{"id":1907,"date":"2023-08-25T13:20:27","date_gmt":"2023-08-25T12:20:27","guid":{"rendered":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/biography\/"},"modified":"2024-07-25T12:06:12","modified_gmt":"2024-07-25T11:06:12","slug":"tonleikayrkisleid","status":"publish","type":"page","link":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/tonleikayrkisleid\/","title":{"rendered":"T\u00d3NLEIKAYRKISLEI\u00d0"},"content":{"rendered":"<p>ELIN BRIMHEIM HEINESEN er f\u00f8roysk songkvinna\/sangskrivari\/t\u00f3naskald, sum f\u00f3lk \u00ed F\u00f8royum hava kent til s\u00ed\u00f0ani mitt \u00ed sjeyti\u00e1runum. Elin er helst mest kend sum onnur helvtin av tveymansb\u00f3lkinum Elin &amp; K\u00e1ri &#8211; eisini r\u00f3pt NALJA eftir teirra fyrstu \u00fatg\u00e1vu &#8211; sum \u00ed endanum av \u00e1ttati\u00e1runum g\u00f3vu \u00fat eitt kassettuband vi\u00f0 sera v\u00e6l umt\u00f3ktum sangum sum &#8220;\u00c1, Tann deiliga Havn&#8221;, &#8220;Sjeikurin&#8221; og &#8220;Eitt d\u00fdpi av d\u00fdrari t\u00ed\u00f0&#8221;.<\/p>\n<p>H\u00f3ast Elin leingi hevur veri\u00f0 eitt kent andlit \u00e1 f\u00f8royska t\u00f3nleikapallinum, hevur hon einans lati\u00f0 hesar heildar\u00fatg\u00e1vur \u00far hondum:<\/p>\n<ul>\n<li>Heildautg\u00e1van &#8220;NALJA&#8221; saman vi\u00f0 K\u00e1ra Linderoth Jacobsen, har tey skriva\u00f0u fimm sangir hv\u00f8r. \u00datg\u00e1van kom \u00fat \u00ed 1988 sum kassettuband (MC) og aftur \u00ed 1998 sum fl\u00f8ga (CD).<br \/>\nLes meira um \u00fatg\u00e1vuna <a href=\"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/utgivin-tonleikur\/album-nalja\/\">HER<\/a> og lurta eftir \u00fatg\u00e1vuni her: <a href=\"https:\/\/album.link\/i\/1019759045\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">https:\/\/album.link\/i\/1019759045<\/a><\/li>\n<li>Heildar\u00fatg\u00e1van &#8220;Yndisl\u00f8g \u2013 Ein fer\u00f0 aftur \u00ed farnar t\u00ed\u00f0ir&#8221; (Treasured songs \u2013 a trip down memory lane) vi\u00f0 Ad Libitum. \u00c1 \u00fatg\u00e1vuni, sum kom \u00fat \u00ed 2010, eru v\u00e6l kendir gamlir evergreens.<br \/>\nLes meira um \u00fatg\u00e1vuna <a href=\"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/utgivin-tonleikur\/album-yndisloeg-treasured-songs\/\">HER<\/a> og lurta eftir \u00fatg\u00e1vuni her: <a href=\"https:\/\/album.link\/i\/1317126745\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">https:\/\/album.link\/i\/1317126745<\/a><\/li>\n<li>Heildar\u00fatg\u00e1van &#8220;Handan stj\u00f8rnurnar&#8221;, sum er fyrsta heildar\u00fatg\u00e1van hj\u00e1 Elini sum einstaklingur vi\u00f0 12 av hennara egnu l\u00f8gum, givin \u00fat \u00ed 2018.<br \/>\nLes meira um \u00fatg\u00e1vuna <a href=\"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/utgivin-tonleikur\/album-handan-stjoernurnar\/\">HER<\/a> og lurta eftir \u00fatg\u00e1vuni her: <a href=\"https:\/\/album.link\/i\/1406252217\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">https:\/\/album.link\/i\/1406252217<\/a><\/li>\n<li>Hennara fj\u00f3r\u00f0a heildar\u00fatg\u00e1va &#8220;Eitt d\u00fdpi av d\u00fdrari t\u00ed\u00f0\u00a0 \/ A Chasm of Precious Time&#8221; kom \u00fat \u00ed november 2023 vi\u00f0 n\u00fdklassiskum symfoniskum t\u00f3nleiki, Elin hevur gj\u00f8rt til yrkingar hj\u00e1 p\u00e1pa s\u00ednum, Jens Paula Heinesen.<br \/>\nLes meira um \u00fatg\u00e1vuna <a href=\"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/utgivin-tonleikur\/album-eitt-dypi-av-dyrari-tid\/\">HER<\/a> og lurta eftir \u00fatg\u00e1vuni her: <a href=\"https:\/\/album.link\/eitt-dypi-av-dyrari-tid\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">https:\/\/album.link\/eitt-dypi-av-dyrari-tid<\/a><\/li>\n<\/ul>\n<h3><b>HV\u00d8NN T\u00d3NLEIK SP\u00c6LIR ELIN?<\/b><\/h3>\n<p>Elin hevur sp\u00e6lt og gj\u00f8rt t\u00f3nleik av n\u00f3gvum ymiskum slag \u00ed s\u00edni yrkislei\u00f0. Hon hevur sungi\u00f0 jazz, sangleikir, v\u00edsur, popprokk \u2013 ennt\u00e1 sp\u00e6lt vi\u00f0 einum tungrokkb\u00f3lki &#8211; og seinastu \u00e1rini hevur hon gj\u00f8rt symfonisk l\u00f8g.<\/p>\n<p>Tann sera livandi si\u00f0venjan at syngja saman \u00ed F\u00f8royum, har Elin er uppvaksin, hevur sj\u00e1lvandi \u00e1virka\u00f0 hana n\u00f3gv s\u00ed\u00f0an barnd\u00f3min &#8211; og eisini t\u00f3nleikin, hon ger\/sp\u00e6lir, sum alt\u00ed\u00f0 hevur veri\u00f0 merktur av t\u00ed vokala og n\u00f3gvum k\u00f3r\u00fatsetingum.<\/p>\n<p>\u00cd sjeyti\u00e1runum gj\u00f8rdi hon sangir, sum t\u00fa kanst kalla f\u00f3lkal\u00f8g, sum var ein v\u00e6l umt\u00f3kt sjangra hesi \u00e1rini. Elini d\u00e1mdi eisini sera v\u00e6l jazz og blues. Havnar Jazzfelag, sum hon var vi\u00f0 til at stovna mitt \u00ed sjeyti\u00e1runum, var avgj\u00f8rt vi\u00f0 til at menna og merkja hennara t\u00f3nleika\u00e1huga \u2013 so hetta hevur eisini havt st\u00f3ra \u00e1virkan \u00e1 hennara t\u00f3nleik.<\/p>\n<p>\u00cd \u00e1ttati\u00e1runum stovna\u00f0i hon ein tveymansb\u00f3lk vi\u00f0 K\u00e1ra Jacobsen og gj\u00f8rdi popp\u00fatg\u00e1vuna &#8220;NALJA&#8221;. \u00datg\u00e1van minti \u00e1 mangan h\u00e1tt um a\u00f0rar popp\u00fatg\u00e1vur \u00ed \u00e1ttati\u00e1runum \u2013 men var eisini serst\u00f8k \u00e1 ein sera &#8216;f\u00f8royskan&#8217; h\u00e1tt, og gj\u00f8rdist sera v\u00e6l umt\u00f3kt sum j\u00fast ta\u00f0. \u00cd samr\u00f8\u00f0um \u00ed mi\u00f0lunum t\u00e1, s\u00f8gdu Elin &amp; K\u00e1ri journalistunum, at \u00fatg\u00e1van var eitt sindur av einari m\u00f3treakti\u00f3n \u00edm\u00f3ti &#8220;politiskt korrekta&#8221; t\u00f3nleikinum, sum var sera vanligur tey \u00e1rini. Hetta var t\u00f3 ikki ein tilvita\u00f0 \u00e6tlan vi\u00f0 \u00fatg\u00e1vuni, men t\u00e1 ein hyggur aftur \u00e1 aftur, ber til at s\u00edggja ta\u00f0 \u00e1 tann h\u00e1tt. Elin hevur alt\u00ed\u00f0 hildi\u00f0 fast vi\u00f0 at gera t\u00f3nleik, sum hevur r\u00e6tt \u00ed s\u00e6r sj\u00e1lvum &#8211; og sum ikki bara ver\u00f0ur br\u00faktur sum eitt ambo\u00f0 til at selja ein bo\u00f0skap av onkrum slag &#8211; t.d. ein politiskan bo\u00f0skap, sum er uppi \u00ed t\u00ed\u00f0ini&#8230; Ideelt s\u00e6\u00f0 eigur t\u00f3nleikur ikki at gera anna\u00f0 enn \u00fattrykkja sannar kenslur, ta\u00f0 veri\u00f0 seg gle\u00f0i ella sorg og alt har\u00edmillum.\u00a0 Sangirnir \u00e1 NALJA-\u00fatg\u00e1vuni, sum var endur\u00fatgivin \u00e1 fl\u00f8gu \u00ed 1998, hava \u00ed \u00f8llum f\u00f8rum veri\u00f0 sera v\u00e6l umt\u00f3ktir, s\u00ed\u00f0ani teir komu \u00fat, og ver\u00f0a enn n\u00f3gv sp\u00e6ldir \u00ed f\u00f8royskum \u00fatvarpi.<\/p>\n<p>\u00datg\u00e1van &#8220;Yndisl\u00f8g&#8221; (Treasured Songs), i\u00f0 kom \u00fat \u00ed 2010, er heilt \u00f8\u00f0rv\u00edsi, meira avslappa\u00f0ur t\u00f3nleikur l\u00e6ttur at lurta eftir. Me\u00f0an \u00fatg\u00e1va Elinar sum einstaklingur &#8220;Handan stj\u00f8rnurnar&#8221;, i\u00f0 kom \u00ed 2018, hevur eitt heilt anna\u00f0 \u00fattrykk, meira sum popprokkur. Heildar\u00fatg\u00e1va hennara &#8220;Eitt d\u00fdpi av d\u00fdrari t\u00ed\u00f0&#8221; er\u00a0 so aftur naka\u00f0 heilt anna\u00f0, t\u00ed her tosa vit um st\u00f3rslignan neoklassiskan t\u00f3nleik.<\/p>\n<p>Haraftrat hevur Elin gj\u00f8rt n\u00f3gv onnur l\u00f8g, i\u00f0 ikki eru givin \u00fat enn, sum ikki so l\u00e6tt kunnu flokkast. T\u00f3nleikur hennara er fj\u00f8lbroyttur og eitt \u00fattrykk fyri hennara t\u00f3nlistarligu menning. N\u00f3gv av hennara t\u00f3nleiki kann kanska flokkast sum popprokkur ella f\u00f3lkarokkur &#8211; men ta\u00f0 eru so yvirskipa\u00f0 fr\u00e1merki, sum einki siga um, hvussu t\u00f3nleikurin lj\u00f3\u00f0ar \u00ed veruleikanum.<\/p>\n<h3>SP\u00c6LILISTI<\/h3>\n<p>Lurta eftir sangum eftir ella vi\u00f0 Elini Brimheim Heinesen:<br \/>\n<iframe loading=\"lazy\" style=\"border-radius: 12px;\" src=\"https:\/\/open.spotify.com\/embed\/playlist\/2wT1sSwBBKTu1Lw1Lh35ul?utm_source=generator\" width=\"100%\" height=\"352\" frameborder=\"0\" allowfullscreen=\"allowfullscreen\"><\/iframe><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>ELIN BRIMHEIM HEINESEN er f\u00f8roysk songkvinna\/sangskrivari\/t\u00f3naskald, sum f\u00f3lk \u00ed F\u00f8royum hava kent til s\u00ed\u00f0ani mitt \u00ed sjeyti\u00e1runum. Elin er helst mest kend sum onnur helvtin av tveymansb\u00f3lkinum Elin &amp; K\u00e1ri &#8211; eisini r\u00f3pt NALJA eftir teirra fyrstu \u00fatg\u00e1vu &#8211; sum \u00ed endanum av \u00e1ttati\u00e1runum g\u00f3vu \u00fat eitt kassettuband vi\u00f0 sera v\u00e6l umt\u00f3ktum sangum sum &#8220;\u00c1,&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":1482,"parent":0,"menu_order":0,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","template":"","meta":{"footnotes":""},"class_list":["post-1907","page","type-page","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/1907","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/pages"}],"about":[{"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/page"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=1907"}],"version-history":[{"count":22,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/1907\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3900,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/1907\/revisions\/3900"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/1482"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/heinesen.fo\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=1907"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}