TÓNLISTAFÓLK: Elin Brimheim Heinesen
ÚTGÁVUDAGUR: Leygardagur 7. juli 2018
25. juni 2018 fylti ELIN BRIMHEIM HEINESEN 60 ár. Hon hátíðarhelt runda føðingardagin við at halda føðingardagsveitslu leygarkvøldið 7. juli í Sjónleikarhúsinum í Havn. Veitslan var samstundis útgávuveitsla, tí hon gav eisini út nýggja fløgu við heitinum „Handan stjørnurnar“ við 12 løgum, hon sjálv hevur gjørt – júst 30 ár eftir, at NALJA bandið kom út, sum Elin gav út saman við Kára Linderoth Jacobsen. Hóast Elin hevur verið virkin sum tónleikari leingi, er útgávan í roynd og veru fyrsta fløgan, hon gevur út sum einstaklingur.
LURTA EFTIR ÚTGÁVUNI HER:
OBS! Skrolla niður fyri at lesa sangtekstrnar, meðan tú lurtar.
HÚSIN:
EYDNAÐIST ENDILIGA EFTIR 30 ÁR
Elin hevur havt ætlanir um eina útgávu við egnum tónleiki, líka síðani NALJA kom út í 1988, men tað eydnaðist ikki fyrr enn 30 ár seinni. Fløgan „Handan stjørnurnar“ er eitt úrval við 12 løgum, sum ongantíð fyrr eru givin út. Elin hevur valt tey burtur úr rúgvuni av løgum, hon hevur gjørt, síðani hon sum ungur tannáringur fór undir at skriva sangir.
Elin segði soleiðis við miðlarnar ísv. útgávuna: – Eg havi sungið nógv, men inntil nú havi eg bara tvær útgávur á baki í mínum lívi: NALJA, har helvtin vóru míni løg, og so Yndisløg, sum ikki vóru míni egnu løg. So eg havi droymt um at geva eina fløgu út bara við mínum egnu løgum.
Til spurningn um, hví hon hevur bíðað so leingi við tí, svaraði hon: – Tað hevur bara ikki ligið fyri. Eg havi ikki havt ráð og havi eisini verið so upptikin av so nógvum øðrum, so tónleikurin var altíð raðfestur síðst. Men, sigur Elin, og heldur fram: – Fyri tveimum árum síðani hugsaði eg við mær sjálvari: Nú fyllir tú skjótt 60 ár, so skal tað vera, so má tað vera nú! Tað ber ikki til, at alt bara skal verða liggjandi í skuffuni, har eingin fær gleði av tí.
SPART SAMAN TIL VERKÆTLANINA
Væl tilstuðlað av vinfólkum og tónleikarum, sum hon hevur spælt konsertir saman við seinastu árini, vaks tankin um, at tónleikur hennara var verdur at geva út.
Hon lovaði sær sjálvari, at hon skuldi geva eina fløgu út í allarseinasta lagi á sínum 60 ára føðingardegi.
Myndir frá 60 ára føðingardags- og útgávuveitsluni leygardagin 7. juli 2018:
– Eg valdi nøkur løg hjá mær út, sum eg helt mest sannlíkt kunnu halda til tíðarinnar tonn, og so fór eg undir at spara pengar saman fyri at hava nóg mikið til at spæla tónleikin inn fyri.
Tá tað nú endiliga skuldi vera, vildi Elin fegin gera eina fløgu við øllum, hon hevði droymt um – kóri, strúkarum, blásarum osfr., so hon visti, at tónleikurin fór helst at vera kostnaðarmikil at framleiða.
GOTT SAMSTARV VIÐ FINN HANSEN
Gott hálvt ár áðrenn útgávuna metti hon seg at hava spart nóg mikið upp til, at tað fór at kunna lata seg gera, og ringdi so til Finnur Hansen fyri at gera avtalu um tíð í upptøkuhølunum hjá honum.
– „Tað var uppá tíðina“, svaraði hann bara, sigur Elin og flennir. – Finnur og eg hava samstarvað fyrr, m.a. hevur Finnur spælt konsertir saman við NALJA, og var tøkningur á symfonisku útgávuni av „Eitt dýpi av dýrari tíð“, umframt tøkningur á útgávuni „Yndisløg“, og vit hava altíð havt eitt gott samstarv.
Tey gjørdu avtalu um at byrja fyrstu upptøkurnar í februar í ár við Finni sum tøkningi og viðframleiðara. Haraftrat hava tey bæði skiftst um at gera útsetingar til ymisk ljóðføri á útgávuni.
– Eg vildi fegin sjálv so vítt gjørligt framleiða og leggja mína egnu útgávu til rættis og gera útsetingar fyri kór, strúkarar, horn o.a., sigur Elin. – Men samstundis visti eg, at Finnur hevur so ómetaliga nógv fleiri royndir við tónleikaframleiðslu enn eg, so sjálvsagt fór eg at lurta væl eftir hansara góðu ráðum eisini. Og so er hann jú eisini ein framúrskarandi tónleikari, so býttari var eg, um eg ikki tók ímóti hansara kreativa íkasti. So vit funnu eitt gott arbeiðsbýti, haldi eg, har vit hava gjørt alt í sátt og semju. Finnur hevur verið ein fantastiskur viðspælari og ein sannur tónlistagandakallur.
Livandi myndir frá tíðini í upptøkuhølinum:
STÓRA VIRÐING FYRI TÓNLEIKARUNUM
Elin heitti eisini á aðrar dugnaligar tónleikarar, har av fleiri av teimum kendu nógv løg hjá henni frammanundan, tí tey hava spælt konsertir saman seinastu árini. Teir vóru fúsir at vera við í verkætlanini og spældu grundleggjandi ljóðførini inn – trummur, bass, gittar og ljómborð. Síðani vóru fleiri løg løgd omaná grundina, so sum kór, strúkarar og blásiljóðføri osfr. Partar av tónleikinum eru útsettir frammanundan og spældir inn eftir nótum, meðan annað er improviserað.
Elin greiddi frá, hvønn stíl, hon ynskti, tey skuldu leggja seg eftir í hvørjum lag, og so fingu tónleikararnir annars rímiliga fríar ræsur til at gera egnar tulkingar við sínum egna ljóðføri.
– Eg havi sera stóra virðing fyri hesum serstakliga dugnaligu fólkunum, so sjálvsagt lat eg tey sleppa at spæla soleiðis, sum tey duga best – so nógv betur enn eg nakrantíð kundi gjørt tað, so eg havi fingið ómetaliga nógv forerandi. Men eg vildi fegin hava síðsta orðið, tá tað kom til tað meira yvirskipaða, so sum akkordval, stíl, rútmu, tempo, klang o.a. Finnur og allir hinir tónleikararnir eru serstakliga professionell, øll somul, og hava dugað sera væl at raka tann stílin og tað huglagið, eg fegin vildi hava.
FUNNU UPPÁ SOMU MYND TIL HÚSAN
– Eg hevði sjálv gjørt eitt uppskot til fløguhúsa við eini tekning hjá nøkrum nýsælendingum, sum vóru í Føroyum í fjør og teknaðu myndir. Eg heitti á grafikaran Hans Juul Nystrøm Hansen um at seta húsan upp. Tað løgna var, at áðrenn eg vísti Hans Juul mítt uppskot, hálaði hann eina mynd fram, sum hann helt fór at hóska seg væl til húsan. Eg var púra tikin á bóli, tá eg sá, at hetta var akkurát sama mynd, sum eg hevði brúkt í mínum uppskoti, uttan at hann vitsti av tí! So tað má næstan hava verið meiningin, at tað skuldi vera júst hendan myndin.
– Øll, sum eg havi heitt á og biðið um at geva sítt íkast, hava verið ótrúliga jalig og hava givið seg av fullum huga í verkætlanina, so tað hevur verið ein sonn fragd at arbeiða saman við øllum og við útgávuni sum heild allan vegin ígjøgnum. Eg eri ómetaliga glað fyri, at eg endiliga kann leggja úrslitið fram – eina fløgu við heitinum „Handan stjørnurnar“ við 12 av mínum egnu løgum.
Fløgan kom á marknaðin leygardagin 7. juli 2018, men almenningurin hevði longu havt møguleika fyri at hoyra tvey stakløg áðrenn, tí 22. juni 2018 kom fyrsta staklagið frá fløguni út. Talan var um lagið „Søti mín“. Og vikuna eftir 29. juni varð so annað staklagið slept við heitinum „Tú vart altíð har“.
HER ERU FÓLKINI, SUM HAVA MYNDAÐ ÚTGÁVUNA
Elin Brimheim Heinesen gjørdi øll løgini og skrivaði allar tekstirnar. Eitt einstakt lag, „Kemur tú aftur“, hevur hon gjørt saman við Árna Jóhannesson, kendur sum forsangari í Punjab. Elin tilrættislegði øll løgini saman við Finni Hansen, umframt gjørdi útsetingar fyri ymisk ljóðføri, sang øll løgini, spældi gittar og sang kór.
Finnur Hansen var ljóðtøkningur, ljóðblandaði og tilrættislegði saman við Elini og gjørdi útsetingar fyri ymisk ljóðføri, umframt spældi ljómborð, gittar, harmoniku, slagverk og sang kór.
Jan Eliasson frá Audioplanet ApS gjørdi masteringina.
Arnold Ludvig spældi bass og gjørdi útseting fyri blásarar á „Søti mín“, Rógvi á Rógvu spældi trummur og ymisk slagverk, og Rúni Eysturlíð og Leivur Thomsen spældu gittarar av ymiskum slag.
Angelika Nielsen og Jón Festirstein spældu violin og bratch og Tóri Restorff Jacobsen spældi cello.
Hentze Horns vóru við á „Søti mín“– Johan Hentze spældi 1. trompet, Rúni Hentze 2. trompet, Mortan Zachariassen spældi saxofon og Elspa Samuelsen spældi trombon.
Ólavur Olsen spældi horn, Ole Himmelstrup spældi saxofon og Andrea Hendriksdóttir spældi tvørfloytu á øðrum løgum.
Umframt Finn og Elina, sungu Malan Thomsen, Anna Maria Olsen, Kim Hansen og Karl Martin Samuelsen eisini kór.
Hans Juul Hansen stóð fyri grafiska arbeiðnum á húsanum. Og Zoe Elliot og Tim Vaughan-Sanders frá „31 Days In“ í Nýggja Sælandi, lótu tekningina av Bryggjubakka / Vágsbotni til húsan, meðan italski fotografurin Alessio Mesiano tók myndina av Elini í húsanum.
SKERINGAR Á ÚTGÁVUNI:
- Tú vart altíð har (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Søti mín (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Landið handan stjørnurnar (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Útistongd (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Fríggjakvøld (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Sprettandi vár (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Elli (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Vit liva saman (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Hann keddur er (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Kemur tú aftur (Orð: Elin Brimheim Heinesen. Lag: Elin Brimheim Heinesen, Árni Jóhannesson)
- Náttarsangur mammunar (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
- Mín varði (Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen)
SKERINGAR
1. TÚ VART ALTÍÐ HAR
“Hetta lagið skrivaði eg upprunaliga, tá ein omma mín júst var deyð. Upprunateksturin snúði seg í roynd og veru um saknin eftir ommu míni, men eg helt, at lag og tekstur hóskaðu ikki heilt saman, so seinni skrivaði eg ein nýggjan tekst til lagið, sum snýr seg meira breitt um, tá eitt parlag endar, har ein ynskir sær, at alt kundi verið øðrvísi og at fáa ein kjans aftrat. Kærleikin hvørvur jú ikki neyðturviliga fyri tað, um tvey finna út av, at tað bara ikki riggar at liva saman.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS
Strúkaraútseting: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Horn- og tvørfloytuútseting: Elin Brimheim Heinesen
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Malan Thomsen, Finnur Hansen, Elin Brimheim Heinesen
Ljómborð, triangul: Finnur Hansen
Rútmugittar: Rúni Eysturlíð
Elgittar: Finnur Hansen, Leivur Thomsen (solo)
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Horn: Ólavur Olsen
Violin, bratch: Angelika Nielsen
Cello: Tóri Restorff Jacobsen
Tvørfloyta: Andrea Hendriksdóttir
Sangtekstur:
TÚ VART ALTÍÐ HAR
Her ert tú, mín elskaði skattur.
Sakni teg so nógv, tí eg
kann aldri finna nakran betri.
Sá teg altíð standa og bíða,
hyggja eftir mær,
tá ið eg koyrdi heim, tí…
Tú vart altíð har
heima hjá mær.
Við eitt, so vart tú burtur.
Tað er so nógv, sum
eg vildi gjørt um,
men ov seint var.
So einsamøll tá har,
mær longdist eftir tær.
Torført er at greiða frá, hvussu
syrgin eg, tá var um teg,
og hvussu nógv eg ynskti, at eg
hitti teg og sá, at tú vildi
fyrigeva mær og
halda fast um meg. Tí…
Tú vart altíð har…
2. SØTI MÍN
“Forelskilsi kveikir ofta skapandi virksemi. Hetta smáerotiska lagið skrivaði eg, tá eg og (tá komandi, nú fyrrverandi) maður mín júst vóru flutt saman. Sum skilst, vóru vit rættiliga forelskað.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS
Blásaraútseting: Arnold Ludvig
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Anna Maria Olsen
Ljómborð: Finnur Hansen
Elgittar: Rúni Eysturlíð, Finnur Hansen
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
1. trompet: Johan Hentze
2. trompet: Rúni Hentze
Saksofon: Mortan Zachariassen
Trombon: Elspa Samuelsen
Sangtekstur:
SØTI MÍN
Søti mín,
muður tín
kyssir eymt mítt enni.
Góði mín,
hugur tín
flakkar, og eg kenni
andadrátt.
Veitst tú brátt,
tað er tær mær hugar.
Lurta nú,
hoyrir tú,
vindur úti suðar.
Einsamøll
her í høll,
halda um hvørt annað,
kinn mót kinn.
Uppøst sinn.
Eygu kaga, kanna.
Eygnabrá
hvíla á
hondini, sum kínir.
Bróstið mítt
andar títt.
Giti tankar tínar.
3. LANDIÐ HANDAN STJØRNURNAR
“Fyri nógvum árum síðani fór eg upp á ovasta loft hjá foreldrunum at rudda. Djúpt niðri í eini gamlari pappeskju fann eg ein tekst til eina vøgguvísu, sum eg skrivaði sum bara 12 ára gomul til eitt lag, ið var væl umtókt, tá eg var barn. Tað var bara eitt ørindi, men teksturin legði upp til eina longri søgu, og eg helt hann verða so fittan, at eg setti meg at skriva søguna lidna við nøkrum ørindum aftrat. Nøkur ár seinni gjørdi eg eitt nýtt lag til tekstin í ‘latin’ rútmu, sum mær altíð hevur dámt so væl, síðani eg búði í Suðurspania eitt ár sum 10-11 ára gomul. Tað er sjálvsagt tað lagið, sum brúkt er í hesi útgávuni.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Saksofon: Ole Himmelstrup
Ljómborð: Finnur Hansen
Hálvakustiskur gittar: Rúni Eysturlíð
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Sangtekstur:
LANDIÐ HANDAN STJØRNURNAR
Lítli vinur, legg teg nú at sova.
Dagur farin er og náttin nær.
Et nú breyðið, mamma hevur lovað,
áðrenn Hákun kemur eftir tær.
Hákun er ein pinkalítil drongur,
blakar sand i eyguni á tær.
Eygu detta saman, høvdið hongur
Skjótt tú sova skalt
– við lítla Snar.
Hákun dugir kynsturið at flúgva,
teskar gandaorð í oyra títt.
Telur um tað land, har álvar búgva,
har veðrið altíð er so fjálgt og lýtt.
Hákun flýgur teg til dreymalandið.
Stuttligt er hjá tær at koma har.
Bert Hákun hann er við, er eingin vandi
og mamma, pápi og
– so lítli Snar.
Hákun, mamma, Snar og tú og pápi
flúgva langt, langt upp um stjørnurnar.
Sveima dandandi i einum skápi,
upp um kantin darla føturnir.
Snar hann goyr, og tú og Hákun flenna,
tí at mánin kitlar tínar tær.
Eftir tykkum skýggini tey renna.
Eftir teimum renn-
ir lítli Snar.
Alt ov skjótt er henda ferð at enda.
Morgunsólin kagar inn til tín.
Áðrenn tú veitst av, fert tú at lenda
so bleytt í songini hjá tær, mítt skrín.
Snar er skjótur upp og kemur glaður
rennandi og goyr og sleikir tær.
Kom nú upp! Ein spildurnýggjur dagur
nú bíðar eftir tær
– og lítla Snar.
4. ÚTISTONGD
“Hetta lagið skrivaði eg á heilt ungum árum um tveir samkyndar vinir, eg hevði. Men hetta kundi eins væl snúð seg um øll, ið onkursvegna ikki kenna, at tað er pláss fyri teimum í Føroyum. Mínir samkyndu vinir vóru par og kendu seg noyddar at flyta úr Føroyum, tí teir óttaðust samfelagsins dóm og ta viðferð, teir væntaðu at fáa, um teir dittaðu sær opið at vísa kærleikan til hvønnannan. Samfelagið var ikki serliga tolsamt mótvegis samkyndum júst tá, og samkynd vóru ikki altíð líka væl viðfarin, so tey flestu valdu at rýma úr Føroyum – ofta við sorg í hjartanum og við sakni eftir elskaða heimlandinum. Men hetta er tíbetur broytt nógv til tað betra í dag.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Strúkaraútseting: Finnur Hansen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Ljómborð: Finnur Hansen
Akk. gittar: Elin Brimheim Heinesen, Rúni Eysturlíð
Elgittar: Finnur Hansen
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Harmonika: Finnur Hansen
Violin, bratch: Angelika Nielsen
Cello: Tóri Restorff Jacobsen
Sangtekstur:
ÚTISTONGD
Veðrið er gott uttanfyri.
Luftin er támut og heit.
Børnini spæla á bønum
og í túninum í onkrari veit.
Fólkini ganga á vegnum
og eru so kát og so ber.
Men vit báðir inni her
liva í eini heilt aðrari verð.
Nei, eingin veit at siga,
hvar vit enda.
Nanana nana nananaaaa
Í Føroyum er helst gott at vera.
Vit vuksu og blómaðu her.
Tí kennist tað tungt at rýma
úr okkara vælkendu verð.
Men her er ei rúm fyri øllum.
At enda her gjørdist ov trongt,
og soleiðis er lívsins gongd.
Slík sum vit verða útistongd.
Nei, eingin veit at siga…
Vit vita ei, hvat okkum væntar,
men mugu ei fella í fátt.
Vit vita, at onkustaðni botnar,
men at leypa krevur dirvi og mátt.
Vit vita, at hóast vit enda
eitt stað, sum vit ei kenna til,
so fylgir sólin tó við,
ja, sólin er kortini við.
Nei, eingin veit at siga…
5. FRÍGGJAKVØLD
“Onkuntíð komi eg í eitt serligt huglag, tá eg komi heim eftir ein túr í býnum, upplyft og kveikt av upplivingum. Hetta lagið skrivaði eg einaferð eftir ein hugfangandi býtúr eitt fríggjakvøld, har eg eygleiddi yðjandi lívið í býnum og ímyndaði mær søgurnar hjá øllum teim einstøku fólkunum, eg sá, sum einans við at krossa mína leið hetta kvøldið óvitandi góvu mær íblástur til eitt lag. Hetta var so tað, ið spurdist burturúr.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Hornútseting: Elin Brimheim Heinesen
Sangur og kór: Elin Brimheim Heinesen
Ljómborð: Finnur Hansen
Akk. gittar: Finnur Hansen
Elgittar: Leivur Thomsen
Bass: Arnold Ludvig
Trummur og slagverk: Rógvi á Rógvu
Horn: Ólavur Olsen
Sangtekstur:
FRÍGGJAKVØLD
Fríggjakvøld fara fólk at síggja fólk.
Fólk fara út at síggja onnur, á ja,
síggja onnur eygleiða hvørt annað,
og tey eygleiða hvørt annað, á ja.
Fríggjakvøld, tey fara køld
út at verma hvørt annað.
Tey royna at spæla so líkasæl
og at látast, sum um tey hoyra til,
men als eingin veit,
hvat er rætt, og hvat er rangt,
og hvat hvør her í grundini vil.
Fríggjakvøld, onkur grætur, onkur flennir,
onkur berjist, onkur rennur, á ja.
Nøkur fitt fólk fjasa hvørt við annað.
Summi svíkja nú hvørt annað, á ja.
Fríggjakvøld, so einsamøld
tey uppøsa hvørt annað.
Tey royna at spæla…
Er kærleiki tað?
Kanska er tað tað.
Eg haldi, tað er tað.
Kærleiki er tað.
Ja.
Fríggjakvøld, tá fer ungdómur í býin,
ja, øll fara út í býin, á ja.
fyri’at leita, leita til hvørt annað
ja, øll leit’inn til hvørt annað, á ja.
Fríggjakvøld, øld eftir øld,
tey bert erta hvørt annað.
Tey royna at spæla…
Er kærleiki tað?…
Ja.
Tað er kærleiki.
6. SPRETTANDI VÁR
“Í mínum lívi havi eg elskað nógv og inniliga, bæði høgt og djúpt, so her er aftur eitt lag um at vera forelskað – um at vera saman við sínum elskaða úti í Guds fríu náttúru í góðum veðrið um várið, har sólin sær, har alt sprettir og grør so lystiliga, og har hjartað liggur víðopið og kærleikin verður fullgjørdur.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Strúkaraútseting: Finnur Hansen
Hornútseting: Ólavur Olsen
Sangur og kór: Elin Brimheim Heinesen
Horn: Ólavur Olsen
Ljómborð: Finnur Hansen
Hálvakk. gittar: Rúni Eysturlíð
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Sangtekstur:
SPRETTANDI VÁR
Sólin hitar teir grønkandi teigar.
Vit sita so eina á døggvátum bø.
Hvør tægr í mær mýkist, eg eri til reiðar
at drekka hin rúsandi kærleikans løg
saman við tær,
saman við tær.
Meg kína blídliga varligar hendur.
Eg gevi meg burtur í droymandi rús.
Í nasunum kitlar ein roykur kendur,
aldugras, vindur og blómubrús,
tí tað er vár,
tí tað er vár.
Tað himmalska dýpið ófatiligt kennist.
Vit stara og stara, men skilja tað ei.
Innan er okkurt, sum veksur og mennist.
Her birtist ein kensla, sum fótin eg steig
í aldingarð,
í aldingarð.
Sum flákrandi firvaldar burtur vit førast.
Tað svalandi lotið á hondum oss ber.
So spakuligt nærkast teir varrar og rørast
og gloppa sum rósur, tá niðunátt fer
og sólin sær,
og sólin sær.
Tú leiðir meg við tær í eydnulandið,
har ljómandi tónleikur fyllir mítt sinn.
Vit sveimandi hittast í kærleiksgandi.
Í hjørtu nú sníkir seg varliga inn
sprettandi vár,
sprettandi vár.
7. ELLI
“Hetta lagið skrivaði eg rættiliga ung, tá eg gekk í Studentaskúlanum í Hoydølum. Lagið gjørdi eg til eina yrking, eg hevði skrivað um eina eldri konu, sum var við at gerast gomul og minnisveik. Eg fekk íblástur við m.a. at hugsa um mína egnu ommu. Hon dugdi ikki at sita hendur í favn og mátti altíð sita við onkrum handarbeiði. Í sangtekstinum verður ein dukka nevnd, tí omma elskaði at binda og seyma dukkuklæðir – serliga føroysk klæði til dukkur, sum tað var so moderna tá at hava til pynt í stovunum.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Sangur og kór: Elin Brimheim Heinesen
Ljómborð: Finnur Hansen
Gittar: Elin Brimheim Heinesen
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Sangtekstur:
ELLI
Morgunin døkkur og gráur.
Hon situr har boygd beinki á.
Fressurin, mjúkur og mjáur,
murrar í alski og trá.
Tankarnir tokutir snara.
Eyguni fjar og so kám.
Árini koma og fara,
hvørva í mjørkatám.
Stoppar sær holuta hosu.
Ketilin bríkslar við eitt.
Kløkkast í ørvitistosi.
Av nálini mundi seg meitt.
Tankarnir tokutir snara…
Komfýrurin sjóar og glintar.
Tekur ein fúnað hond
klodduta dukku og pyntar
so fína við hvítari rond.
Tankarnir tokutir snara…
8. VIT LIVA SAMAN
“Hetta lagið kom til mín einaferð um náttina í einum dreymi, har eg droymdi um ein fyrrverandi sjeik, sum hevði sínar persónligu trupulleikar og tí ikki altíð var so fittur við meg. Parlagið endaði, tí harðskapur kom uppí – nakað, sum ofta gav mær marruna aftaná. (Fyri at eingin misskiljing skal vera, er ikki talan um hann, eg seinni giftist við). Eg ynskti so inniliga frið í sálina, so eg hugsi, at eg í hesum dreymi onkursvegna havi roynt at ugga meg sjálva við at byggja brúgv millum meg og tað, sum eg upplivdi sum eina hóttan. Í øllum førum vaknaði eg hendan morgunin við øllum – tvs. við bæði lagi og teksti í høvdinum og skundaði mær eftir gittarinum og mínum fýra spors Fostex kassettubandupptakara at taka upp fyri ikki at gloyma tað. Teksturin snýr seg í grundini eisini um nakað størri enn bara eitt vánaligt parlag – nevniliga um at frígera seg frá leinkjum – so sum ótta, illteinking og fordómum. Alt, sum skilir okkum menniskju, og sum í ringasta føri kann elva til kríggj. Í veruleikanum heilt óneyðugt, tí innast inni eru vit øll hvørjum øðrum lík og hava helst nógv meira til felags sum menniskju, enn vit eru tilvitandi um. Tí setti eg tann góðtrúna, heilt einfalda spurningin: Hví yvirhøvur stríðast so móti hvørjum øðrum? Eg valdi ígjøgnum tónleikin at lýsa desperatióna, eg summatíðir kann føla, tá tað tykist ógjørligt at náa sátt og semju. Í hesum lagnum havi eg – hóast vit í dag skriva 2018 – valt at vera trúgv móti tí 70’ara rockstílinum, eg hoyrdi so týðiliga fyri mær í dreyminum, og harvið eisini heiðra hesa sjangruna, sum jú er ein stórur partur av mínum tónlistarliga viðføri.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS
Strúkaraútseting: Finnur Hansen
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Sangur og kór: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Finnur Hansen, Kim Hansen, Karl Martin Samuelsen (rockskríggj)
Ljómborð: Finnur Hansen
Akk. gittar: Finnur Hansen
Elgittar: Leivur Thomsen (solo)
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Sangtekstur:
VIT LIVA SAMAN
Eitt menniskja eg eri.
Eg megni ikki nógv.
Eg vil ei særa onnur,
so hví grevur tú hesa gjógv?
Tú kanska kanst meg skaða,
og eg veit, tú royna fert.
Tú fígginda meg sært sum,
men tað er tað, tú sjálvur ert.
Vit liva saman, tú og eg.
Hví so gera mær fortreð?
Rætt tú mær tína hond
og fylg mær á veg.
Latið okkum ganga síð um síð,
sama slag øll innaní.
Taka vit saman hendur,
vera vit frí.
Tín fíggindi er innan
í tær og ikki mær.
Tú spælir bara sterkur,
ein týðiliga sær.
Tað er tí tú ert so illur,
at tú næstan drepa kanst,
men tá ið tú fært valdið,
er tað veruliga tú, sum vanst?
Vit liva saman tú og eg….
Eg veit,
eg veit,
eg veit ei, hví
vit ei,
vit ei
gera okkum frí
og smoyggja leinkjurnar av,
eru bara menniskju í frið
so kom nú við.
9. HANN KEDDUR ER
“Hetta lagið skrivaði eg einaferð, tá eg livdi saman við einum manni, sum í sambandi við sjúkralegu endaði við at fáa tunglyndi. Eg føldi so inniliga við honum og vildi so fegin hjálpa, ugga og lætta um hansara sálarligu pínu, men kendi meg so hjálparsleysa, tí einki tyktist at gera nakran mun, líkamikið hvat eg gjørdi. Hvar fer ein so við allari sínari fánýtiskenslu? Jú, eg havi ofta brúkt tað sum terapi at seta meg at skriva tónleik, tá lívið hevur bjóðað mær og mínum kæru av, og mótgongdin hevur tyngt meg niður. Tað gjørdi eg eisini hesaferð, og hetta lagið kom so burturúr.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Finn Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Strúkaraútseting: Finnur Hansen
Sangur og kór: Elin Brimheim Heinesen
Ljómborð: Finnur Hansen
Gittar: Rúni Eysturlíð
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Violin, bratch: Angelika Nielsen
Cello: Tóri Restorff Jacobsen
Sangtekstur:
HANN KEDDUR ER
Hann keddur er.
Hann er so fyltur av
sorg, sút og harmi.
Og eg,
eg fái ikki hjálpt.
Eg vil fegin ugga hann
og birta álit á lívið.
Eg vóni, okkurt hjálpir
og lættir sálartrega,
so hann fær tíð at
ernast og
bert bíða eina tíð, tí so
fer alt seg at laga.
Eg vildi, at hann
aftur smíla vil.
Hann keddur er.
Hann er so harmur, hann
sær ongan enda.
Og eg,
eg fái einki gjørt.
Eg hond mína rætti út
og royni’at geva’honum treysti.
Eg vóni, okkurt hjálpir
og lættir sálartrega,
so hann fær tíð at
ernast og
bert bíða eina tíð, tí so
fer alt seg at laga.
Eg vildi, at hann
aftur smíla vil.
Men beint nú er hann yvirtikin
av beiskleika.
Men ein dag
verður tað
farið afturum og verður
alt gloymt.
Eg vóni, okkurt hjálpir
og lættir sálartrega,
so hann fær tíð at
ernast og
bert bíða eina tíð, tí so
fer alt seg at laga.
Eg vildi, at hann
aftur smíla vil,
smíla vil.
10. KEMUR TÚ AFTUR
“Hetta lagið skrivaði eg á einum sangskrivaraskeiði á Føroya Fólkaháskúla fyri nøkrum árum síðani saman við Árna Jóhannesson, sum tá var einans 14 ára gamal. Vit sendu lagið til eina sangkapping hjá Amnesty Føroya Deild. Lagið var ikki millum vinnandi løgini, men hevur kortini uppiborið at verða givið út, haldi eg. Lagið er gjørt til minnis um spanska samvitskufangan Arturo Mora Saintz, f. 1947. Mamma mín, Maud Heinesen, sum var viðstovnari av Amnesty Føroya Deild og virkin har í meiri enn trý ártíggjundi, knýtti seg serliga til Arturo í sjálvbodna arbeinum at stuðla og royna at fáa samvitskufangar leyslatnar. Arturo las verkfrøði, tá hann varð fongslaður og píndur undir Franco-stýrinum frá 1969 til 1972. Einasta orsøk til fongslingina var, at hann hevði býtt út faldarar, sum mótmæltu deyðadómum yvir baskarar. Maria José, unnusta hansara, bíðaði eftir Arturo øll árini, hann sat í fongsli. M.a. takkað verið Amnesty varð Arturo leyslatin væl fyri tíðina, hann var dømdur at sita. Men tey bæði, Arturo og Maria José, sótu púra á berum, tá hann kom út aftur úr fongslinum. Tey settu sær fyri at spara upp til brúdleyp, og í 1978 giftust tey endiliga. Men bert 18 dagar eftir brúdleypið doyði Arturo tíverri í eini ferðsluvanlukku! Sjáldan hevur mamma grátið so illa, sum tá hon fekk hesi syrgiligu boðini. Restina av lívi sínum helt mamma sambandið við Maria José, sum seinni bleiv gift við øðrum manni og fekk tvey børn. Tær hittust fleiri ferðir til stóra gleði fyri hvørja aðra. Henda søga hevur altíð gjørt stórt inntrykk á meg, og gjørdist tí íblástur til lagið. Av tí at mamma var við til at fyriskipa fleiri vísusangarastevnur til frama fyri Amnesty í tíðini, hon sat í nevnd, serliga í 70’unum, og av tí at Arturo og Maria José vóru spaniólar, gjørdu eg og Árni av at gera lagið í einum stíli, sum partvíst er íblástur av vísusangara-traditiónini tá, partvíst av 70’ara tónleiki í heila tikið og partvíst av sponskum fólkatónleiki.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð: Elin Brimheim Heinesen
Lag: Elin Brimheim Heinesen, Árni Jóhannesson
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Finn Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Sangur og kór: Elin Brimheim Heinesen
Ljómborð, harmonika: Finnur Hansen
Spanskan gittar: Leivur Thomsen
Akk. gittar: Elin Brimheim Heinesen
Hálvakk. gittar: Rúni Eysturlíð
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Sangtekstur:
KEMUR TÚ AFTUR
Vit svóvu so søtt eina hásummarnátt.
Hurðin brast upp, og teir komu á gátt.
Sum óløgi svartklæddir menn skryktu teg
úr seingini, og fóru við tær sín veg.
Eg rópti og rópti og rópti og rópti,
men svar títt tað hvarv út í myrkrið.
Hvat hevði tú gjørt? Hví tóku teir teg?
Hví revsa teir okkum? Og hvat geri eg
nú uttan umsorgan tína?
Teir halda seg revsa teg og meg,
men hvat raka teir annað enn sjálvan seg
og ringu samvitsku sína.
Nú ert tú farin, og her er so stilt.
Lívið hjá okkum nú verður alt spilt.
Brúdleypið avlýst og børnini við.
Nær munnu teir fara at geva tær grið.
Eg bíði og bíði og bíði og bíði,
til tú einaferð kemur aftur.
Hvat hevði tú gjørt…
Tín svalandi skuggi var mín sálarbót.
Men nú er títt træ rykt upp við rót.
Nær kemur tú aftur,
ja, kemur tú aftur?
Manst tú hugsa eins nógv
um meg,
sum eg
hugsi um teg?
Eg bíði og bíði og bíði og bíði,
til tú einaferð kemur aftur.
11. NÁTTARSANGUR MAMMUNAR
“Hetta lagið skrivaði eg eina náttina, tá eg hevði sitið eina góða løtu og hugt so hugtikinat míni ómetaliga elskuligu dóttur, meðan hon lá har so lítil og fitt og svav sín søta svøvn. Eg fekk sovorðna trongd til at royna at lýsa tann risastóra kærleikan, eg kendi til hennara, umframt ta stóru ábyrgdina, sum fylgir við at blíva mamma. Kenslurnar fóru avstað við mær, og hetta var so lagið, ið spurdist burturúr.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Finn Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Hornútseting: Finnur Hansen
Sangur og kór: Elin Brimheim Heinesen
Ljómborð: Finnur Hansen
Elgittar: Rúni Eysturlíð
Hálvakk. gittar: Leivur Thomsen (solo)
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Horn: Ólavur Olsen
Sangtekstur:
NÁTTARSANGUR MAMMUNAR
Mánalýsið skínir á títt andlit,
nú tú svevur djúpt í nátt.
Tú ert so elskulig, eg skilji ei,
eg eri mamma tín.
Eg vóni, at eg megni at vera mamma.
Nú tú veksur til, eg gera vil
tað besta, eg kann fyri teg.
Eg veit…
Tú fert at vaksa alt ov skjótt,
men tó eg vildi ei, tú ikki vaks.
Eg undrist á alt, tú skalt læra og siga.
Tað ótrúligt er.
Eg vóni, at eg megni at vera mamma.
Nú tú veksur til, eg gera vil,
tað besta eg kann fyri teg.
Eg veit… eg geri alt fyri teg.
Eg vóni at eg megni’at vera mamma.
Nú tú veksur til, eg gera vil
tað besta eg kann fyri teg.
Eg veit… eg elski, elski teg.
12. MÍN VARÐI
“Eg havi valt at enda við einum kærleiksangi, sum eg skrivaði rættiliga ung síðst í tannárunum – og sjálvsagt forelskað upp um bæði oyru, sum ikki einaferð. Íblásturin kom eftir eina hugnaliga løtu í einum summarhúsi saman við mínum táverandi unnusta. Tá eg kom heim aftur, setti eg meg við klaverið at royna at lýsa mínar kenslur gjøgnum tónleikin. Eg minnist, at eg kom til at tára av rørslu, meðan eg sat og spældi og sang í stovuni og tónarnir spakuliga formaðu seg til eitt lag.”
– Elin Brimheim Heinesen
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen
Útseting og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Mastering: Finn Eliasson, Audioplanet ApS
Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen
Strúkaraútseting: Elin Brimheim Heinesen
Tvørfloytuútseting: Elin Brimheim Heinesen
Sangur og kór: Elin Brimheim Heinesen
Tvørfloyta: Andrea Hendriksdóttir
Violin, bratch: Jón Festirstein
Cello: Tóri Restorff Jacobsen
Ljómborð, harmonika: Finnur Hansen
Gittar: Elin Brimheim Heinesen
Bass: Arnold Ludvig
Trummur: Rógvi á Rógvu
Sangtekstur:
MÍN VARÐI
Á eldstaðnum brakar og brennur.
Tíni eygu eru perlur, so blonk og so fín.
Eg elski teg so, tá tú flennir,
og tú blunkar og brosar til mín.
Vit kenna hin bleiktrandi logan,
sum vermir okkum hjørtuni, fjálgt og milt.
Tú sært mína kvøl, mína tráan,
mína vón, sum er føgur og gylt.
Tú leiðir meg um skarðið
oman á grønan teig,
tí tú ert ein tryggur varði,
ið vísir mær fram á leið.
Tú spælir við fingrarnar varin
og fevnir mín nøtrandi kropp í nátt.
Mín stúran, mín ótti er farin,
og eg kenni, at alt er bert gott.
Tín nærvera fær meg at gloyma,
tá sorandi einsemi hóttir meg,
men nú í nátt kann eg droyma,
bara vita, at eg elski teg.
Tú leiðir meg um skarðið…