ELIN GERST MAMMA
Ikki hendi nógv á tónleikaøkinum í lívinum hjá Elini í nítiárunum, Hon átti ein dóttur í 1990 og at vera mamma tók sjálvsagt nógva tíð og orku, eins og tað eigur. Hon gjørdi seg eisini lidna við sína universitetsútbúgving og royndi at fáa ferð á eina yrkisleið innan samskifti og marknaðarføring fyri at kunna útvega sítt fíggjarliga íkast til familjuna, so tað var nær um eingin tíð eftir til at gera nakað við tónleikin.
Her er Elin beint eftir, at hon hevur átt dóttrina, Helenu Heinesen Rebensdorff (eisini kend sum BRIMHEIM) 13 februar í 1990:
HVAR FÓRU ELIN & KÁRI AFTANÁ NALJA?
Elin & Kári høvdu ætlað sær at geva sína næstu heildarútgávu út í 1992 “NALJA II”, men júst tá vóru Føroyar raktar av eini sera álvarsligari fíggjarkreppu, sum gjørdi tað ógjørligt at fáa fígging til framleiðsluna av eini nýggjari útgávu. Eftir hetta fingið bæði Elin og Kári hvør sær so nógv annað at gera og fóru hvør sína leið.
Kári fekk eina væleydnaða yrkisleið sum tónaskald og framleiðari í Danmark. Hann er høvuðsmaðurin aftanfyri nógvar av teimum jinglunum, trailaraløgunum og temaløgunum í vælumtóktum sendingum í donskum sjónvarpi. Hann er eisini maðurin aftanfyri væl eydnaðar popp verkætlanir – so sum føroyska gentubólkin Popp Korn og popp bólkin Faroe 5. Tónleikaútgávurnar hjá hesum báðum bólkunum eru nakrar av best seljandi útgávunum í fyrsta tíggjuáraskeiðinum í nýggja ártúsindinum.
Tá Elin var liðug við sína – tá – óvanligu universitetsútbúgving í Fagurfrøði og Mentanarfyrisiting í 1991, søkti hon meira enn 100 størv í eitt ár. Hon var við at gerast vónleys av einki starv at fáa, men arbeiðsgevarar kendi einki til hennara útbúgving , hvat hon kundi brúkast til, og Elin hevði veruliga trupulleikar við at sannføra teir um sínar førleikar. Úrslitið var, at tað eydnaðist henni ikki at fáa nakað starv viðkomandi fyri hennara útbúgving.
Men tá hon var heima í Føroyum í summarfrí í 1992, fekk hon endiliga bjóðað eitt starv í handilsmiðstøðini SMS í Havn sum marknaðarleiðari. Tað var sera umráðandi fyri hana at fáa eitt líkinda starv at seta á sítt CV, um hon skuldi gera sær vón um at fáa eitt starv í Danmark, so hon gjørdi av at taka av tilboðnum um starv og vera verandi í Føroyum. Hon endaði við at vera í Føroyum í næstan eitt heilt ár, hóast hetta merkti, at familjan tíverri mátti vera sundurskild eina tíð. Tað merkti at dóttir teirra mátti ferðast aftur og fram millum Danmark og Føroyar, har hon so var nakrar mánaðir hjá hvørjum foreldri, ið var alt annað enn ein haldbær støða fyri familjuna.
SANGLEIKURIN: GLATAÐU SPÆLIMENNINIR
Eitt undantak var tó viðvíkjandi tónleikayrkisleiðini hjá Elini, sum næstan ikki var til í nítiárunum. Elin stóð aftur syngjandi á sjónleikapalli í 1993, har hon spældi ein leiklut í sjónleikinum / sangleikinum “Glataðu Spælimenninir” bygd á skaldsøguna við sama heiti eftir kenda høvundin William Heinesen. Hetta fór fram í Norðurlandahúsinum í Havn
Her sært tú Elina aftanfyri leiktjøldini. Hon spældi leiklutin sum Svarta Mira í leikinum Glaðatu spælimenninir:
Júst tá var hesin leikurin tann størsta framførslan á palli nakrantíð í føroyskari søgu við meira enn 100 fólkum á pallinum og handan leiktjøldini. Tað var eisini ein sera væl umtóktur og væl vitjaður leikur. Tey spældu fyri fullum húsum 19 ferðir í mai 1993 og kundu havt spælt nógvar ferðir aftrat, men Norðurlandahúsið hevði onnur tiltøk á skrá, sum máttu sleppa framat, so tað var ikki gjørligt at leingja um leiktíðarskeiðið, av tí at hetta hevði órógvað onnur tiltøk.
AFTUR Í DANMARK
Eftir at áðurnevnda álvarsliga fíggjarkreppan rakti Føroyar, fór Elin aftur til Danmarkar á sumri 1993, har hon fekk starv sum marknaðarleiðari í einum gomlum teatri í Keypmannahavn, Folketeateret. Og sostatt kundi lív hennara í stórbýnum halda fram.
Her er Elin og kjarnufamiljan í 1995 uttanfyri bústað teirra í miðbýnum í Keypmannahavn:
Tíverri fyri dóttrina helt hjúnalagið ikki. Elin og maðurin fóru frá hvørjum øðrum í 1997 og vóru skild í 1998.
ENDURÚTGÁVA AV NALJA
Sama ár hendi hóast alt nakað í tónleikayrkisleigini hjá Elini. Eftir at hava fingið nógvar fyrispurningar gjørdu Elin & Kári av at endurútgeva NALJA útgávuna á fløgu á sumri í 1998 fyri at fagna, at 10 ár vóru liðin síðani kassettubandið NALJA kom á marknaðin. Hesaferð var tað plátufelagið TUTL, sum gav út. Á fløguni vóru allir teir góðu, gomlu sangirnir + eitt eykalag “Heimlongsul”. Eitt lag, sum tey bæði gjørdu saman. Kári gjørdi tónleikin, og Elin skrivaði sangtekstin um nakað, sum var nakað, ið hon hugsaði sera nógv um júst ta tíðina – longsulin eftir at fara heimaftur til heimlandið.
Les meira um NALJA-útgávuna HER.
Her er húsin til endurútgivnu NALJA-útgávuna, sum Elin sniðgav:
Víðari til 2000-2010