(TREASURED SONGS – A TRIP DOWN MEMORY LANE)
TÓNLISTAFÓLK: Elin Brimheim Heinesen & Ad Libitum
ÚTGÁVUDAGUR: Mánadagur, 12. juli 2010
Hendan útgávan var innspæld og givin út fyri at heiðra minnið um mammu Elina, Maud Heinesen, og morbróður Elina, Svenn Brimheim, sum bæði doyðu av krabbameini, ávikavist í 2005 og 2006. Útgávan fekk heitið: “Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir”, tí hon inniheldur løg, sum vóru yndisløg hjá mammuni og morbróðurinum, tey flestu eru evergreens frá sekstiárunum, og tey flestu eru týdd til føroyskt av Elini og nøkur fá av øðrum fólkum. Akustiski tónleikurin, sum er spældur inn live, lýsir av nostalgi, romantikki, umhugsni, einum vilja at liva og kærleika til menniskjað.
LURTA EFTIR ÚTGÁVUNI HER:
GEV GÆTUR! Far longur niður á síðuna fyri at lesa sangtekstirnar, meðan tú lurtar eftir útgávuni.
HÚSIN:
HVUSSU ÚTGÁVAN BLEIV TIL
Elin gjørdist mamma í 1990, og í langa tíð hevði hon ovmikið at gera í yrkisleið síni í Danmark innan mentanarfyrisiting, marknaðarføring og journalistikki – so hon hevði ikki nóg nógva tíð eftir til at royna seg á tónleikapallinum eisini. So í næstan 20 ár trein Elin ikki fram alment sum tónleikari. Men hon gjørdi eitt sindur av einum ‘comeback’ summarið 2010, tá hon gav út eina fløgu saman við akustiska bólkinum Ad Libitum.
Morbróðir Elina, Svenn Brimheim, sum var ein dugnaligur gittaristur, væl kendur í Føroyum, var limur í einum bólki, Ad Libitum, sum var ein sera væl umtóktur easy listening bólkur í Føroyum, sum spældi fólkatónleik og klassiskar evergreens.
Seint á sumri 2005 gjørdi Elin av at spyrja Svenn, um hann vildi spæla nakrar sangir inn saman við henni. Í ungu árum heinnara spældu tey bæði nógvar konsertir saman, serliga í 70’unum, og ikki minst á familjuveitslum, føðingardøgum, brúdleypum osfr. Men tað funnust ongar upptøkur við teimum báðum, har tey spældu saman. So tá Elin varnaðist, at Svenn hevði krabbamein, og at hann helt ikki fór at yvirliva tað, fekk tað hana at spyrja hann um at gera hesar innspælingarnar saman við henni, nú tá hon gjørdist greið yvir, at hetta helst var síðsti kjansur.
Elin og morbróðurin, Svenn Brimheim, síðst í sjeytiárunum:
Tað eydnaðist teimum at spæla inn átta sangir saman við tónleikabólkinum hjá Svenn, Ad Libitum. Elin varð noydd at fara aftur til Danmarkar, har hon arbeiddi tá, so tey gjørdu av at spæla nakrar aðrar sangir inn aftrat seinni til útgávuna, sum tey ætlaðu at geva út í 2006. Men tíverri gjørdist Svenn sera sjúkur brádliga og doyði á vári 2006, áðrenn tað eydnaðist teimum at gera restina av upptøkunum. Seinni fór Elin so í upptøkuhølið við restini av bólkinum at spæla inn teir sjey sangirnar, sum restaðu í.
Fyri at taka samanum: Átta av løgunum vóru innspæld live í einum upptøkuhøli í Kringvarpinum í september 2005 við Svenn og Ad Libitum. Hinir sjey sangirnir vóru spældir inn við sama bólki – men uttan Svenn – í januar 2007. Allir sangirnir vóru spældir inn live í upptøkuhølinum, meðan kórrøddirnar vóru lagdar á seinni.
Útgávudagurin varð útsettur í langa tíð, tí tað var torført at fáa endaligu rættindini til at geva sangirnar út á føroyskum. Eftir at hava bíðað í trý long ár fyri at fáa rættindi frá teimum, sum áttu upphavsrættindini, vórðu Elin Brimheim Heinesen & Ad Libitum endaliga før fyri at geva útgávu teirra út á sumri 2010 – meira neyvt 12. juli 2010.
Útgávan inniheldur yndsiløgini hjá mammu og morbróðuri Elina, tey flestu evergreens frá sekstiárunum, og tey flestu týdd til føroyskt av Elini sjálvari og nøkur løg av øðrum fólkum. Akustiski tónleikurin, sum er spældur inn live, lýsir av nostalgi, romantikki, umhugsni, einum vilja at liva og kærleika til menniskjað.
Útgávan varð seld í 1.300 eintøkum, sum er nógv í einum lítlum landi, har einans um 50.000 fólk búgva, í eini tíð har ikki nógv eiga ein fløguspælara longur.
TIL HEIÐURS FYRI MAMMU OG MORBRÓÐIR ELINA – OG KRABBAMEINSFELAGIÐ
Fløgan er halgað minninum um systkini Maud Heinesen, mammu ELina, og Svenn Brimheim, morbróðir Elina, sum bæði doyðu av krabbameini – Maud í 2005 og Svenn í 2006. Ætlanin er at æra øll offur fri hesa ræðuliga sjúku. Fløgan er eisini ein fagnaður av farnum tíðum – til ta tíðina, tá hesi fólkini vóru ung og frísk – og til tann frálíka tónleikin, sum teirra ættarlið gav okkara ættarliði.
Mamma Elina, Maud Heinesen:
Sangirnir á fløguni eru fyrst og fremst nakrir av mest skattaðu sangunum hjá Maud og Svenn. Meðan tey stríddust við at royna at vinna á sjúkuni, og øll familjan savnaðist fyri at ugga hvønn annan, sang Elini ofta hesar sangirnar, meðan Svenn spældi gittar. Ein dagin segði mamma Elina, at hon helt tað var eitt sindur løgið, at eingin hevði umsett hesar fínu sangirnar til føroyskt fyrr. Hendan viðmerkingina gav Elini hugskotið at týða sangirnar til føroyskt.
Tekstur á húsanum:
“Í 2004 fingu bæði mamma mín, Maud Heinesen, og mammubeiggi mín, Svenn Brimheim, við stuttum millumbili tey døpru boð, at tey høvdu krabba, sum ikki kundi lekjast. Mamma hevði lungnakrabba og Svenn hevði móðurmerkjakrabba. Einki annað var at gera enn at leita saman í familjuni og finna ugga í hvørjum øðrum.
Sjálv búði og arbeiddi eg í Danmark tá, men var í Føroyum, so ofta og leingi sum til bar. Frá mai-mánaða 2005 lammaðist mamma frá bróstinum og niður og var hereftir seingjarliggjandi. Tá avgjørdi eg at vera verandi hjá henni. Hesa tíðina sat eg ofta við songina hjá henni og spældi guitar og sang sangir fyri henni frá hennari ungdómi, sum eg visti, henni dámdi so væl. Hetta vóru løg, sum øll meira ella minni vóru partur av mínum uppvøkstri sum smágenta í 60’unum. Vit tosaðu um, at tað var løgið, at so góðir sangir ikki vóru týddir til føroyskt fyrr, so til stuttleika setti eg meg at týða ella umyrkja sangirnar.
Svenn, sum var hampiliga fyri beint tá, kom ofta at vitja mammu. Av og á spældi hann guitar, og eg sang, sum vit so ofta hava gjørt, tá familjan kom saman. Og so fekk eg hugskotið: Hví ikki spæla løgini inn saman við Svenn? Eg segði við Svenn, at nú høvdu vit tosað um at spæla tónleik inn saman í minst 25 ár, men ongantíð fingið tað í lag. Skuldu vit ikki gera álvara av tí nú, áðrenn ov seint var? Gamaní, helt Svenn, og fann sjálvur nøkur løg, honum dámdi væl at spæla, og sum hann vildi hava við. Vit hugsaðu ikki beinanvegin um fløguútgávu. Tað týdningamesta var at spæla løgini inn saman. Eg setti meg í samband við útvarpið og spurdi, um vit kundu sleppa at taka upp har. Tað var alt í lagi, og vit fingu avtalu um tvey kvøld í upptøkuhølunum.
Mamma náddi tíverri ikki at hoyra upptøkurnar. 7. september 2005 doyði hon, bara 69 ára gomul. Nú kendi eg enn meira, hvussu stóran týdning, hetta hevði fyri meg at fullføra. Tvær vikur seinni fóru vit so í upptøkuhølini..
Fyrsta kvøldið, vit skuldu taka upp, fór eg eftir Svenn við bilinum. Hann vandi saman við orkestrinum Ad Libitum. Eg fór inn at heilsa uppá teir. Teir spældu lagið Nánd, tá eg kom inn, og heilt spontant fór eg at syngja við. Eg haldi, báðir partar hildu, at vit klæddu hvørjum øðrum, so eg spurdi hinar, um teir ikki høvdu hug at koma við niðan í útvarpið. Kanska okkurt spurdist burtur úr tí. Og rætt var. Kvøldið eftir høvdu vit spælt átta løg inn í upptøkuhølunum hjá útvarpinum, fýra av løgunum við øllum Ad Libitum. Løgini bera sjálvandi brá av, at hetta eru spontanar live upptøkur, sum vit ikki hava vant, áðrenn vit fóru í upptøkuhølið. Men fleiri, sum hoyrdu upptøkurnar, hildu, at hetta var nóg gott kortini til at geva út á fløgu. Tí fóru vit at hugsa um at geva løgini út fløgu.
Átta løg er tó ikki nóg mikið til eina heila fløgu, so vit gjørdu av at spæla eini seks-sjey løg inn aftrat seinni. Eg var noydd at fara aftur til Danmarkar, men lovaði at koma aftur at spæla restina inn. Hesa tíðina ferðaðist Svenn til viðgerðir í Danmark og búði ofta hjá mær, har vit vandu saman. Svenn var lutvíst væl fyri, og vit samdust um, at eg skuldi koma upp til Føroyar á páskum 2006, har vit kundu taka restina upp. Tíverri versnaði Svenn knappliga beint undan páskum. Eg kom heim, men fáar dagar seinni doyði Svenn, bert 65 ára gamal.
Eg veit, hvussu keddur Svenn var um ikki at kunna fullføra fløguverkætlanina. Tveir dagar áðrenn hann doyði, lovaði eg honum, at eg fór at gera fløguna lidnað saman við Ad Libitum. Hetta var hann sera glaður um at hoyra. Hetta lyfti hava vit hildið, og tað eydnaðist at spæla tey sjey ætlaðu løgini inn saman við restini av manningini í Ad Libitum í januar 2007. Tí situr tú nú við úrslitinum í hondini. Fløgan er tó nógv seinkað, av tí at tað hevur tikið heili tvey ár at fáa øll rættindini til at útgeva løgini. Men nú er verkið so endiliga fullgjørt.
Eg havi valt at kalla fløguna “Yndisløg”, tí hetta eru løg, sum eg eri vaksin upp við, og sum familjan hjá okkum hava verið so glað fyri – serliga mamma og Svenn, tá tey livdu. Eg vóni, at løgini á hesi fløgu gerast yndisløg hjá øðrum eisini, so fólk fáa hug at stuðla útgávuni, tí ætlanin er at lata Krabbameinsfelagnum part av hvørjari seldu fløgu.
Fløgan er hervið ognað minninum um elskaðu mammu mína, Maud Heinesen, og mammubeiggja mín, Svenn Brimheim. Takk fyri alt, tit vóru fyri meg og fyri øll onnur kring tykkum. Ærað verið minni tykkara.
Blíðar kvøður
Elin Brimheim Heinesen“
SKERINGAR Á ÚTGÁVUNI:
- Verðin undurfull er (What a Wonderful World) – (George David Weiss & Robert (Bob) Thiele. Týðing til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- Mussa meg (Besame mucho) – (Consuelo Velázquez. Týðing til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- Ynski (May Each Day) – (George Wyle/Mort Green. Týðing til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- Nánd (De Nære Ting) – (Kurt Foss & Reidar Bøe/Arne Paasche-Aasen. Týðing til føroyskt: Thomas Mikael Smith)
- Halt mær til góðar (Rose Garden) – (Joseph Alfred Souter (Joe South). Týðing til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- Lættur í lund (En Valsmelodi) – (Lille Bror Söderlundh/Jens Pauli Heinesen)
- Sangur um frælsi (En sång om frihet) – (Mikis Theodorakis/D. Christodoulou. Týðing til svenskt: Bo Setterlind. Týðing til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- Lorelei – (Friedrich Silcher/Heinrich Heine. Týðing til føroyskt: Dánjal á Hellu (Dánjal Jákup Bærentsen))
- Elska eymligt (Love Me Tender) – (Grundað á ein sang frá 1861, Aura Lee. Tónleikur: George R. Poulton. Gamal sangtekstur: W.W.Fosdick. Sangtekstur (1956): Elvis Presley, Vera Matson (Ken Darby). Týðing til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- So fitt sum í gomlum døgum (Så sødt som i gamle dage) – (Kaj Normann Andersen/Kaj Munk. Týðing til føroyskt: Hermann Jacobsen)
- Áarvegurin (Streets of London) – (Ralph McTell. Týðing/umskriving til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- Mín einasti eini (Du är den ende) – (Vicente Gomez/Bo Setterlind. Týðing til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- Nu folder jeg hånd og tanke – (Lars Søraas (Det lyser i stille grender)/Ad. Langsted)
- Veraldarendi (The End of the World) – (Arthur Kent/Sylvia Dee. Týðing til føroyskt: Elin Brimheim Heinesen)
- Lít allar tínar leiðir – (H.L.Hassler/Paul Gerhardt. Týðing til norskt: St.J. Stenersen. Týðing til føroyskt: Gudmund Bruun)
SKERINGAR
1. VERÐIN UNDURFULL ER (WHAT A WONDERFUL WORLD)
Lurta her:
“What a wonderful world var helst yndislag nummar eitt hjá mammu. Hon elskaði Louis Armstrong – og lagið, sum hon átti á eini 78-plátu, bleiv spælt óteljandi ferðir á plátuspælaranum, tá eg var smágenta. Eg umsetti tað og valdi tað sum fyrsta lag á fløguni, tí mamma altíð segði, tað var so lívsjáttandi at hoyra Louis Armstrong syngja hetta vakra lagið. Hon bleiv í so góðum lag av tí, segði hon. So hetta minnir meg so nógv um mammu, tá hon var glað.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Amerikanskt – What a wonderful world v/ Louis Armstrong
Orð og lag: George David Weiss og Robert (Bob) Thiele
Umyrkt úr enskum: Elin Brimheim Heinesen
Upphavsrættur: © Abilene Music/Air Chrysalis Scand AB, Warner/Chappell Music Scand AB, Quartet Music (ASCAP)
Upptøka: Live upptøka + kór upptikið í Kringvarpi Føroya jan. 2007.
Teknikari: Finnur Hansen. Bassur upptikin í Oyravox í Nólsoy, juni 2007. Teknikari: Jónas Bloch Danielsen
Útseting: Hans Christian Clementsen, Elin Brimheim Heinesen og Finnur Hansen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Hans Christian Clementsen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Mikael Blak
ISRC DK-HE9-07-00101
Sangtekstur:
VERÐIN UNDURFULL ER
Síggi rósurunn í grønu lund
grør fyri okkum hesa stund
Og eg hugsi við mær, verðin undurfull er
Síggi skýggj so hvít og loftið blátt
Vælsignað verið dag og nátt
Og eg hugsi við mær, verðin undurfull er
Hygg ælabogans litir, so vakrir lið um lið
Í andlitum á fólkum, sum ganga tætt framvið
Síggi vinfólk heilsa, tey gleða seg
Tey siga jú: eg elski teg
Hygg ælabogans litir…
Síggi børn so fitt, tey menna seg
Tey læra meir enn tú og eg
Og eg hugsi við mær, verðin undurfull er
Ja, eg hugsi við mær, verðin undurfull er
Á, ja
2. MUSSA MEG (BESAME MUCHO)
Lurta her:
“Mær hevur altíð dámt so væl at dansa. Eg traðkaði mínar barnadansiskógvar úti á Reyni, har vit búðu í sokallaðu Leigubúðini á Tinganesi, til eg var seks ára gomul. Hesi árini gekk eg til dans hjá Marnu Nielsen. Kanska tí elski eg tónleik, sum er góður at dansa til. “Besame Mucho” lærdi eg at kenna, tá eg búði í Fuengirola, Suðurspania, í eitt ár í 1968-69 saman við foreldrunum. Lagið minnir meg so nógv um eina ómetaliga góða og spennandi tíð saman við foreldrunum hjá mær í sólskinslandinum (hóast lagið upprunaliga er úr Mexico). Tað svingaði so væl, helt eg – og síðani tá havi eg elskað latínskar rútmur. Mammu dámdi eisini so væl lagið, so eg sang tað ofta fyri henni, meðan hon lá sjúk. Eg havi sæð aðrar týðingar av lagnum til føroyskt, men hetta er mín útgáva.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Meksikanskt – Besame Mucho
Orð og lag: Consuelo Velázquez, 1940
Umyrkt úr sponskum: Elin Brimheim Heinesen.
Upphavsrættur: © Peermusic AB
Upptøka: Live upptøka + kór upptikið í Kringvarpi Føroya jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen. Sangur, bassur og rútmuguitar upptikið í Oyravox í Nólsoy, juni 2007. Teknikari: Jónas Bloch Danielsen
Útseting: Hans Christian Clementsen, Elin Brimheim Heinesen og Finnur Hansen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen og Finnur Hansen
Gittar: Hans Christian Clementsen
Rútmugittar: Elin Brimheim Heinesen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Mikael Blak
Percussion: Finnur Hansen
ISRC DK-HE9-07-00102
Sangtekstur:
MUSSA MEG
Bésame, bésame mucho
como si fuera esta noche la ultima vez
Bésame, bésame mucho
Que tengo miedo a perderte,
perderte después
Qiero tenerte muy cerca
Mirarme en tus ojos
Verte junto a mí
Piensa que tal vez mañana
Yo ya estaré lejos, muy lejos de ti
Bésame, bésame mucho
como si fuera esta noche la ultima vez
Bésame, bésame mucho
Que tengo miedo a perderte,
perderte otra vez
Mussa meg, mussa meg meira
Sum var tað okkara allarseinasta nátt
Mussa meg, mussa meg meira
Tí eg óttist, eg missi teg,
tá ið tú fert út um gátt
Eg vil síggja meg í tínum eygum
og kenna teg vera
so tætt her hjá mær
Eg hugsi, at kanska í morgin,
so verði eg burtur, langt burtur frá tær
Mussa meg, mussa meg meira
Sum var tað okkara allarseinasta nátt
Mussa meg, mussa meg meira
Tí eg óttist, eg missi teg,
tá ið tú fert út um gátt
Eg óttist, eg missi teg,
tá ið tú fert út um gátt
3. YNSKI (MAY EACH DAY)
Lurta her:
“May each day hjá Andy Williams er ikki eitt líka kent lag sum nógv av hinum løgunum á fløguni. Tað er eitt lag, eg ongantíð verði móð av, tí lagið er so avbera musikalskt skrúvað saman, og tí tað talar til barnahjarta í mær. Tað er okkurt ævintýr- og Disney-kent yvir tí – og eg elskaði Disney-verðina sum barn. Haraftrat er teksturin so fullur av kærleika. Eg týddi sangin til føroyskt, tá elskaða dóttir mín, Helena Heinesen Rebensdorff, varð fermd í 2004, beint áðrenn mamma gjørdist sjúk, og vit enn vóru lukkuliga óvitandi um, hvat fór at henda. Eg sang hann fyri Helenu til fermingarveitsluna. Júst hesin sangurin er tí ognaður tær, Helena góða.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Amerikanskt – May each day v/ Andy Williams
Lag: George Wyle
Orð: Mort Green
Umyrkt úr enskum: Elin Brimheim Heinesen
Upphavsrættur: © Emi Songs Scand.
Upptøka: Live upptøka + kór upptikið í Kringvarpi Føroya jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen.
Útseting: Hans Christian Clementsen, Elin Brimheim Heinesen og Finnur Hansen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Hans Christian Clementsen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Fróði Sandoy
ISRC DK-HE9-07-00103
Sangtekstur:
YNSKI
Ynski hvønn dag í vikuni góðan
Ynski Harrin skal ansa tær væl
So at vónirnar verða til ynski
Og at hvørt ynski uppfyllast skal
Ynski hvønn dag í mánaðinum góðan
Ynski at mangar vinir tú fært
So at dreymarnir verða til minni
Og at hvørt minni verður tær kært
Vikur gerast til mánaðir
Og mánaðir til ár
Liva gleði og sorg
Liva látur og tár
Men eittans eg ynski
av himmalinum
at hvør dagur fyllist
við kærleikanum
Ynski hvønn dag í árinum góðan
Ynski dimmið skal lætta hvønn dag
So at hvør dagur verður eins góður
Sum tann løtan vit livdu í dag
Ynski hvønn dag í lívinum góðan
Góða nátt
4. NÁND (DE NÆRE TING)
Lurta her:
“Fyrsta kvøldið Svenn og eg skuldu niðan í upptøkuhølini í útvarpinum at spæla inn, vandi Svenn saman við Ad Libitum. Teir spældu júst henda sangin, tá eg kom inn eftir Svenn. Eg fór at syngja við, tí Svenn og eg hava so ofta sungið og spælt “Nánd” saman til familjusamkomur. Vit fingu sovorðnan íblástur, at tað endaði við, at alt Ad Libitum kom við niðan í útvarpið, hóast tað ikki var ætlanin. Vit fóru beint at spæla hann inn – og hann sat við fyrstu upptøku. Hesin sangurin gjørdist sostatt orsøk til, at Ad Libitum eisini kom til at taka lut á teim flestu av hinum løgunum á fløguni. Thomas Michael Smith, sum spælir mandolin, hevur umsett sangin úr norskum. Hann er innspældur í fleiri útgávum áður, men vit eru fegin um at gera eina útgávu aftrat. Teksturin er – eftir míni meining – ongantíð so aktuellur sum beint nú í hesum strongdu alheimsgjørdu tíðum, har vit hava lyndi til at gloyma at steðga á og síggja alt tað góða, vit eiga.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Norskt – De nære ting
Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe, 1955. Orð: Arne Paasche-Aasen
Umyrkt úr norskum: Thomas Michael Smith.
Upphavsrættur: © Oscar Skaus Musikforlag/Emi Songs Scand.
Upptøka: Live upptøka í Kringvarpi Føroya, sept. 2005. Kór upptikið jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Ad Libitum og Elin Brimheim Heinesen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Svenn Brimheim
Gittar: Hans Christian Clementsen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Fróði Sandoy
ISRC DK-HE9-07-00104
Sangtekstur:
NÁND
So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
Tað tykist, sum gloymir tú virðini her
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond
Enn síggja tað vakra, sum er í nánd?
Tær tykir, at lívið er keðiligt, grátt
hvønn er tað, tú saknar, hví falla í fátt?
Tá aldri tú unnir tær hvíld ella frið
Fæst einki at grógva við tína lið
Far innar í stovuna, um hon er trong
og lurta – hon syngur ein stillan song
hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í
har væntar bert tað – at tú varnast tí
Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll
hvør sigur, hon finst ei í heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart
Men lært teg at elska tað, sum tú sært
5. HALT MÆR TIL GÓÐAR (ROSE GARDEN / I BEG YOUR PARDON)
Lurta her:
“So leingi eg kann minnast, hevur pápi mín, Jens Pauli Heinesen, sungið “Rose Garden” (í ensku útgávuni) – serliga til mammu í kátum lag. Sangurin er eitt sindur øðrvísi enn aðrir sangir á hesi fløguni, men hann spældi ein leiklut fyri meg sum smágenta og ung, tí eg helt hann so einfalt rakti lívsfilosofiina hjá pápa mínum. Sangurin hevur harvið verið partur av míni uppaling, ber til at siga.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Amerikanskt – Rose Garden v/ Lynn Anderson
Orð og lag: Joseph Alfred Souter (Joe South)
Umyrkt úr enskum: Elin Brimheim Heinesen
Upphavsrættur: © Sony/ATV Music
Upptøka: Live upptøka + kór upptikið í Kringvarpi Føroya jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Hans Christian Clementsen og Elin Brimheim Heinesen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Hans Christian Clementsen
Rútmugittar: Elin Brimheim Heinesen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Fróði Sandoy
ISRC DK-HE9-07-00105
Sangtekstur:
HALT MÆR TIL GÓÐAR
Halt mær til góðar.
Eg lovaði’aldri gull og grønar skógir.
Vilt tú hava sólskin,
so veist tú, tað má regna summatíðir.
Tá tú tekur, mást tú geva,
so liv og lat liva,
ella lat tað fara, tú.
Halt mær til góðar.
Eg lovaði’aldri gull og grønar skógir.
Eg kundi givið tær ting,
ja, ein vakran gullring.
Men tú finnur onga rósu,
sum grør á smærutúgvu.
Nei, eg vil ikki lúgva.
Men um tað hjálpir at tosa
blídliga við teg.
Ja, so vildi eg givið tær
alt, sum tú kundi droymt um nú,
tí tað ger slettis ongan mun, tú.
So smíl, góði, kom við mær at sveima.
Tungsinni hoyrir ikki heima
her. Njót hvørja løtu, nú vit hava høvið.
Halt mær til góðar.
Eg lovaði’aldri gull og grønar skógir.
Vilt tú hava sólskin,
so veist tú, tað má regna summatíðir.
Halt mær til góðar.
Eg lovaði’aldri gull og grønar skógir.
Eg kundi sungið ein sang
og lovað tær alt, ja.
Men er tað bara tað, sum skal til,
ja, so lati’eg teg fara.
Men eg má bara siga tær tað:
Hygg væl eftir góði,
áðrenn tú leypir
útí, tí tú veist ikki,
um nakar hjálpir tær upp á slætt.
Tú veist, tað eg sigi er rætt.
So smíl, góði, kom við mær at sveima.
Tungsinni hoyrir ikki heima
her. Njót hvørja løtu, nú vit hava høvið.
Halt mær til góðar.
Eg lovaði’aldri gull og grønar skógir.
Vilt tú hava sólskin,
so veist tú, tað má regna summatíðir.
Halt mær til góðar…
6. LÆTTUR Í LUND (EN VALSMELODI)
Lurta her:
“Lættur í lund var fyrstu ferð framførdur í føroyskari útgávu í 1971 í sjónleikinum Uppi í eini eikilund, sum pápi mín, Jens Pauli Heinesen, skrivaði. Sangurin er skrivaður til leikin – tvs. ikki umsettur úr svensku útgávuni En valsmelodi eftir Nils Ferlin. Tað var Sonne Smith, sum sang, og Svenn mammubeiggi spældi gittar. Eg var bara 13 ár tá, men gloymi aldrin, hvussu spennandi og rørandi, eg helt tað vera, tá teir framførdu hann á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Síðani tá hava eg og Svenn sungið og spælt sangin saman óteljandi ferðir í nógvum ymiskum samanhangum. Sangurin er ognaður øllum teimum, sum kenna seg útihýst úr samfelagnum.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Svenskt – En valsmelodi (Dagen er släckt)
Lag: Lille Bror Söderlundh
Orð: Jens Pauli Heinesen (frá sjónleikinum Uppi í eini eikilund)
Upphavsrættur: © Elkan & Schildknecht, Emil Carelius AB
Upptøka: Live upptøka í Kringvarpi Føroya sept. 2005. Kór upptikið jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen. Bassur upptikin í Oyravox í Nólsoy, juni 2007. Teknikari: Jónas Bloch Danielsen
Útseting: Elin Brimheim Heinesen og Svenn Brimheim
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Svenn Brimheim
Kontrabass: Mikael Blak
ISRC DK-HE9-07-00106
Sangtekstur:
LÆTTUR Í LUND
Lættur í lund
Spældi um stund
Sól gylti skógir og tindar
Sangur og vín
Unnustan mín
Ymiskir blæsa teir vindar
Deyðin fór herjandi buldur og gný
Smildraði heimin, sum vit livdu í
Á, tú týnandi makt millum manna
Hvar finni eg lívd fyri tær
Skal eg eldast og ongantíð sanna
At her var rúm fyri mær
Burt í fjarløgdum londum frá vinum og heimi
Eg siti í skugga hjá slóknandi eimi
Skal eg eldast og ongantíð sanna
At her var rúm fyri mær
Silvur og gull
Húsini full
Men hvar er mín lukka, mín gleði
Í einbýli her
Øskukalt er
Dagurin dettur av degi
Geislar av eitri hvørt sprek og hvørt strá
Tað lúrir eitt eyga í hvørjari vrá
Hygg tey styggja meg burtur við gandi
Tey unna mær als ongan frið
Eg má rýma frá húsi og landi
Tó at sorgin hon fylgir mær við
Og tí sigli eg bát mín mót ókendum londum
Og haldi um stýrið við skelvandi hondum
Eg má rýma frá húsi og landi
Tó at sorgin hon fylgir mær við
7. SANGUR UM FRÆLSI (SÅNG OM FRIHET)
Lurta her
“Frælsissangurin hjá grikska Mikis Theodorakis var eitt stórt hitt í mínum barndómi. Foreldrini lurtaðu eisini altíð so nógv eftir bæði Evert Taube og Sven Bertil Taube – síðstnevndi sang henda sangin á svenskum, og plátan við lagnum En sång om frihet var ofta sett á plátuspælaran heima hjá okkum, har vit sótu og vaggaðu við rútmunum og sungu við. Vit sungu hann eisini sum felagssang í veitslulag. Vónarríki teksturin hevur altíð rørt meg djúpt, og eg knýti nógv góð minni til sangin. Tí týddi eg hann til føroyskt.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Grikst – Kaymos v/ Mikis Theodorakis.
Lag: Mikis Theodorakis
Orð: D. Christodoulou
Svensk útgáva: En sång om frihet
Orð: Bo Setterlind
Umyrkt úr svenskum: Elin Brimheim Heinesen
Upphavsrættur: © Bonnier Music Publishing
Upptøka: Live upptøka í Kringvarpi Føroya, sept. 2005. Kór upptikið jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Elin Brimheim Heinesen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Svenn Brimheim
Gittar: Hans Christian Clementsen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Fróði Sandoy
ISRC DK-HE9-07-00107
Sangtekstur:
SANGUR UM FRÆLSI
Eg veit eitt hav
í tær og mær
Ein sól er til,
sum altíð sær
Ein strond er djúpt
í hvørji sál
Ein grøv er ei
títt endamál
Og vilt tú skilja, hvat er gott
Og vera fræls á myrku nátt
So bygg ein heim, ein heim at liva í
Tað ræður um títt lív, títt egna lív
Og vilt tú skilja…
Ein heimur er,
tú kundi valt
har nýggir vindar
broyta alt
tí eftir vetur
kemur vár
ein tíð við frælsi
uttan tár
Og vilt tú skilja…
8. LORELEI
Lurta her:
“Klassiskur tónleikur var partur av dagliga lívinum í familjuni hjá okkum. Lorelei er kanska ikki eitt ’klassiskt’ klassiskt stykki, men lagið er innspælt av klassisum ensemblum og kórum – m.a. á eini plátu, sum vit áttu. Vit hoyrdu tað tí ofta heima hjá okkum – og so varð sungið lystiliga við: “Ich weiss nicht was soll es bedeuten…” – ofta eisini í veitslulag. Svenn mammubeiggi dámdi lagið so avbera væl – og ynskti at hava tað við.”
– Elin Brimheim Heinesen
Loreley (eisini skrivað Lorelei) er ein stórur klettur ella forberg , um 120 metrar høgt, við áarbakkan á Rhín ánni tætt við St. Goarshausen. Sterkur streymur og undirsjóvarsker við klettin hava søkt mangt skipið har. Lorelei er eisini navnið á eini av teim vøkru Rhín moyggjunum (at samanlíkna við nykar á vøtnum í Føroyum) sum lokkaðu tey, ið sigldu á Rhín-ánni í óføri – eins og griksku havfrýrnar (sirenurnar) gjørdu. Søgan um Lorelei hevur hugtikið mong listarfólk – eisini tónasmiðir. Lokkandi megin hjá moyggini hevur t.d. verið samanborin við lokkandi megina hjá turveldandi drøggi. Mest kenda verk er tó helst hetta, sum Heinrich Heine hevur skrivað, og Friedrich Silcher lagt lag til.
Upprunalag: Týskt – Lorelei
Lag: Friedrich Silcher, 1838
Orð: Heinrich Heine, 1823
Umyrkt úr týskum: Dánjal á Hellu (Dánjal Jákup Bærentsen, Vitin 1941)
Upptøka: Live upptøka í Kringvarpi Føroya, sept. 2005. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Svenn Brimheim
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Svenn Brimheim
ISRC DK-HE9-07-00108
Sangtekstur:
LORELEI
Eg veit ikki av hvørjum ávum
At hjarta mítt sorgarfult er
Ein søga frá eldgomlum døgum
Mær ei úr huganum fer
Tað skýmir, og svalligir vindar
Lætt leika á streymandi Rhín
Tað roðar á fjallatindar
Nú sólin setur um sýn
Har situr á nøvunakki
Hin fagrasta ungmoyin frítt
Í glógvandi reyðum stakki
Og kembir gullhárið sítt
Hon gullkambin setur í høvur
Og brosar eitt villandi bragð
Ímeðan hon ljómandi kvøður
Eitt yndisligt dragandi lag
Og bátsmaður uppeftir skoðar
Og líðir á tølandi lag
Hann sansar ei brot ella boðar
Men gloymir róður og drag
Eg vænti tað varar ei leingi
So hevur brotið hann holvt
Tað hevur við flagdarsangi
Hin fagra Lorelei volt
9. ELSKA EYMLIGT (LOVE ME TENDER)
Lurta her:
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Amerikanskt – Love me tender v/ Elvis Presley
Lag: Grundað á eldri lag frá 1861 Aura Lee (Lag: George R. Poulton. Orð: W.W.Fosdick.)
Orð (1956): Elvis Presley, Vera Matson (Ken Darby)
Umyrkt úr enskum: Elin Brimheim Heinesen
Upphavsrættur: © Cherry Lane Scand./Smalberry Songs Scand.
Upptøka: Live upptøka í Kringvarpi Føroya, sept. 2005. Kór upptikið jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Elin Brimheim Heinesen og Ad Libitum
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Svenn Brimheim
Gittar: Hans Christian Clementsen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Fróði Sandoy
ISRC DK-HE9-07-00109
Sangtekstur:
ELSKA EYMLIGT
Elska leingi, elska væl
Slepp mær ongan veg
Tá gerst lívið til eitt spæl
tí eg elski teg
Elska eymligt, elska meg
Náttin er so blíð
Skattur mín, eg elski teg
Nú og alla tíð
Elska leingi, elska vilt
Inn í hjarta títt
tak meg, til tað stendur stilt
Og eg gerist býtt
Elska eymligt, elska meg…
Elska eymligt, elska meg…
Elska djúpt og elska høgt
sig mær tú ert mín
so tendrast har, ið fyrr var sløkt
og eg gerist tín
Elska eymligt, elska meg…
10. SO FITT SUM Í GOMLUM DØGUM (SÅ SØDT SOM I GAMLE DAGE)
Lurta her:
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Danskt – Så sødt som i gamle dage (Donsk vísa frá sjónleikinum Puslespil)
Lag: Kaj Normann Andersen
Orð: Kaj Munk
Umyrkt úr donskum: Hermann Jacobsen
Upphavsrættur: © Edition Wilhem Hansen
Upptøka: Live upptøka í Kringvarpi Føroya, sept. 2005. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Svenn Brimheim
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Svenn Brimheim
ISRC DK-HE9-07-00110
Sangtekstur:
SO FITT SUM Í GOMLUM DØGUM
Vinur mín steðga nú plátuni brátt
Og saxofonanna røðum
Aftur vit syngja nú skulu ein tátt
So fitt sum í gomlum døgum
Inni í Havnini trongligt er
Betur í Saksunarhøgum
Har skyggir døggin og har vaksa ber
So fitt sum í gomlum døgum
Mýrisnípan hon brýtur ró
Fyri forelskaðum bøgum
Syngur hitt sama hugnaljóð
So fitt sum í gomlum døgum
Mánin hann má enn heilt uttan streym
Skína av himni høgum
Á tvey sum spáka sær inn í dreym
So fitt sum í gomlum døgum
Vindur valla á náttarstund
Kennist á kneysum og nøvum
Stjørnurnar teska um ævigblund
So fitt sum í gomlum døgum
Verðin er neyvan so skeplað í dag
Sum sagt er í gomlum søgum
Hann teskar “Kann eg?” og hon sigur “Ja!”
So fitt sum í gomlum døgum
11. ÁARVEGURIN (STREETS OF LONDON)
Lurta her:
“Streets of London var eitt avbera væl umtókt lag, sum ofta var at hoyra í útvarpinum – eisini sum felagssangur til veitslur – tá eg var tannáringur. Eg umyrkti sangin úr enskum, tá eg var 15 ára gomul. Hetta var eisini tann sangurin, sum eg sang, fyrstu ferð eg stóð á palli til eina almenna framførslu – eftir áheitan frá Oskar Hermanssen og Olivur Næss, sum foreldrini hjá mær kendu so væl. Tað var í sjónleikarhúsinum í 1974. Føroyski teksturin bleiv margfaldaður sum veitslusangur og spjaddi seg so við og við um alt landið. Hann er innspældur á plátu/fløgu av øðrum fleiri ferðir, men hetta er fyrstu ferð, hann kemur á fløgu, har eg sjálv syngi hann.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Enskt – Streets of London.
Orð og lag: Ralph McTell
Umyrkt úr enskum: Elin Brimheim Heinesen (í 1974)
Upphavsrættur: © Westminster Music LTD/Musikforlaget Essex AB
Upptøka: Live upptøka + kór upptikið í Kringvarpi Føroya jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen. Sangur og bassur upptikin í Oyravox í Nólsoy, juni 2007. Teknikarar: Terji Rasmussen og Jónas Bloch Danielsen
Útseting: Ad Libitum og Elin Brimheim Heinesen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Hans Christian Clementsen
Gittar: Elin Brimheim Heinesen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Mikael Blak
ISRC DK-HE9-07-00111
Sangtekstur:
ÁARVEGUR
Raggar oldingin so eina
eftir honum piltar steina
biddar um samkenslu
fær bert háð og spott
syrgin eru hansar eygu
tey bangnu kámu, gráu, reyðu
spyrjandi, skilja ei
hví hann ei fekk tað gott
Hví sigur tú, at tú ert eina
– og skuggar hanga yvir tær
Vilt tú síggja sorg og gleði
fær tær eftir Áarvegi
Har sært tú lívið
sum tað veruliga er
Stakkals brúkta gleðisdukkan
starir inn í sýnisgluggan
sær hon kjólar
ið hon ei kann fá
fyrr var hon ung og vøkur
nú er hon eld og pjøkut
minnist sín ungdóm
við longsli og trá
Hví sigur tú, at tú ert eina…
Flýggjar inn á kondittaríið
sami gamlin frá strev og stríði
í myrkasta krókin
at turka síni tár
ongastaðni fær hann frið
látur altíð fylgir við
roynir hann at gloyma
síni tungu sálarsár
Hví sigur tú, at tú ert eina…
Freistaður og niðurboygdur
starir í tóman heim reyðoygdur
ivast ein løtu
men viljin veikur er
tekur sína Aqua Velva
hondin fer at rista, skelva
kulkar síðan í seg
so at sorgin burtur fer
Hví sigur tú, at tú ert eina…
12. MÍN EINASTI EINI (DU ÄR DEN ENDE)
Lurta her:
“Du är den ende var eitt sera væl umtókt hitt hjá svensku Lill Lindfors í 60’unum, tá eg var barn, men eg fall rættiliga fyri tí, tá eg lærdi ta upprunaligu sponsku instrumentalu útgávuna Romance de amor at kenna. Tað var, tá eg búði saman við foreldrum mínum eitt ár í Fuengirola í Suðurspania í 1968-69. Eg minnist, foreldrunum dámdu so ómetaliga væl lagið. Hetta er ein klassikari, eg ikki verið troytt av nakrantíð. Eg helt tí, at tíðin var komin til at fáa eina føroyska útgávu og týddi hann tískil til føroyskt.”
_ Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Spanskt – Romance de amor
Lag: Vicente Gomez, 1939
Svensk útgáva: Du är den ende v/ Lill Lindfors,1966
Orð: Bo Setterlind
Umyrkt úr svenskum: Elin Brimheim Heinesen
Upphavsrættur: © Intersong Forlaget
Upptøka: Live upptøka í Kringvarpi Føroya, sept. 2005. Kór upptikið jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Ad Libitum og Elin Brimheim Heinesen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Svenn Brimheim
Gittar: Hans Christian Clementsen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Fróði Sandoy
ISRC DK-HE9-07-00112
Sangtekstur:
MÍN EINASTI EINI
Tú, bara tú ert
mín einasti eini
Tó einki er sagt
veitst tú væl, hvat eg meini
Mær leingist so eftir tær
Um tú bert segði
Eittans lítið orð
Varð eg tín
Teg, bara teg kann
Eg ongantíð gloyma
Tín rødd, tíni eygu
Um teg vil eg droyma
Tí biði eg teg, góði
Um tú bert segði
Eittans lítið orð
Varð eg tín
Eingin sum tú
– Tó ein onnur teg eigur –
Kann elska meg meira
Áh, vís mær tann heiður
At gerast tann genta
Tú velur skal vera
Ein partur av tínari verð
Tú, bara tú, góði,
fært meg at droyma
tí bara tú skilir
Hvat tárini goyma
Mær leingist so eftir tær
Um tú bert segði
Eittans lítið orð
Varð eg tín
13. NU FOLDER JEG HÅND OG TANKE
Lurta her:
“Nu folder jeg haand og tanke var yndissálmurin hjá ommu míni í Havn, Onnu Brimheim. Tekstin hevur Svenn mammubeiggi funnið í onkrari skuffu hjá ommu. Í dag er lagið mest kent sum ein norskur jólasálmur við einum øðrum teksti – og sum t.d. Sissel Kirkjebø hevur innspælt. Men omma sang hann altíð við hesum meira ókenda tekstinum – ofta sum góðanátt-sang, tá hon leðgi børn at sova – fyrst síni egnu, seinni eisini ommubørnini. Tí vildi Svenn fegin spæla henda sálmin inn júst við hesum tekstinum.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Norskur/danskur sálmur
Lag: Lars Søraas, 1948 (Det lyser i stille grender)
Orð: Ad. Langsted (†1919)
Upphavsrættur: © Lunde Forlag
Upptøka: Live upptøka í Kringvarp Føroya, sept. 2005. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Svenn Brimheim
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Svenn Brimheim
ISRC DK-HE9-07-00113
Sangtekstur:
NU FOLDER JEG HÅND OG TANKE
Nu folder jeg haand og tanke
Til tak for den svundne dag
Nu skyter min bøn en ranke
Mot himmelens stjernetag
Nu lukker jeg dør og øje
Og stænger al verden ut
Jeg har en ven i det høje
Ham skikker jeg længselsbud
Nu bøjer jeg knæ og hjerte
Og giver mig Gud i vold
Jeg slukker fuldtryg min kjærte
Gud Herren er sol og skjold
14. VERALDARENDI (THE END OF THE WORLD)
Lurta her:
“The end of the world var nógv at hoyra í Føroyum í útgávuni hjá Skeeter Davis, tá eg var smágenta. Eg minnist eg var og ferðaðist í Klaksvík fyrstu ferð eg hoyrdi tað. Eg fekk tað ikki úr høvdinum aftur og sang tað í heilum. Okkum dámdi lagið væl í familjuni, so hetta var ein av teimum, eg valdi at umseta fyri mammu. Sangurin er drívandi sentimentalur, men hann fer onkusvegnað inn í hjartarøturnar uppá tann góða mátan. Og eg havi sungið hann øgiliga ofta líka síðani – kanska serliga bara fyri meg sjálva, tá hjartasorgin onkuntíð hevur nívt, ella eg havi mist onkran dýrabæran.”
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Amerikanskt – The end of the world v/ Skeeter Davis, 1963
Lag: Arthur Kent
Orð: Sylvia Dee
Umyrkt úr enskum: Elin Brimheim Heinesen
Upphavsrættur: © Edward Proffit Music/Scandinavian Songs AB
Upptøka: Live upptøka + kór upptikið í Kringvarpi Føroya jan. 2007. Teknikari: Finnur Hansen
Útseting: Hans Christian Clementsen, Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Hans Christian Clementsen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Fróði Sandoy
ISRC DK-HE9-07-00114
Sangtekstur:
VERALDARENDI
Hví skínur sól enn á himni
Hví skola aldur á sand
Veit eingin av, tað var veraldarendi
Tá tú sleit okkar’ ástarband
Hví syngja fuglar so kátir
Hví glampa stjørnur á nátt
Veit eingin av, tað var veraldarendi
Ta løtu, tá tú rýmdi brátt
Eg vakni upp á morgni
Og eg undrist
hví alt man vera enn nú sum tá
Eg skilji tað ei
Nei, eg skilji tað ei
Hví lívið bara heldur á
Hví dukar hjarta í brósti
Hví, sig mær, hví gráti eg
Veit eingin av, tað var veraldarendi
Ta løtu, tá tú fór tín veg
Hví dukar hjarta í brósti
Hví, sig mær, hví gráti eg
Veit eingin av, tað var veraldarendi
Ta løtu, tá eg misti teg
15. LÍT ALLAR TÍNAR LEIÐIR
Lurta her:
“Lít allar tínar leiðir var yndissálmur hjá mammu. Hon ynskti, at vit sungu hann til jarðarferðina hjá henni. Tí valdi eg at hava hann við sum síðsta lagið. Her er uggi at finna í tekstinum, sum gongur djúpri, fyri hvørja ferð eg syngi sálmin. Seint tað kvøldið, tá vit júst vóru liðug at innspæla sálmin, fann eg uppá at koyra bilin inn í kirkjugarðin, lata bilhurðarnar upp og spæla sálmin fyri mammu á grøvini, meðan eg mintist gamlar dagar og feldi nøkur tár. Eg veit ikki hví, men tað hjálpti mær veruliga at gera tað – og eg fór so upplyft heim aftaná. So hesin er til tín, mamma.”
Upprunaliga heitið á sálminum er Befiehl du deine Wege. Bæði orð og lag eru partur av Mattheuspassiónini hjá J. S. Bach frá 1729. Sálmurin varð longu í 1680 umsettur til danskt av prestinum og sálmayrkjaranum Bertel Chr. Giødesen frá Suðurjútlandi, sum kallaði seg Ægidius. Tann seinni kenda umsetingin verður roknað at verða skrivað av norska professaranum St. J. Stenersen í 1826.
– Elin Brimheim Heinesen
Upprunalag: Týskur sálmur frá 1601, NO/DK: “Befal du dine veje”
Lag: H.L.Hassler. Orð: Paul Gerhardt, týskur prestur, 1676. (Týtt til norskt St. J. Stenersen,, norskur professari, 1826). Týtt úr donskum/norskum: Gudmund Bruun
Upptøka: Live upptøka + kór upptikið í Kringvarpi Føroya jan. 2007.
Teknikari: Finnur Hansen. Kór upptikið í Oyravox í Nólsoy, juni 2007. Teknikari: Terji Rasmussen
Útseting: Hans Christian Clementsen og Elin Brimheim Heinesen
Sangur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Elin Brimheim Heinesen
Gittar: Hans Christian Clementsen
Mandolin: Thomas Michael Smith
Mandolin: Heðin Thomsen
Kontrabass: Mikael Blak
ISRC DK-HE9-07-00115
Sangtekstur:
LÍT ALLAR TÍNAR LEIÐIR
Lít allar tínar leiðir
Og alla hjartasorg
Í Harrans hond, sum eigur
Alt vald í himnaborg
Hann, sum kann stormar lætta
Og leggja brim í sjó
Og fjøll og dalar slætta
Kann finna fótum slóð
Gev Harra tínum gætur
Tá væl tað gongst tær við
Ert tú í honum mætur
Tá fært tú fragd og frið
Tann sorg, tú sjálvur aldi
Man eina níva á
Tú einki eigur valdið
Men Guð man vita ráð
Tín trúfesti og náði
O, faðir, væl veit skil
Á tí, sum mær er bági
Og bati verða vil
Og alt, ið av tú ráddi
Man altíð bera á
Ei nakar máttur náddi
At spilla tíni ráð
Tú missir ikki ráðið
Um fólk enn fjóna teg
Men spreiðir tína náði
Og slættan beinir veg
Tín gerningur ei hvílir
Ei steðgar á títt spor
Tá eins og snarur pílur
Út flýgur veldis orð
Og um alt Sátans veldi
Teg vildi herja á
Tó aldri eg tað feldi
Sum valin halda má
Hvør kann tær móti standa
Sum snarligt sleingir út?
Og hvør kann manni granda,
Tá tú vilt forða sút?
So legg tú allan trega
Í Harrans sterku hond
Lat trúgv og vón teg gleða
um tíðin sýnist vánd
Tað er ei tú, ið veldur
Ei tú, ið tekur ráð
Guð veldisstavi heldur
Og ferð hans øll er náð
Og ferð hans øll er ná
EIN VÆL HOSKANDI GÁVA TIL TEIRRA, SUM TÚ ERT GÓÐ VIÐ
Tú kanst lurta eftir allari útgávuni her á síðuni, men um tú vilt eiga fløguna ella geva onkrum hana sum gávu, er tað eisini gjørligt.
Hesa fløguna kanst tú t.d. geva…
– fólki, sum tú vilt vísa, at tú ert góð/ur við
– foreldrum, øðrum familjulimum ella kanska vinum, sum minnast hesar sangirnar frá teirra ungu árum
– fólkum, sum dáma akustiskan ópresentiøsan livandi tónleik
– tær sjálvum/sjálvari, tí tær dámar tónleikin … 🙂
NAKRAR FÁAR FLØGUR ERU EFTIR
Fløgan er sum so útseld og ikki í handlunum longur, men Elin hevur nøkur eintøk, sum hon enn kann selja burturav, so tað er enn gjørligt at bíleggja fløguna beinleiðis fra tónlistafólkinum.
Fløgan kann keypast fyri einans 75 kr + postgjald.
Far inn á hesa síðuna fyri at bíleggja fløguna: Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir (Treasured Songs – A Trip Down Memory Lane) og fáa hana senda við postinum.