ÚTGIVIN TÓNLEIKUR

ELIN BRIMHEIM HEINESEN hevur givið út fýra heildarútgávur – saman við øðrum ella sum einstaklingur, umframt at hon hevur havt ein leiklut í fleiri útgávum hjá øðrum.

HEILDARÚTGÁVUR

Í 1988 góvu ELIN & KÁRI teirra fyrstu útgávu – NALJA – við fimm av tíggju skeringum skrivaðar og tónasettar av Elini og hinar fimm av Kára. Hesi løgini blivu sera væl móttikin og væl umtókt í Føroyum, og verða enn spæld nógv í føroyskum útvarpi. Til ber at siga, at løgini eru vorðin klassikarar.
Fá meira at vita HER.

Í 2010 gav Elin heildarútgávuna Yndisløg – ein ferð aftur í farnar tíðir / Treasured Songs – A Trip Down Memory Lane út sman við tónleikabólkinum Ad Libitum við 15 gomlum evergreens har av Elin hevði týtt tey flestu til føroyskt. Útgávan var givin út til minnis um mammuna og mammubeiggjan, sum bæði doyðu av krabbameini.
Fá meira at vita HER.

Tíðliga í 2018 fór Elin endiliga í upptøkuhølini at innspæla hennara fyrstu heildarútgávu sum einstaklingur – Handan stjørnurnar – bara við hennara egna tónleiki – 12 skeringar við orð og lag eftir Elina sjálva. ùtgávan kom út 7. juli í 2018, har Elin helt eina stóra útgávuveitslu, sum samstundis var ein føðingardagsveitsla. Hon fylti 60 nakrar dagar áðrenn.
Fá meira at vita HER.

Í november 2023 kom so ein heildarútgáva við 12 skeringum – seks skeringar við føroyskum teksti + somu seks skeringar við enskum teksti. Útgávan hevur fingið heitið Eitt dýpi av dýrari / A Chasm of Precious Time eftir tí elsta lagnum Elin hevur gjørt til yrking hjá pápanum, Jens Paula Heinesen. Sangurin er við á hesi útgávuni í endurnýggjaðum tónablandi. Elin hevur eisini gjørt hini fimm løgini á útgávuni til yrkingar hjá pápanum, sum øll eru sett út fyri symfoniorkestur og kór av italska tónaskaldinum Enzo De Rosa, meðan sætta lagið Eitt dýpi av dýrari tíð er sett út av danska tónaskaldinum Søren Hyldgaard.
Fá meira at vita HER.

AÐRAR ÚTGÁVUR

Síggj alt, sum er komið út við Elini Brimheim Heinesen HER.

SPÆLILISTI

Lurta eftir sangum eftir ella við Elini Brimheim Heinesen:

This site is registered on wpml.org as a development site.