HVAT OG HVUSSU KANN EIN BÍLEGGJA
Vilt tú fegin bíleggja:
- Eina ella fleiri stovukonsertir við Elini Brimheim Heinesen, og øðrum tónleikarum við, heima í hennara egnu stovu?
- Kanska privatar stovukonsertir fyri bólkar av ferðafólkum.
- Kanska bólkar av starvsfólkum frá einum arbeiðsplássi?
- Kanska bindiklubbar?
- Ella kanska onkur onnur áhugafeløg?
- Ella vilt tú bara biðja Elina syngja og spæla eitt annað stað? Kundi verið á eini føðingardagsveitslu, til eitt brúdleyp, eina jarðarferð, í kirkju, á festivalum, ella á eini stovukonsert í tíni egnu stovu.
- – ja, til eitthvørt tiltak eftir tínum ynski.
Tónleikaframførslur / Konsertir
Elin bjóðar fleiri møguleikar:
- Elin Brimheim Heinesen Solo (sang, gittar)
- EBH Duo (sang, gittar, gittar)
- EBH Trio (sang, gittar, gittar, bass)
- EBH Kvartett (sang, gittar, gittar, bass, trummur) og
- EBH Band (sang, gittar, gittar, bass, trummur, ljómborð)
Aðrar framførslur
Elin heldur eisini røður ella hevur framløgur um ymisk evni.
At kanna evni av áhuga, far til: heinesen.info).
Elin kann eisini bíleggjast til at hava frásøgur ella til upplestur av føgrum bókmentum (stuttsøgur, yrkingar o.a.)