Í EINUM PRIVATUM HEIMI

F’LJÓÐ KVØLDSETUR

Í 2011 fekk Elin hugskotið at skipa fyri konsertum í síni egnu stovu, har hon bjóðaði fólki at koma inn og uppliva konsertir við ymiskum tónlistafólkum at lætta um teir longu myrku vetrarnar. Hon byrjaði í januar 2012. Konsertirnar gjørdust skjótt væl umtóktar, men fyri at tað skuldi loysa seg peningaliga, var neyðugt, at tað var fult hús hvørja ferð. Tað gjørdist skjótt greitt, at tað bar ikki til at rokna við hvørja ferð, so hóast undirtøkan var sera góð, gav virksemið undirskot.

Elin tordi ikki at seta atgongumerkjaprísin ov høgt av ótta fyri at missa áhoyrarar, men tað merkti, at tað var torført at fáa fíggjarstøðuna til at hanga saman. Har var ovmikið av arbeiði við fyrireikingum og øðrum, men einki kom burturúr fíggjarliga, so Elin helt ein steðg aftan á eina tíð. Men so fekk Elin hugskotið at skipa fyri stovukonsertum fyri ferðaløgum summarhálvuna, har hon sjálv var høvuðsnavnið. Tað kundi betur loysa seg. Í dag hevur hetta virksemið yvirhálað tær vanliga almennu stovukonsertirnar.

HVAT MERKIR ORÐIÐ F’LJÓÐ?

Elin valdi at rópa konsertirnar F’LJÓÐ KVØLDSETUR.

Orðið F’LJÓÐ hevur dupultan týdning. ‘Fljóð’ er eitt gamalt føroyskt heiti fyri ‘kvinnu’. Í hesum førinum er orðið skrivað við apostrof millum F’ið og L’ið, har F er ein stytting fyri “Føroyskt” og ‘ljóð’ er sjálvsagt ljóð – tvs. føroyskt ljóð.

Endamálið við F’LJÓÐ KVØLDSETUM er at bjóða fólki gott undirhald við hugfangandi tónleikaupplivingum og upplestri av føroyskum bókmentum í hugnaligum umhvørvi – og afturfyri eru áhoyrararnir, sum koma, við til at stuðla arbeiðið, sum verturin ger.

Umframt kaffi, te og køku, bjóða F’LJÓÐ KVØLDSETURNAR uppá livandi tónleik og søguforteljing. Til ber at siga, at hetta minnir nógv um gomlu siðvenjuna við at hava kvøldsetur í gomlum døgum, har føroyingar komu saman at syngja og siga hvørjum øðrum søgur. F’LJÓÐ KVØLDSETURNAR eru tí eitt spennand, frískt og íblásandi alternativ til vanligar konsertir, og eru væl verdar at vitja.

Les um alt konseptið við F’LJÓÐ KVØLDSETUM í hesum faldaranum:

F'LJÓÐ - lítil faldari FO

Trýst HER fyri at lata faldaran upp í nýggjum vindeyga fyri at fáa betur yvirlit.

Les meira her:
Ofta settir spurningar um F’LJÓÐ Stovukonsertir og Kvøldsetur
Hvat er ein stovukonsert?

This site is registered on wpml.org as a development site.