – har hann hevur arbeitt við yvir 600 stórum tónlistaverkætlanum – tónsett, sett út fyri orkestur og framleitt tónleik bæði til film, sjónvarp, sjónleik, opera, tónleikaútgávur o.a.
Fá meira at vita her:
http://www.enzoderosa.com
https://enzoderosa.bandcamp.com/music
https://www.imdb.com/name/nm4607290/
„Eg fann fram til um 40 tónleikaútsetarar, áðrenn eg fann Enzo, men tá eg endiliga datt um hann og lurtaði eftir dømum um, hvat hann higartil hevði gjørt, var eingin ivi um, at hann var tann rætti at samstarva við um júst hesa verkætlanina. Eg kenni meg sera takksama og hepna at kunna samstarva við ein so framúr kønan mann á sínum øki.“
– Elin Brimheim Heinesen
LAURA LUNGU
Laura Lungu, ið er leiðandi framleiðslustjórin í hesi verkætlan, hevur lisið tónleik síðani barndómin og er liðugt útbúgvin í tónleiki við sergrein í violinspæli. Hon fekk endaligt prógv við sera góðum úrslitum í tónlistavísindum og palllist á Bologna Universitetinum, umframt at hon tók masterprógv í sangleiki.
Tað eydnaðist henni at sameina eina altjóða yrkisleið sum violinistur og samstundis at arbeiða sum framleiðsluleiðari innan tónleika- og undirhaldsídnaðin, har hon hevur arbeitt saman við tónlistafólkum sum Luciano Pavarotti, José Carreras, Ennio Morricone, Andrea Bocelli og nógvum øðrum. Hon hevur fram til dagin í dag viðvirkað í meira enn 300 film-soundtracks sum violinistur, tónleikaframleiðari, tónlistavegleiðari og orkestusáttmálasamskipari fyri SONY, EMI, WARNER, BMG, Buena Vista, RAI, MEDIASET osfr.
Laura hevur nógvar og breiðar royndir – m.a. hevur hon havt høvuðsleiklutin í ymiskum framleiðslum sum tónleikaframleiðari, listarligur stjóri, upptøkustjóri, listafólkaumboðsfólk, umframt framleiðsluleiðari fyri stórar leiksýningar, konsertir, tónleikaupptøkur, festivalar, stór og ásýnilig tiltøk fyri fyritøkur og privat í Italia og aðrastaðni.
Hon er stovnari og forstjóri í Concertissimo Entertainment síðani 1998, og stovnari og listarligur leiðari av Concertissimo Orchestra, stovnsett og virkandi síðani 2007 í Rom, við sergrein í upptøku til film við orkestri og kóri.
Les meira her:
https://concertissimo.eu/laura-lungu/
og her: https://www.imdb.com/name/nm6190088/
TARIRA
Kórið Tarira er eitt úrmælingakór, sum síðani 2002 hevur frøtt áhoyrarar við kórsangi á altjóða støði. Heitið Tarira stavar frá hugaheimi William Heinesens úr skaldsøguni Glataðu spælimenninir, har Tarira stígur fram sum dreymsjón.
Kórið hevur framført renesansutónleik, jólatónleik, nýskrivaðan tónleik úr verkum, tey sjálvi hava bílagt frá bæði føroyskum og norðurlendskum tónaskøldum. Tí hava tey eisini havt fleiri frumframførslur, umframt at tey hava givið fløgur út.
Kórleiðararnir hava verið fleiri. Tað byrjaði við Sunleifi Rasmussen, men bæði Kári Bæk og Jóhannes Andreassen hava eisini leitt kórið. Í løtuni er Bernharður Wilkinson kórleiðari.
Tarira hevur framført saman við tónlistafólki sum Teituri og Tórshavnar Manskóri. Tey hava framført Shakespeare, og onnur stór kórverk. Afturmeldingin er altíð tann sama: Framførslurnar eru lýtaleysar og á heilt einastandandi høgum støði. Kórið hevur tí eisini fingið virðislønir fyri sítt avrik.
Kórið Tarira er við á fýra løgum á nýggju tónleikaútgávuni hjá Elini Brimheim Heinesen við seks løgum, sum hon hevur tónasett til yrkingar hjá pápanum Jens Paula Heinesen. Kórið fer tí at syngja hesi fýra løgini saman við Elini á kvøldsins konsert: Flóttin, Eg gangi við einum djúpi, Heystnáttin og Sorgin er vøkur við.
Les meira um kórið Tarira her:
https://www.facebook.com/profile.php?id=10006 4045087912
TÓRSHAVN’S MEN’S CHOIR
Tórshavnar Manskór varð stovnað, tá kórið hevði sína fyrstu almennu framførslu saman við horn- orkestrinum GHM í Norðurlandahúsinum 22. mars 1987. Kórið hevur verið á fleiri konsertferðum uttanlands – so sum í Íslandi, í Danmark, í Wales, í Skotlandi, í Hetlandi, í baltisku londunum – Estlandi, Letlandi og Litava, í Eysturríki og í Ruslandi.
Tórshavnar Manskór gav út sína fyrstu fløgu í 1997, sum rætt og slætt eitur Tórshavnar Manskór.
Onnur fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 1999, og eitur Vit eru føroyingar, eftir fyrstu reglu í tí ironisku yrkingini Kvæði fremsta framtakskappa landsins (Orð: Regin Dahl/Lag: Kári Bæk) um at vera mentaður føroyingur.
Triðja fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 2008, og eitur Væl má gagnast! eftir síðstu reglu í tí skemtiliga sanginum Matlepin hjá Nyholm Debes.
Harnæst er fløgan fyrsta føroyskt framleidda fløgan í ‚surround‘, tað vil siga, at lurtarin verður umgirdur av ljóði eins og í einum góðum konsertsali.
Fjórða fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 2009, og eitur Kantata til 900 ára ólavsøkuhátíðina vanliga nevnd Ólavsøkukantatan, sum Edw. Mitens og J. Waagstein gjørdu til Ólavsøkuhaldið í 1930, til minnis um Ólav Kong Haraldsson, sum fall í 1030.
Tórshavnar Manskór hevur luttikið á tveimum stakløgum, sum Elin Brimheim Heinesen hevur givið út við teksti eftir pápan Jens Paula Heinesen. Talan er um løgini Eitt dýpi av dýrari tíð í 2002 og Sóleyan lýsir um fløtur í 2021, og teir syngja hesi løg saman við Elini á hesi útgávuni.
Les meira um Tórshavnar Manskór her: http://manskor.fo/
THE CZECH NATIONAL SYMPHONY ORCHESTRA
Tjekkiska tjóðarsymfoniorkestrið (CNSO) er støðugt vaksið seinastu 26 árini og hevur fingið eitt øvundarvert umdømi sum eitt av bestu symfoniorkestrunum í Evropa. Orkestrið er kent fyri sítt fjølbroytni og spælir árliga eina breiða skrá heilt frá klassiskum konsertum til nútíðar sjangrur, filmstónleik, jazz og sangleikir. Síðani 2005 hevur CNSO eisini skipað fyri Prag Proms Festival um summarið, ið við sínum merkisverda úrvali av framtraðkandi altjóða tónlistafólkum dregur eitt margfeldi av áhoyrarum til sín ár eftir ár.
Tónaskøld, dirigentar og tónlistafólk annars so sum Ennio Morricone, Lalo Schifrin, James Morrison, Branford & Wynton Marsalis, Pino Donnagio, Giuliano Taviani, José Carreras, Danny Elfman, Vince Mendoza, Giuseppe Tornatore, Carl Davis, Steven Mercurio, Marcello Rota, Christian Lindberg, Chick Corea, Vladimir Cosma venda aftur og aftur til Prag fyri antin at taka upp við orkestrinum ella framføra í tí vakra Smetana-salinum í ráðhúsinum í Prags, sum er heimapallurin hjá orkestrinum.
CNSO hevur eisini endurnýggjað sítt fasta samstarv gjøgnum nógv ár við Andrea Bocelli, umframt spælt saman við Rolando Villazon og Jonas Kaufmann. Orkestrið hevur samstarvað við nøkrum av teim mest framtraðkandi tónlistafólkunum, so sum Sting, George Michael, Natalie Cole, Dianne Reeves, Angélique Kidjo, Denise Donatelli, Ute Lemper og við stórum instrumentalistum, so sum James Morrison, Branford & Wynton Marsalis, Bobby Shew, Joe Lovano, John Abercrombie, John Patitucci, Dave Weckl, Chick Corea og mong onnur.
Tjekkiska tjóðarsymfoniorkestrið varð stovnað í 1993 av trompetistinum Jan Hasenöhrl saman við tí víðagitna dirigentinum Zden?k Košler. I 1996 var hann avloystur av amerikaneranum Paul Freeman, ið var verandi í starvinum sum høvuðsdirigentur í 10 ár.
Orkestrið hevur nú havt Libor Pešek sum høvuðsdirigent síðani 2007 – eitt tíðarskeið, sum kann lýsast sum einastandandi í mun til tal av haldarum og stuðlum, fimm væl eydnaðar konsertferðir kring Stórabretland, umframt søguliga avrikið við upptøkumaratoninum í árunum frá 2007 til 2017, har Libor Pešek og CNSO megnaðu at spæla inn allar symfoniirnar hjá Gustav Mahler í fullari longd.
Libor Pešek steðgaði á vári í 2019 og varð avloystur av amerikanska dirigentinum Steven Mercurio. Hesin frálíki tónleikarin og fyrrverandi næmingurin hjá Leonard Bernstein hevur arbeitt við orkestrinum i fleiri ár nú, og tað sær ikki mætari út, enn at úr hesum samstarvi spretta ein røð av lovandi og heilt serstøkum nýggjum verkætlanum.
Les meira um The Czech National Symphony Orchestra her: https://www.cnso.cz/en
THE CITY OF PRAGUE PHILHARMONIC ORCHESTRA
The City of Prague Philharmonic Orchestra er eitt heimskent symfoniorkestur, stovnað meira enn 60 ár síðani. Í orkestrinum spæla bæði klassiskir tónleikarar og jazztónleikarar… við gestastónleikarum valdir millum tónleikarar, sum lesa á tónleikahásk+ulanum í Prag. Orkestrið byrjaði at spæla beint eftir annan veraldarbardaga sum in-house orkestur fyri risastóra Barrandov Film Studios, har orkestrið regluliga spældi tónleik til filmar og teknifilmsframleiðslur framleiddar í heimskendu filmsupptøkuhøkunum í Prag, eins og orkestrið var partur av søguligu Krátký filmsframleiðslunum (merkir “stuttfilmur” á tjekkiskum), og framleiðslur fyri fyrrverandi tjekkoslovakiska tjóðarsjónvarpið.
Tá var orkestrið kent undir heitinum Filmový Symfonický Orchestr (FISYO) (Filmssymfoniorkestrið). Nógv frálíkir filmar – bæði tjekkiskir/tjekkoslovakiskir og altjóða filmar – hava tónleik innspældan við hesum orkestrinum fram til 1989, oftast innspældan í Smečky Sound Recording Studio.
Eftir sonevndu Floyalskollveltingina varð orkestrið einskilt og fekk sítt nýggja heiti av tónleikaframleiðaranum James Fitzpatrick in 1992 , so í dag velur The City of Prague Philharmonic Orchestra, undir leiðslu av Josef Pokluda, teir bestu tónleikararnar úr teimum bestu tjekkisku orkestrunum, og heldur fram at spæla og innspæla tónleik (vanliga hvønn dag í vikuni) – øll sløg av orkesturverkætlanum, harímillum fløguútgávur, størri altjóða filmsframleiðslur, sjónvarpsrøðir, sjónvarpsspøl og sjálvt ringitónar – bæði fyri tjekkiska marknaðin, men mest fyri kundar og miðlaframleiðslufeløg kring allan heim.
Orkestrið hevur fingið nógvar viðurkenningar fyri sínar innspælingar og hevur verið á nógvum evropeiskum konsertferðum við sínum films- og sjónvarpstónleiki. T.d. við Planet Earth- tónleiki, Video Games Live, umframt klassiskum tónleiki. Orkestrið spælir eisini ofta konsertiri Prag og hevur verið á ferð í Kina, Libanin, ymiskum Miðeysturlondum, og hæddarpunktið er teirra konsertir í 2010 í Santiago, Chile, við dirigentinum Nic Raine og gestaonlistamanninum Itzhak Perlman.
Les meira um City of Prague Philharmonic Orchestra her: https://www.cityofpraguephilharmonicorchestra.co.uk/
FØROYA SYMFONIORKESTUR
Føroya Symfoniorkestur er ikki við á hesi útgávuni men orkestrið er nevnt her, tí tað spældi ein sera stóra leiklut á fantastisku heiðurskonsertini fyri rithøvundin Jens Paula Heinesen. Konsertin var eisini útgávukonsert, har orkestrið framførdi øll seks løgini á útgávuni í Norðurlandahúsinum á degnum, sum Jens Pauli hevði fylt 90 ár, 12. november 2022, undir leiðslu av Bernarði Wilkinson við kórunum Tarira og Tórshavnar Manskóri, Enzo De Rosa á flygli og við Elini sum sangsolisti.
Kringvarp Føroya tók alt tiltakið upp á sjónband. Og á páskum árið eftir var heiðurskonsertin fyri Jens Paula Heinesen send í sjónvarpinum í tveimum pørtum, ávikavist 6. og 7. apríl 2023.
- Hygg at PARTI EITT.
- Hygg at PARTI TVEY.
Føroya Symfoniorkestur varð stovnað í 1983. Ein musikkskúli var stovnaður sum ein roynd árið fyri við nøkrum útbúnum tónleikarum, og í 1983 bleiv Føroya Musikkskúli so endeliga stovnaður við umleið 10 tónleikalærarum. Hetta, umframt tað nýggja stórbæra Norðurlandahúsið, sum lat upp í juni sama ár, merkti, at nú vóru knappliga bæði yrkislærdir tónleikarar og góðir karmar, sum gjørdu tað gjørligt at hava eitt symfoniorkestur.
Tað vóru tónleikalærararnir Magna Synnevåg og Kanny Sambleben sum saman við Alex Sólstein, Bogi Lützen o.ø., ið stovnaðu nýggja orkestrið, ið fekk heitið Føroya Symfoniorkestur. Føroyskir og útlendskir yrkistónleikarar í Føroyum saman við bestu næmingunum í musikkskúlanum, umframt nakrir yrkislærdir tónleikarar úr útlandinum skuldu manna hetta nýggja orkestrið. Hetta hevur verið leisturin, ið er brúktur øll árini líka síðani. Góða menningin hesi árini hevur tó verið, at førleikarnir hjá føroysku tónleikarum eru støðugt batnaðir, og talið av teimum er eisini støðugt vaksið.
Seinastu 20 árini hevur orkestrið havt stóra framgongd. Talið av tiltøkum er vaksið munandi frá umleið tveimum árligum konsertum til umleið 25 konsertir í 2014 t.d. Framgongdin hevur verið málrættað. Hetta er m.a. úrslit av øktari játtan og har av fylgjandi øktum virksemi, saman við tí góða arbeiðnum, sum musikkskúlarnir gera, har fleiri av teimum yrkislærdu tónleikarunum í orkestrinum virka sum lærarar. Fleiri tónleikarar hava eisini traðkað sínar barnaskógvar í musikkskúlanum og í symfoniorkestrinum, áðrenn teir fóru uttanlands at taka hægri tónleikaútbúgvingar.
Orkestrið er vanliga mannað við um 70 tónleikarum og er stjórnað av Bernhardi Wilkinson. Haraftrat er eisini knýtt eitt kór við umleið 120 góðum sangarum, som allir hava verið gjøgnum eina upptøkuroynd, umframt eitt barnakór við umleið 200 børnum. Tað er Føroya Sanglærarafelag, sum stendur fyri stóra barnakórinum til Barna- og jólakonsertina, sum Føroya Symfoniorkestur hevur spælt fyrsta vikuskifti í desembur tey seinastu mongu árini.
Orkestrið hevur verið á trimum konsertferðum uttanlands seinastu 30 árini. Í Hetlandi, í Danmark og í sambandi við hátíðarhaldið, tá orkestrið fylti 30 ár, hevði tað á heysti í 2013 konsert í Akureyri og í heimskendu Hørpu í Reykjavík í Íslandi.
Les meira um Føroya Symfoniorkestur her: https://www.symfoniorkestur.com/
SKERINGAR Á ÚTGÁVUNI:
Á føroyskum:
1. Sorgin er vøkur við (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen) – Triðja staklag úti 6. oktober 2023
2. Flóttin (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen) – Annað staklag úti 15. september 2023
3. Heystnáttin (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen)
4. Eg gangi við einum djúpi (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen)
5. Sóleyan lýsir um fløtur (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen) – Fyrsta staklag úti 12. november 2021
6. Eitt dýpi av dýrari tíð (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen)
Á Enskum:
7. Sorrow Is Beautiful Too (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen) – Triðja staklag úti 6. oktober 2023
8. The Refugee (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen) – Annað staklag úti 15. september 2023
9. Autumn Night (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen)
10. The Chasm Deep Within (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen)
11. Buttercups Light Up the Meadows (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen) – Fyrsta staklag úti 12. november 2021
12. A Chasm of Precious Time (Elin Brimheim Heinesen/Jens Pauli Heinesen)
SKERINGAR
1. SORGIN ER VØKUR VIÐ /
7. SORROW IS BEAUTIFUL TOO
“Við fyrsta eygnakast kann vera torført at tulka, hvat hendan yrkingin veruliga er um. Tað snýr seg í veruleikanum um at elska ein, sum ikki elskar teg aftur, lýst sum ein hugmynd av eini aldu, sum spælir sær rundan um eitt sker og roynir at fevna tað í hundrað, í túsund, ja helst í milliónir ár, men verður ongantíð veruliga sameint við skerið. Boðskapurin í yrkingini er, at kærleiki kortini altíð er tað verdur, eisini hóast ein ikki verður elskaður aftur, tí sorgin um vantandi kærleikan kann eisini vera vøkur. Soleiðis tulki eg yrkingina.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag:
Lag: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Orð: Jens Pauli Heinesen (1971)
Orð týdd/umskrivað til enskt: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Útseting fyri orkestur og kór: Enzo De Rosa
Orkesturupptøkur:
Orkestur: Čnso – Czech National Symphony Orchestra
Undir leiðslu av: Vladimir Martinka
Framleiðsluleiðari og ráðgevi: Laura Lungu
Ljóðtøkningur: Stanislav Baroch
Protools hjálparfólk: Martin Maslowski
Upptøkuhøli: Čnso Studios, Prague, Czech Republic
Sang og kórupptøkur:
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkningur fyri sangrødd: Bárður Háberg
Upptøkuhøli fyri sangrødd: Privat upptøkuhøli, Tórshavn, Faroe Islands
Kór: Kórið Tarira (20 M/K Choir)
Undirl leiðslu av: Bernharður Wilkinson
Ljóðtøkningur fyri kór: Kristoffer Mørkøre
Upptøkuhøli fyri kór: Hátún, Tórshavn, Faroe Islands
Tónabland og mastering:
Tónabland av orkestri og kóri: Ben Ewing
Tónabland – sangrødd: Ben Ewing / Bárður Háberg
Mastering: Camilo De Silva F Mastering
Sangurin á føroyskum:
Lurta her:
SORGIN ER VØKUR VIÐ
Dandar so blíðan bára
á kvøldi um nakið sker
Ongantíð hevur hon nomið
kærleikans aldugerð
Suðar so blíðan lotið
kátt er lagið, men kalt
Ongantíð hevur tað nomið
nomið við tað, ið er alt
Hugsjúk tí blíða báran
fevnir um nakið sker
Takið meg, køldu steinar
yndið meg einaferð
Trásjúkt tí mjúka lotið
smýgur um nakið basalt
Takið meg, køldu klettar
lívga meg tú, ið er alt
…..
Skuldi tað hent seg, at lagnan
ikki vil unna mær frið
:||: Spæl so, fiól og urga,
tí sorgin er vøkur við :||:
Sami sangur á enskum:
Lurta her:
SORROW IS BEAUTIFUL TOO
At dusk a wave gently seesaws
on a naked skerry in dance
Not once has it ever fondled
the waltzing waves of romance
A flurry of air whispers gently
a cheerful refrain, but cold
Not once has it ever cuddled
cuddled that trait which is all
That’s why this gentle sea wave
embraces the skerry in pain
Take me, cold stones, take me
love me, please, just one time
That’s why the breeze so fondly
caresses the naked basalt
Take me, cold rocks, take me
and comfort me, you, who are all
…………..
If destiny happens to hinder
a peaceful mind, through and through
:||: Then play for me, violin, and organ
‘cause sorrow is beautiful too :||:
2. FLÓTTIN /
8. THE REFUGEE
“Teksturin til hetta lagið eru upprunaliga frá einum sjónleiki, pápi skrivaði, og sum bleiv framførdur fyrst í 70’unum. Teksturin var upprunaliga skrivaður til eitt annað lag – eitt svenskt lag rópt En Valsmelodi. Men mær dámdi yrkingina so væl og helt, at hon hevði uppiborið sítt egna upprunalag. Yrkingin er um ein heim í knúsi og um at noyðast at flýggja frá øllum, ein eigur, og frá fólkunum, ein er góður við, og ikki minst um at standa andlit til andlits við eina ótrygga framtíð. Yrkingin hevur fingið endurnýggjaðan aktualitet í dag. Til ber at síggja yrkingina í ljósinum á verandi støðu við flóttum, sum flýggja frá altoyðileggjandi kríggjum í heimlondum sínum ella frá náttúruvanlukkum, elvdar av veðurlagsbroytingum ella øðrum ávum.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag:
Lag: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Orð: Jens Pauli Heinesen (1971)
Orð týdd/umskrivað til enskt: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Útseting fyri orkestur og kór: Enzo De Rosa
Orkesturupptøkur:
Orkestur: Čnso – Czech National Symphony Orchestra
Undir leiðslu av: Vladimir Martinka
Framleiðsluleiðari og ráðgevi: Laura Lungu
Ljóðtøkningur: Stanislav Baroch
Protools hjálparfólk: Martin Maslowski
Upptøkuhøli: Čnso Studios, Prague, Czech Republic
Sang og kórupptøkur:
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkningur fyri sangrødd: Bárður Háberg
Upptøkuhøli fyri sangrødd: Privat upptøkuhøli, Tórshavn, Faroe Islands
Kór: Kórið Tarira (20 M/K Choir)
Undirl leiðslu av: Bernharður Wilkinson
Ljóðtøkningur fyri kór: Kristoffer Mørkøre
Upptøkuhøli fyri kór: Hátún, Tórshavn, Faroe Islands
Tónabland og mastering:
Tónabland av orkestri og kóri: Ben Ewing
Tónabland – sangrødd: Ben Ewing / Bárður Háberg
Mastering: Camilo De Silva F Mastering
Sangurin á føroyskum:
Lurta her:
FLÓTTIN
Lættur í lund
spældi um stund
sól gylti skógir og tindar
Sangur og vín
unnustan mín
Ymiskir blæsa teir vindar
Deyðin fór herjandi buldur og gný
Smildraði heimin, sum vit livdu í
Á, tú týnandi makt millum manna
hvar finni eg lívd fyri tær
Skal eg eldast og ongantíð sanna
at her var rúm fyri mær
Burt í fjarløgdum londum frá vinum og heimi
eg siti í skugga hjá slóknandi eimi
Skal eg eldast og ongantíð sanna
at her var rúm fyri mær
Silvur og gull
húsini full
men hvar er mín lukka, mín gleði
Í einbýli her
øskukalt er
Dagurin dettur av degi
Geislar av eitri, hvørt sprek og hvørt strá
Tað lúrir eitt eyga í hvørjari vrá
Hygg tey styggja meg burtur við gandi
Tey unna mær als ongan frið
Eg má rýma frá húsi og landi
tó at sorgin hon fylgir mær við
Og tí sigli eg bát mín mót ókendum londum
og haldi um stýrið við skelvandi hondum
:||: Eg má rýma frá húsi og landi
tó at sorgin hon fylgir mær við :||:
Sami sangur á enskum:
Lurta her:
THE REFUGEE
Careless a while
all fun and smiles
at hillsides in sunny reflections
Singing and wine
darling of mine
Winds blow in different directions
The reaper went ravaging, rumbled, and rolled
shattered the planet on which we live all
Oh, calamitous force among humans
where will I find shelter from you?
Should I grow old and never be certain
that I have a place to roam to
In a foreign land far from my friends and my home
I’m sitting in shade by the embers alone
Should I grow old and never be certain
that I have a place to roam to?
Silver and gold
the house chockfull
But where is my luck and my pleasure
In solitude here
freezing in fear
Day follows day without leisure
Rays of poison in every crack
An eye is out lurking, I’m under attack
They scare me away with their sorcery
They give me no space to breathe
I must flee from my home and my country
though grieving accompanies me
And that’s why I’m sailing to faraway lands
and holding my wheel with trembling hands
:||: I must flee from my home and my country
though grieving accompanies me :||:
3. HEYSTNÁTTIN /
9. AUTUMN NIGHT
“Eg gjørdi hetta lagið og gjørdi kórútseting av lagnum í 2012 til eitt tiltak til heiðurs fyri pápa í sambandi við, at hann fylti 80 ár. Hetta er ein yrking, sum hann skrivaði, tá hann einans var ein ungur tannáringur uppá 18 ár, um dramatisku, harðrendu – og summatíðir óhugnaligu náttúrukreftirnar, sum sigra um heystið, serliga um náttina, drepa allan vøkstur og vekja øll spøkilsini, huldufólkini og risarnar. Tá eg gjørdi lagið til yrkingina, lat eg meg íblása av føroysku siðvenjuni at kvøða ella dansa føroyskan dans, tí ofta eru kvæðavísur serstakliga dramatiskar eisini.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag:
Lag: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Orð: Jens Pauli Heinesen (1971)
Orð týdd/umskrivað til enskt: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Útseting fyri orkestur og kór: Enzo De Rosa
Orkesturupptøkur:
Orkestur: Čnso – Czech National Symphony Orchestra
Undir leiðslu av: Vladimir Martinka
Framleiðsluleiðari og ráðgevi: Laura Lungu
Ljóðtøkningur: Stanislav Baroch
Protools hjálparfólk: Martin Maslowski
Upptøkuhøli: Čnso Studios, Prague, Czech Republic
Sang og kórupptøkur:
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkningur fyri sangrødd: Bárður Háberg
Upptøkuhøli fyri sangrødd: Privat upptøkuhøli, Tórshavn, Faroe Islands
Kór: Kórið Tarira (20 M/K Choir)
Undirl leiðslu av: Bernharður Wilkinson
Ljóðtøkningur fyri kór: Kristoffer Mørkøre
Upptøkuhøli fyri kór: Hátún, Tórshavn, Faroe Islands
Tónabland og mastering:
Tónabland av orkestri og kóri: Ben Ewing
Tónabland – sangrødd: Ben Ewing / Bárður Háberg
Mastering: Camilo De Silva F Mastering
Sangurin á føroyskum:
Lurta her:
HEYSTNÁTTIN
Legst á brekkur og varðar
tá dagurin varliga skýmir
eitt lag av háðandi myrkri
ið kemur, tá ljósið rýmir
Deyðin er altíð kvirrur
tøgn gløðir honum úr eygum
Náttin er hansara látur
ið vekir hamin hjá deyðum
Livnar í vátum lyngi
á sýnum og gomlum gøtum
Bøllutir steinar skakkir
vakna á víðum fløtum
Vindar, ið fara og koma
tættar og tungar nætur
suða í deyðum grasi
sum barn ið móðurleyst grætur
Livnar í svørtum botnum
í homrum og djúpum gjáum
Vitleyst berst móti lofti
látur úr tómum kráum
Føðast og farast í hvirlum
náttarljóð undir fjøllum
Vaksa í mannahugum
til súsan av ósæddum trøllum
Deyðin, hin blánandi ævi
ótaldar glanandi gátur
Á háðandi heystarnáttum
hoyrir tú hansara látur
Føtur, ið bangnir ferðast
á nátt yvir følnaðar urtir
:||: Rodnar ein kjálki í eystri
ið blæsur náttina burtur :||:
Sami sangur á enskum:
Lurta her:
AUTUMN NIGHT
Night falls on cairns on the hillsides
now the day has warily darkened
enshrouds them in tarnishing twilight
that follows when light grows absent
The reaper is always quiet
His eyes shining scarlet with stillness
The night is his rowdy riot
that wakes up the ghosts of the lifeless
Glistening heather awakens
on old paths on mountain-edges
Rounded boulders lie frightened
rise up on open stretches
Winds come and go on the moorland
Darkness is dense and defying
whispers in withered grassland
like motherless children crying
Pitch-dark gorges awaken
in clefts and abysmal trenches
Madly carried up skywards
laughter from shrivelled sedges
Born and then lost in whirlwinds
nightly noise under mountains
soaring in human senses
to gabble from ghostly giants
Death, that infinite bottom
countless mysteries glaring
On noxious nights in the autumn
his laughter is heard, unsparing
Fearful feet are out rushing
in darkness on withered flowers
:||: A cheek in the east is blushing
and blows off the nightly powers :||:
4. EG GANGI VIÐ EINUM DJÚPI /
10. THE CHASM DEEP WITHIN
“Tað er eingin loyna, at pápi leið av tunglyndi av og á. Tá tú lesur hesa yrkingina, gerst greitt, at hann visti, hvat hann tosaði um. Hetta er ein yrking um ta tilverukreppuna, sum nógv menniskju hava roynt, tá tey raka botnin í lívi teirra. Lívið kann vera hart, og flest fólk eru onkursvegna særd av ringum lívroyndum. Tá lívið ikki er so vinaligt við ein, sum ein kundi ynskt sær, kunnu fólk møguliga byrja at halda, at lívið er órættvíst og kunnu gerast beisk og ill inn á alt møguligt. Hesin beiskleiki kann oyðileggja fólk innanífrá og gera tey haturfull. Men kanska er ein uggi at finna í átrúnað og andligleika – í øllum førum í trúnni á tað góða í menniskjanum. Og ta trúnna varðveitti pápi altíð.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag:
Lag: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Orð: Jens Pauli Heinesen (1971)
Orð týdd/umskrivað til enskt: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Útseting fyri orkestur og kór: Enzo De Rosa
Orkesturupptøkur:
Orkestur: Čnso – Czech National Symphony Orchestra
Undir leiðslu av: Vladimir Martinka
Framleiðsluleiðari og ráðgevi: Laura Lungu
Ljóðtøkningur: Stanislav Baroch
Protools hjálparfólk: Martin Maslowski
Upptøkuhøli: Čnso Studios, Prague, Czech Republic
Sang og kórupptøkur:
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkningur fyri sangrødd: Bárður Háberg
Upptøkuhøli fyri sangrødd: Privat upptøkuhøli, Tórshavn, Faroe Islands
Kór: Kórið Tarira (20 M/K Choir)
Undirl leiðslu av: Bernharður Wilkinson
Ljóðtøkningur fyri kór: Kristoffer Mørkøre
Upptøkuhøli fyri kór: Hátún, Tórshavn, Faroe Islands
Tónabland og mastering:
Tónabland av orkestri og kóri: Ben Ewing
Tónabland – sangrødd: Ben Ewing / Bárður Háberg
Mastering: Camilo De Silva F Mastering
Sangurin á føroyskum:
Lurta her:
EG GANGI VIÐ EINUM DJÚPI
Eg gangi við einum djúpi
av ræðslu, hati og skuld
Tað djúpið er fostrað av sárum
ið liva og bløða í duld.
Eg pínist av hesum djúpi
har alt er hatur og neyð
:||: hvar vanlukkur síggjast at trívast
og mannabørn liggja deyð :||:
Men fram av teim ræðsludjúpum
ið loga í mannaond
har veksur hin ævigi botnur
ið brennur á deyðans strond
Skal meðan tað skýmir í verøld
og dagarnir renna framvið
:||: eg við hesum djúpi ganga
og einaferð farast harí? :||:
Nei, leið meg, tú grundari hjartans
til plássið, nú tveytúsund ár
har óndir tokkar forfarast
og hatur fær banasár
Ja, leið meg tú grundari hjartans
til plássið, nú tveytúsund ár
:||: har óndir tokkar forfarast
og hatur fær banasár :||:
Sami sangur á enskum:
Lurta her:
THE CHASM DEEP WITHIN
I walk with a chasm deep within me
of horror, of hate and of guilt
This horror is fostered by lesions
that bleed and reside concealed
I’m plagued by this chasm deep within me
where all is just hatred and dread
:||: where tragedy seems to flourish
and human beings lie dead :||:
But out from these depths of horror
that flame within human minds
this endless hollow is swelling
that burns at the shores of demise
Should I while the world slowly darkens
and days fly hastily by
:||: walk with this chasm deep within me
and perish in it one day? :||:
No, please, my pondering heart, lead me
to that place, now two thousand years
where evil desires dwindle
and hate gets its terminal tear
Yes, please, my pondering heart, lead me
to that place, now two thousand years
:||: where evil desires dwindle
and hate gets its terminal tear :||:
5. SÓLEYAN LÝSIR UM FLØTUR /
11. BUTTERCUPS LIGHT UP THE MEADOWS
Sjónbandalag á føroyskum:
Sjónbandalag á enskum:
“Hetta er eitt lag, sum eg gjørdi í 2012 til eina yrking hjá pápa mínum í sambandi við hátíðarhald tann dagin, hann hevði fylt 80 ár. Hann doyði tíverri árið fyri. Pápi skrivaði yrkingina í fyrst í sekstiárunum, tá kalda kríggið var uppá sítt hægsta. Ta tíðina høvdu øll eina ófrættakenda kenslu av onkrum, sum brádliga kundi raka tey hvørja løtu. Men kortini máttu fólk liva lívið víðari, sum um hóttanin ikki var til. Hetta úrslitaði helst í einum slag av lagnutrúgv millum fólk. Men pápa so líkt, hevði hann altíð eyga fyri tí stóru myndini og fyri náttúruni, sum bara er til uttan atlit at, hvat vit menniskju gera. Hóast alt so koma og fara teir – dagarnir, næturnar og árstíðirnar – og sóleyan (sóljan) blómar áhaldandi. Í tí stóra samanhanginum er menniskjað so evarska lítið í mun til nógv størri kreftir, sum kunnu knúsa heimin eftir lítlari løtu. Sera viðkomandi at hugsa um, nú menniskjan hevur verið noydd at stríðast við korona farsóttina, kríggj og eina eftirfylgjandi heimsumfatandi fíggjarkreppu.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag:
Lag: Elin Brimheim Heinesen (2012)
Orð: Jens Pauli Heinesen (1964)
Orð týdd/umskrivað til enskt: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Útseting fyri orkestur og kór: Enzo De Rosa
Orkesturupptøkur
Orkestur: City of Prague Philharmonic Orchestra
Undir leiðslu av: Adam Klemens
Framleiðsluleiðari og ráðgevi: Laura Lungu
Ljóðtøkningur: Jan Holzner
Protools hjálparfólk: Michael Hradisky
Upptøkuhøli: Smecky Music Studio, Prague, Czech Republic
Sang og kórupptøkur:
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkningur fyri sangrødd: Bárður Háberg
Upptøkuhøli fyri sangrødd: Privat upptøkuhøli, Tórshavn, Faroe Islands
Kór: Tórshavnar Manskór (60 mans)
Undir leiðslu av: Bjarni Restorff
Ljóðtøkningur fyri kór: Finnur Hansen
Upptøkuhøli fyri kór: Hátún, Tórshavn, Føroyar
Tónabland og mastering:
Tónabland av orkestri og kóri: Finnur Hansen
Tónabland – sangrødd: Bárður Háberg
Mastering: Camilo De Silva F Mastering
Sangurin á føroyskum:
Lurta her:
SÓLEYAN LÝSIR UM FLØTUR
Kvøldar á sundi, nátt er í nánd
Sólin at havgeiri dregur
Nátarnir flúgva at sovandi strond
Minnini hava so kalda hond
ið kínir tær, tá ið tú svevur
Streymar á sundi, streymar í mær
broddur av drepandi iva
sum melur í klingur, bønar um svar
Men dunið út úr gjáunum lær
at okkum, ið elska, ið liva
…………..
Tey spæla bert við okkum, lívsins kor
tær sælu, lygnandi løtur
nú lombini leika í grønari skor
og heimar smildrast við eittans orð
og sóleyan lýsir um fløtur
Sóleyan lýsir um fløtur
Sami sangur á enskum:
Lurta her:
BUTTERCUPS LIGHT UP THE MEADOWS
Dusk on the sound, day lingers no more
The sun falls behind the horizon
The fulmars fly full to the slumbering shore
The memories stroke you, cold and sore
at night from where dreams are arising
Streams on the sound, fast flowing in me
a pinching of gruelling misgivings
swirls round and round, begging, yearning for heed
But rumble from gorges revels in glee
at us and our loving and living
…………..
They play around with us, all palettes of life
these blissful and marvellous moments
while lambs are at play on grassy hillsides
and worlds are smashed by a single might
while buttercups light up the meadows
Buttercups light up the meadows
6. EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ /
12. A CHASM OF PRECIOUS TIME
“Hetta lagið var tað fyrsta eg gjørdi til eina yrking hjá pápa. Pápi skrivaði yrkingina einans 21 ára gamal, eftir at hansara táverandi unnusta gjørdi tað liðugt við hann. Men yrkingin snýr seg kortini ikki um ólukkuligan kærleika. Tvørturímóti. Hon snýr seg meira um vón – um hvussu dýrabær ein gáva lívið er, hóast tað kann vera hart onkuntíð, tá vit møta mótgongd og lívið tykist meiningsleyst. Helst hevur pápi viljað uggað seg sjálvan, tá hann skrivaði hesa djúptøknu yrkingina, sum eg persónliga altíð havi elskað. Lagið, sum eg gjørdi til yrkingina, var fyrstu ferð givið út í 1988 á NALJA- útgávuni og so aftur í 2002, tá pápi fylti 70, men hesaferð í eini symfoniskari útgávu við orkestri, manskóri og mær sum sangsolisti. Gulla Øregaard, sum gjørdi ein heimildarfilm um pápa, vildi brúka lagið til filmin, og megnaði at fáa fígging til innspælingina. Eg leitaði og fann danska tónaskaldið, Søren Hyldgaard, sum eg setti meg í samband við at spyrja, um hann kundi hjálpa við at gera eina symfoniska útgávu av lagnum. Tað vildi hann fegin. Tónleikurin var síðani innspældur í Prag við City og Prague Philharmonic Orchestra. Søren og eg høvdu eitt sera gott samstarv, men tíverri doyði Søren fyri nøkrum árum síðani av sjúku. Tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at Eitt dýpi av dýrari tíð hevur fingið sera góða móttøku. Í eini spurnarkanning í 2018, har Útvarp Føroya spurdi lurtararnar hvønn sang teimum dámdi best millum teir mongu túsund sangirnar, givnir út seinastu 50 árini, kom hesin sangurin inn á fjórðaplássið. Lurta eftir lagnum á hesi síðuni: Eitt vælumtókt lag, har til ber at lesa meira um lagið og hoyra tað – bæði í upprunalíki og í symfonisku útgávuni. Fleiri hava týtt yrkingina til enskt, men týðingina á hesi útgávuni, eigi eg sjálv. Eg havi veruliga roynt at verið so trúgv sum yvirhøvur gjørligt móti upprunayrkingini.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag:
Lag: Elin Brimheim Heinesen (1987)
Orð: Jens Pauli Heinesen (1953)
Orð týdd til enskt: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Útseting fyri orkestur og kór: Søren Hyldgaard
Orkesturupptøkur:
Orkestur: City of Prague Philharmonic Orchestra
Undir leiðslu av: Mario Klemens
Upptøkuhøli: Smecky Music Studio, Prague, Czech Republic
Sang- og kórupptøkur:
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkningur sang: Finnur Hansen, Bárður Háberg
Upptøkuhøli sang: Útvarpshøllin, Tórshavn, Faroe Islands
Kór: Tórshavnar Manskór (60-man choir)
Undir leiðslu av: Bjarna Restorff
Ljóðtøkningur kór: Finnur Hansen
Kór upptøkuhøli: Útvarpshøllin, Tórshavn, Faroe Islands
Tónabland & Mastering:
Tónabland av orkestri og kóri: Finnur Hansen
Endurnýggjað tónabland: Ben Ewing
Endurnýggjan av sangtónablandi: Finnur Hansen, Bárður Háberg
Mastering: Camilo De Silva F Mastering
Sangurin á føroyskum:
Lurta her:
EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ
So verður sagt av monnum
at lívið er markleys neyð
eitt dýpi av gráum døgum
og børn, ið biðja um breyð
Kanska er lívið sorgarlag
Kanska er lívið gott
Og kanska eg ein skínandi dag
beri kenslu av myrkari nátt
Í nátt er luftin so rein og klár
bládjúp og ísandi køld
Foldin hvílir í hvítari tøgn
og norðlýsið reisir sær tjøld
Og vit mítt er fult av tonkum
á ferð út á víðan veg
at finna á miðleysu náttargongd
tann vísdóm, ið uggar meg
Men ongan vísdóm eg finni
ið sigur tey sonnu orð
Sum bløðandi fuglar falla tey
aftur at hvítari for
Tó eg veit at dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim
tá gentur og dreingir spenna
sum folar í dans og gleim
Tá barmur mín spentur av undran
av eydnu, av tungari trá
av iva og sorgarløgum
Eisini, eisini tá
:||: veit eg at lívið er gáva
eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní :||:
Sami sangur á enskum:
Lurta her:
A CHASM OF PRECIOUS TIME
So many people are saying
that life is eternal dread
a chasm of mournful moments
and children begging for bread
Life may well be a mournful song
Life may well be alright
And maybe I on a sunshiny day
remember a shadowy night
Tonight, the air is so pure and clear
deep blue and icy cold
Earth lies beneath a silent, white layer
and northern lights let their veils fold
My mind is so full of wondering
and travelling far in the blind
tonight, without heading or purpose trying
to heartening wisdom find
But there is no wisdom to gather
that brings out those trusty words
Like bleeding birds, they shatter right down
back on the snow-covered earth
But I know that treasures are buried
deep down in the ember’s grey
when girls and boys, unwearied
are dancing like foals in play
That is when my heart bursts with wonder
of yearn and deep melancholy
of doubt and of bliss and shudder
Even those moments I see
:||: see that this life is an offering
a chasm of precious time, you
were given to go through exploring
to drift and to stray deep into :||:
CREDIT LIST FYRI ALLA ÚTGÁVUNA
Orð og lag:
Løg (1-6 / 7-12): ELIN BRIMHEIM HEINESEN
Orð: (1-6): JENS PAULI HEINESEN
Orð týdd/umskrivað til enskt (7-12): ELIN BRIMHEIM HEINESEN
Útseting fyri orkestur og kór (1-5 / 7-11): ENZO DE ROSA
Útseting fyri orkestur og kór (6 / 12): SØREN HYLDGAARD
Orkesturupptøkur:
Orkestur (1-4 / 7-10): ČNSO – CZECH NATIONAL SYMPHONY ORCHESTRA
Undir leiðslu av (1-4 / 7-10): VLADIMIR MARTINKA
Orkestur (5-6 / 11-12): CITY OF PRAGUE PHILHARMONIC ORCHESTRA
Undir leiðslu av (5 / 11): ADAM KLEMENS
Undir leiðslu av (6 / 12): MARIO KLEMENS
Høvuðsframleiðari og ráðgevi (1-5 / 7-11): LAURA LUNGU
Ljóðtøkningur ( 1-4 / 7-10): STANISLAV BAROCH
Ljóðtøkningur (5 / 11): JAN HOLZNER
ProTools hjálparfólk (1-4 / 7-10): MARTIN MASLOWSKI
ProTools hjálparfólk (5 / 11): MICHAEL HRADISKY
Upptøkuhøli (1-4 / 7-10): ČNSO STUDIOS, Prague, Czech Republic
Upptøkuhøli(5-6 / 11-12): SMECKY MUSIC STUDIO, Prague, Czech Republic
Sang- og kórupptøkur:
Sangsolistur (1-6 / 7-12): ELIN BRIMHEIM HEINESEN
Ljóðtøkningur sang (1-5 / 7-11): BÁRÐUR HÁBERG
Ljóðtøkningur sang (6 / 12): FINNUR HANSEN
Upptøkuhøli sang (1-6 / 7-12): PRIVAT UPPTØKUHØLI, Tórshavn, Faroe Islands
Upptøkuhøli sang (6 / 12): ÚTVARPSHØLLIN, Tórshavn, Faroe Islands
Kór (1-4 / 7-10): KÓRIÐ TARIRA (20 m/k)
Undir leiðslu av (1-4 / 7-10): BERNHARÐUR WILKINSON
Ljóðtøkningur kór (1-4 / 7-10): KRISTOFFER MØRKØRE
Kór (5-6 / 11-12): TÓRSHAVNAR MANSKÓR (60 mans)
Undir leiðslu av: (5-6 / 11-12): BJARNI RESTORFF
Ljóðtøkningur kór (5-6 / 11-12): FINNUR HANSEN
Kórupptøkuhøli (1-5 / 7-11): HÁTÚN, Tórshavn, Faroe Islands
Kórupptøkuhøli (6 / 12): ÚTVARPSHØLLIN, Tórshavn, Faroe Islands
Tónabland og mastering:
Tónabland av orkestri og kóri (5-6 / 11-12): FINNUR HANSEN
Tónabland av orkestri og kóri(1-4, 6 / 7-10, 12): BEN EWING
Tónabland av sangi (1-4, 6 / 7-10, 12): BEN EWING
Tónabland av sangi (1-6 / 7-12): BÁRÐUR HÁBERG
Mastering (1-6 / 7-12): CAMILO DE SILVA F MASTERING
Myndir og artwork:
Mynd á forsíðu (konsert við FSO 12 Nov 2022): FRÓÐI VESTERGAARD (Norðurlandahúsið, Tórshavn)
Mynd á baksíðu (Trøllkonufingur, Sandavágur): ROBERT BAHN
Aðrar myndir: PRIVATOGN
Grafisk sniðgeving: ELIN BRIMHEIM HEINESEN
Gulir prýðislutir á forsíðu og etikett: ANNIKA ARGE GREGORIUSSEN
Uppseting: RÓGVI ODVØRSON (Føroyaprent)
Givið út:
TUTL
Reynagøta 12
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
www.tutl.com
info@tutl.com
HJF651 * 2023