{"id":1887,"date":"2023-08-25T13:29:00","date_gmt":"2023-08-25T12:29:00","guid":{"rendered":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/about\/"},"modified":"2025-05-24T13:53:27","modified_gmt":"2025-05-24T12:53:27","slug":"um-elina","status":"publish","type":"page","link":"https:\/\/heinesen.fo\/","title":{"rendered":"UM ELIN"},"content":{"rendered":"<h3>T\u00d3NLEIKUR<\/h3>\n<p>S\u00ed\u00f0ani sjeyti\u00e1rini hevur Elin Brimheim Heinesen veri\u00f0 kend \u00ed F\u00f8royum sum songkvinna\/sangskrivari\/t\u00f3naskald. Hon ger egnan t\u00f3nleik og framf\u00f8rir t\u00f3nleikin sj\u00e1lv sum einstaklingur, men hevur eisini arbeitt saman vi\u00f0 fleiri \u00f8\u00f0rum t\u00f3nlistaf\u00f3lkum av og \u00e1.<\/p>\n<p>Samstarvi\u00f0 vi\u00f0 f\u00f8royska t\u00f3naskaldi\u00f0\/framlei\u00f0aran K\u00e1ra Linderoth Jacobsen man vera ta\u00f0 best kenda \u00ed F\u00f8royum. Tey g\u00f3vu \u00fat heildar\u00fatg\u00e1vuna, r\u00f3pt NALJA, \u00ed 1988. \u00c1 \u00fatg\u00e1vuni v\u00f3ru fimm av t\u00edggju l\u00f8gum skriva\u00f0 av henni og hini fimm av K\u00e1ra. NALJA l\u00f8gini v\u00f3r\u00f0u sera v\u00e6l m\u00f3ttikin og hava veri\u00f0 v\u00e6l umt\u00f3kt \u00ed F\u00f8royum s\u00ed\u00f0ani. Tey ver\u00f0a enn sp\u00e6ld n\u00f3gv \u00ed f\u00f8royskum \u00fatvarpi. Ein kundi av r\u00f8ttum sagt, at l\u00f8gini eru vor\u00f0in klassikarar.<\/p>\n<p>Ikki fyrr enn 22 \u00e1r seinni gj\u00f8rdist Elin fl\u00f8guaktuell aftur. Mitt \u00ed 0&#8217;unum f\u00f3r hon undir samstarv vi\u00f0 t\u00f3nleikab\u00f3lkin Ad Libitum, sum hon gav heildar\u00fatg\u00e1vuna &#8220;Yndisl\u00f8g&#8221; (Treasured Songs) \u00fat saman vi\u00f0 \u00ed 2010 . \u00c1 \u00fatg\u00e1vuni v\u00f3ru 15 l\u00f8g &#8211; \u00f8ll t\u00f8kul\u00f8g, har av tey flestu v\u00f3ru \u00fatlendsk evergreens, sum Elin t\u00fdddi til f\u00f8royskt.<\/p>\n<p>8 \u00e1r seinni, tvs. t\u00ed\u00f0liga \u00ed 2018 t\u00f3k Elin endiliga stig til at innsp\u00e6la og geva \u00fat s\u00edna fyrstu heildar\u00fatg\u00e1vu sum einstaklingur \u2013 &#8220;Handan stj\u00f8rnurnar&#8221; (Beyond The Stars) bara vi\u00f0 hennara egna t\u00f3nleiki &#8211; 12 l\u00f8g vi\u00f0 teksti og t\u00f3nleiki eftir hana sj\u00e1lva.<\/p>\n<p>Og 5 \u00e1r seinni &#8211; \u00ed desember 2023 &#8211; gav hon \u00fat eina heildar\u00fatg\u00e1vu vi\u00f0 n\u00fdklassiskum symfoniskum t\u00f3nleiki &#8211; &#8220;Eitt d\u00fdpi av d\u00fdrari t\u00ed\u00f0 &#8211; A Chasm of Precious Time&#8221; &#8211; vi\u00f0 t\u00f3nleiki, hon hevur gj\u00f8rt til yrkingar hj\u00e1 p\u00e1pa s\u00ednum, Jens Paula Heinesen. \u00c1 FMA 2022 fekk hon eina vir\u00f0isl\u00f8n fyri tekstin hj\u00e1 p\u00e1panum til lagi\u00f0 &#8220;S\u00f3leyan l\u00fdsir um fl\u00f8tur&#8221; \u00e1 \u00fatg\u00e1vuni, sum hon hev\u00f0i givi\u00f0 \u00fat sum staklag, \u00e1\u00f0renn heildar\u00fatg\u00e1van kom \u00fat.<\/p>\n<p>F\u00e1 meira at vita <a style=\"font-size: 1em;\" title=\"Musical career\" href=\"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/tonleikayrkisleid\/\">HER<\/a><span style=\"font-size: 1em;\">.<br \/>\n<\/span><\/p>\n<h4>LURTA EFTIR ELINI BRIMHEIM HEINESEN<br \/>\n<iframe loading=\"lazy\" style=\"border-radius: 12px;\" src=\"https:\/\/open.spotify.com\/embed\/playlist\/2wT1sSwBBKTu1Lw1Lh35ul?utm_source=generator\" width=\"100%\" height=\"352\" frameborder=\"0\" allowfullscreen=\"allowfullscreen\"><\/iframe><\/h4>\n<h3>\u00daTB\u00daGVING<\/h3>\n<p>Elin hevur universitetpr\u00f3gv (Cand.Mag.) \u00ed fagurfr\u00f8\u00f0i og mentan og hevur eisini \u00fatb\u00fagving \u00ed vinnub\u00faskapi fr\u00e1 Copenhagen Business School, eins v\u00e6l og hon er \u00fatb\u00fagvin sum filmshandritah\u00f8vundur \u00e1 Den Danske Filmskole.<\/p>\n<p>F\u00e1 meira at vita <a title=\"Education\" href=\"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/about\/utbugving\/\">HER<\/a>.<\/p>\n<h3>STARVSROYNDIR<\/h3>\n<p>Elin hevur dr\u00fagvar royndir innan \u00f8ki sum internet, markna\u00f0arf\u00f8ring, mi\u00f0lar og mentan og hevur arbeitt innan samskifti og markna\u00f0arf\u00f8ring \u00ed mong \u00e1r sum mi\u00f0la- og markna\u00f0arlei\u00f0ari; t\u00ed\u00f0indaf\u00f3lk og ritstj\u00f3ri \u00e1 internetmi\u00f0lum og \u00e1 prenta\u00f0um mi\u00f0lum \u00ed Danmark og \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n<p>Elin var t.d. altj\u00f3\u00f0a markna\u00f0arsamskipari av Keypmannahavn sum mentanarb\u00fdi \u00ed 1996.<\/p>\n<p>Seinastu 5 \u00e1rini av teim 25 \u00e1runum \u00ed Danmark, \u00e1\u00f0renn hon flutti aftur til F\u00f8roya \u00ed 2007, var hon bla\u00f0stj\u00f3ri \u00e1 KIWI Magazine, eitt danskt kvinnu- og br\u00fakarabla\u00f0, sum hon var vi\u00f0 til at stovna, Bla\u00f0i\u00f0 hev\u00f0i 430.000 lesarar sbrt. Gallupkanning \u00ed 2006.<\/p>\n<p>\u00cd 2007 f\u00f3r hon so til F\u00f8roya fyri at \u00e1taka s\u00e6r starvi\u00f0 sum forstj\u00f3ri \u00ed SamViti \u2013 Faroe Islands Enterprise, Faroese Trade og Tourism Council, sum eftir 2 \u00e1r var\u00f0 lagt saman vi\u00f0 f\u00f8royska uttanr\u00edkisr\u00e1\u00f0num.<\/p>\n<p>\u00cd 2009 gj\u00f8rdist hon mi\u00f0lalei\u00f0ari \u00ed Kringvarp F\u00f8roya.<\/p>\n<p>\u00cd mai 2012 f\u00f3r hon \u00far KringvarpI F\u00f8roya fyri at gerast sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugur teksth\u00f8vundur, t\u00ed\u00f0indaf\u00f3lk, ritstj\u00f3ri og samskiftr\u00e1\u00f0gevi. Hon var ritstj\u00f3ri \u00e1 eini t\u00f3nleikas\u00ed\u00f0u \u00e1 netinum (Music.fo) og arbeiddi sum fr\u00edyrkis t\u00ed\u00f0indaf\u00f3lk.<\/p>\n<p>\u00cd 2015 fekk hon s\u00e6r fast starv aftur sum lestrarskrivstovulei\u00f0ari \u00e1 Fr\u00f3\u00f0skaparsetri F\u00f8roya. Lestrarskrivstovan t\u00f3k s\u00e6r av mi\u00f0lan, kunning, veglei\u00f0ing, fyrisiting og \u00f8\u00f0rum uppg\u00e1vum, sum hava vi\u00f0 lestur at gera hj\u00e1 komandi, verandi og fyrrverandi lesandi.<\/p>\n<p>\u00cd 2018 fekk hon bj\u00f3\u00f0a\u00f0 starvi\u00f0 sum fyrist\u00f8\u00f0uf\u00f3lk \u00e1 Lj\u00f3\u00f0b\u00f3kat\u00e6nastuni hj\u00e1 Landsb\u00f3kasavninum, sum er hennara n\u00faverandi starv. Hon hevur \u00e1byrgdina av framlei\u00f0sluni og \u00fatg\u00e1vuni av f\u00f8royskum lj\u00f3\u00f0b\u00f3kum. Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 lj\u00f3\u00f0b\u00f3kat\u00e6nastuni er at tryggja, at fyrst og fremst f\u00f3lk, i\u00f0 hava serligan t\u00f8rv, hava so n\u00f3gva atgongd sum gj\u00f8rligt til lesitilfar \u00e1 f\u00f8royskum, eisini \u00e1 \u00f8\u00f0rum mi\u00f0lum enn prenta\u00f0um.<\/p>\n<p>F\u00e1 meira at vita <a title=\"Work Experience\" href=\"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/about\/starvsroyndir\/\">HER<\/a>.<\/p>\n<h3>PRIVATL\u00cdV<\/h3>\n<p>Elin var\u00f0 f\u00f8dd 25. juni \u00ed 1958 \u00ed T\u00f3rshavn, F\u00f8royum, har hon vaks upp saman vi\u00f0 foreldrum s\u00ednum, Jens Paula Heinesen, rith\u00f8vundi og l\u00e6rara, og Maud Heinesen (f\u00f8dd Brimheim) barnab\u00f3karith\u00f8vundi og fyrisitingarlei\u00f0ara \u00e1 Fr\u00f3\u00f0skaparsetri F\u00f8roya.<\/p>\n<p>Elin f\u00f3r til Danmarkar at lesa, t\u00e1 hon var mitt \u00ed tj\u00fagunum, og var\u00f0 verandi \u00ed landinum \u00ed 25 \u00e1r, flestu av \u00e1runum b\u00fa\u00f0i og arbeiddi hon \u00ed Keypmannahavn, inntil hon flutti aftur til F\u00f8roya \u00ed 2007, har hon b\u00fdr \u00ed dag.<\/p>\n<p>Elin giftist donskum manni \u00ed 1989 og saman fingu tey eina d\u00f3ttur. Seinni skildust tey \u00ed 1997.<\/p>\n<p>Ert t\u00fa \u00e1huga\u00f0\/ur \u00ed at lesa eina meira pers\u00f3nliga og gj\u00f8llari l\u00fdsing av l\u00edvi og yrkislei\u00f0 Elinar, f\u00e6rt t\u00fa meira at vita <a href=\"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2020\/06\/30\/umsorgan-hjalpti-maer-at-yvirliva\/\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">HER<\/a>.<\/p>\n<h3><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"size-medium wp-image-1157 alignright\" src=\"https:\/\/heinesen.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/Brimheim-300x300.jpg\" alt=\"\" width=\"300\" height=\"300\" srcset=\"https:\/\/heinesen.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/Brimheim-300x300.jpg 300w, https:\/\/heinesen.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/Brimheim-1024x1024.jpg 1024w, https:\/\/heinesen.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/Brimheim-150x150.jpg 150w, https:\/\/heinesen.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/Brimheim-768x769.jpg 768w, https:\/\/heinesen.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/Brimheim-1534x1536.jpg 1534w, https:\/\/heinesen.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/Brimheim-1300x1302.jpg 1300w, https:\/\/heinesen.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/Brimheim.jpg 1618w\" sizes=\"auto, (max-width: 300px) 100vw, 300px\" \/>D\u00d3TTIRIN<\/h3>\n<p>D\u00f3ttir Elina, Helena Heinesen Rebensdorff, f\u00f8dd \u00ed 1990, fekk eisini eina yrkislei\u00f0 innan t\u00f3nleik j\u00fast sum mamma hennara. Men Helena hevur f\u00f8rt ta\u00f0 v\u00ed\u00f0ari og n\u00f3gv longri enn mamman. Hon hevur ein bachelor \u00ed sangskriving fr\u00e1 Jysk Musikkonservatorium \u00ed Aarhus og ein master \u00ed Music Creation fr\u00e1 Det Rytmiske Musikkonservatorium (RMC) \u00ed Keypmannahavn.<\/p>\n<p>Helena livir n\u00fa av at vera professionellur t\u00f3nleikari vi\u00f0 listaf\u00f3lkanavninum <a href=\"http:\/\/brimheim.com\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">BRIMHEIM<\/a>, og b\u00fdr \u00ed Malm\u00f6, Sv\u00f8r\u00edki, saman vi\u00f0 konu s\u00edni Lorri Lin, men hevur s\u00edna dagligu gongd \u00ed Keypmannahavn, Danmark, har hon hevur s\u00edtt yrkisliga \u00fatgangsst\u00f8\u00f0i. BRIMHEIM er r\u00e6ttiliga v\u00e6l kend \u00ed Danmark, har hennara t\u00f3nleikur ver\u00f0ur sp\u00e6ldur n\u00f3gv \u00ed donskum \u00fatvarpi. Hon sp\u00e6lir konsertir \u00e1 h\u00f8vu\u00f0spallunum og \u00e1 festivalum \u00ed Danmark og F\u00f8royum vi\u00f0 s\u00ednum b\u00f3lki, og hevur eisini veri\u00f0 \u00e1 konsertfer\u00f0um \u00ed \u00f8\u00f0rum londum. BRIMHEIM hevur fingi\u00f0 eina r\u00fagvu av sera g\u00f3\u00f0um umm\u00e6lum b\u00e6\u00f0i av hennara \u00fatgivna t\u00f3nleiki og av hennara konsertum.<\/p>\n<p>Hon hevur fleiri fer\u00f0ir veri\u00f0 tilnevnd til FMA \u2013 Faroe Music Awards, og hevur fingi\u00f0 handa\u00f0 \u00e1tta FMA vir\u00f0isl\u00f8nir tilsamans \u2013 \u00ed 2021 sum \u00c1rsins N\u00fdggja Navn, \u00cd 2022 sum \u00c1rsins Kvinnuligi Sangari, \u00c1rsins B\u00f3lkur og fyri \u00c1rsins Sang (Hey Amanda), umframt \u00ed 2024 fyri \u00c1rsins Sang (Literally Everything) og \u00c1rsins Visuella Samleika \u00ed 2024, og \u00ed 2025 vann hon tv\u00e6r vir\u00f0isl\u00f8nir &#8211; eina sum \u00c1rsins Komponistur og eina fyri \u00c1rsins Heildar\u00fatg\u00e1vu (\u00fatg\u00e1van &#8220;RATKING&#8221;).\u00a0 Harumframt vann hon eisini vir\u00f0isl\u00f8nina Carl Prisen hj\u00e1 donskum musikkforleggjarnum sum \u00c5rets Talent \u00ed 2022, har 30.000 kr. fylgdu vi\u00f0.<\/p>\n<p>Vitja heimas\u00ed\u00f0una hj\u00e1 <a href=\"http:\/\/brimheim.com\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">BRIMHEIM<\/a>.<\/p>\n<h4>LURTA EFTIR BRIMHEIM<\/h4>\n<p><iframe loading=\"lazy\" style=\"border-radius: 12px;\" src=\"https:\/\/open.spotify.com\/embed\/artist\/2ROf9t2bzHTnVuf8btRd5J?utm_source=generator\" width=\"100%\" height=\"352\" frameborder=\"0\" allowfullscreen=\"allowfullscreen\"><\/iframe><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>T\u00d3NLEIKUR S\u00ed\u00f0ani sjeyti\u00e1rini hevur Elin Brimheim Heinesen veri\u00f0 kend \u00ed F\u00f8royum sum songkvinna\/sangskrivari\/t\u00f3naskald. Hon ger egnan t\u00f3nleik og framf\u00f8rir t\u00f3nleikin sj\u00e1lv sum einstaklingur, men hevur eisini arbeitt saman vi\u00f0 fleiri \u00f8\u00f0rum t\u00f3nlistaf\u00f3lkum av og \u00e1. Samstarvi\u00f0 vi\u00f0 f\u00f8royska t\u00f3naskaldi\u00f0\/framlei\u00f0aran K\u00e1ra Linderoth Jacobsen man vera ta\u00f0 best kenda \u00ed F\u00f8royum. Tey g\u00f3vu \u00fat heildar\u00fatg\u00e1vuna, r\u00f3pt NALJA,&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":1238,"parent":0,"menu_order":0,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","template":"","meta":{"footnotes":""},"class_list":["post-1887","page","type-page","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/1887","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/pages"}],"about":[{"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/page"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=1887"}],"version-history":[{"count":37,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/1887\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":4122,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/1887\/revisions\/4122"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/1238"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=1887"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}