TÓNLEIKAUMHVØRVI
Foreldrini hjá Elini dámdu sera væl klassiskan tónleik eins væl og svenskan fólkatónleik við til dømis Evert Taube og Sven Bertil Taube. Abbi Elina var kirkjusangari alt lívið og onnur í familjuni sungu eisini í kóri. Morbróðir hennara Svenn Brimheim var ein kendur gittaristur. Tónleikurin í familjuni var sera nógv partur av dagliga lívinum hjá Elini gjøgnum allan barndómin og hevur sjálvsagt ávirkað hana nógv.
Her er Elin sum 4 ára gomul, har hon syngur saman við morbróðuri sínum, Svenn Brimheim, mammu hennara Maud Heinesen, pápa hennara Jens Paula Heinesen, og abbasystir hennara Onnu Arnesen:
Men eisini tann sera livandi sangsiðvenjan í Føroyum, har Elin vaks upp, hevur ávirkað hana. Føroyingar elska at hava veitslu og syngja saman. Hvør lítil bygd hevur sítt egna kór ella hornorkestur. Og Tórshavn hevur sítt egna symfoniorkestur, sum er eitt rættiliga stórt avrik fyri ein so lítlan bý við bara umleið 20.000 íbúgvum.
Í EINI SENDING FYRI BØRN
Fyrstu ferð almenningurin nakrantíð hoyrdi Elina syngja, var tá hon bara var 6 ára gomul. Hon sang ein føroyskan barnasang – “Nú fiskur er á grunninum” eftir Hans Andrias Djurhuus – í eini barnasending í Útvarpi Føroya. Tíverri er upptøkan burturblivin.
Her er Elin sum seks ára gomul við foreldrunum Jens Paula og Maud Heinesen í føroyskum klæðum:
Í 1969, tá hon var 11 ára gomul, var aftur ein samrøða við Elina í eini barnasending um, tá hon búði eitt ár í Fuengirola í Suðurspania saman við foreldrunum, gekk í sponskum fólkaskúla og livdi lív sítt millum Andalusarnar. Hesaferð sang hon spanska tjóðsangin og ein spanskan barnasang, sum flestu sponsk børn kenna. Eisini hendan upptøkan er burturblivin.
Her er Elin í skúlagarðinum í spanska skúlanum, honn gekk í, har børnini stóðu í røðum og sungu spanska tjóðsangin hvønn morgun, áðrenn tey fóru inn til undirvísing:
Her er teksturin til barnasangin, sum hon sang í Útvarpi Føroya í 1969:
El Barquito Chiquitito
Había una vez
un barquito chicqutito
Había una vez
un barquito chiquitio
que no sabía
que no sabía
que no sabía
navegar
Pasaron un, dos trés
quatro, cinco, seis semanas
Pasaron un, dos trés
quatro, cinco, seis semanas
y aquel barquito
y aquel barquito
y aquel barquito
navegó
Y si esta historia,
parece corta,
volveremos,
volveremos,
a empezar
Había una vez
un barquito chiquitito,
había una vez
un barquito chiquitito
que no sabia
que no sabía
que no sabía, navegar…..
etc
Víðari til: 1970-1980