APRIL 2018 – NÚ
Fyristøðufólk fyri Ljóðbókatænastuna á Landsbókasavninum. Ljóðbókatænastan framleiðir ljóðbøkur og annað ljóðtilfar á føroyskum til fólk, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hava møguleika fyri at lesa ella ogna sær prentaðan tekst á annan hátt. Haraftrat skal Ljóðbókatænastan tryggja, at nevnda tilfar er tøkt til brúkarar av bókasøvnum kring landið. Endamálið við Ljóðbókatænastuni er fyrst og fremst at tryggja, at tey við serligum tørvi hava so góða atgongd sum gjørligt til lesitilfar útgivið á føroyskum, eisini á øðrum miðlum enn prentaðum miðlum. Umráðandi er, at tilfarið hevur best møguliga góðsku – bókmentaliga, málsliga og tøkniliga. Arbeiðið hjá Ljóðbókatænastuni verður gjørt í samstarvi við eina ráðgevandi nevnd við umboðum fyri brúkararnar, ymisk feløg og bókasøvn.
APRÍL 2015 – MARS 2018
Lestrarskrivstovuleiðari á Fróðskaparsetri Føroya. Lestrarskrivstovan tók sær hetta tíðarskeiðið av kunningararbeiði og heimasíðuumsiting hjá Setrinum, av lestrarvegleiðing, fyrisitingarligum og akademiskum uppgávum, sum hava við lestur at gera hjá komandi, verandi og farandi lesandi, og skuldi saman við øðrum fyrisitingareindum arbeiða fyri einum munadyggari tænastustøði fyri lesandi, starvsfólk og gestir á Setrinum. Lestrarskrivstovan røkti sína ábyrgd í tøttum samstarvi við leiðsluna og fyrisitingina á Setrinum, Ráð teirra lesandi v. fl. Lestrarskrivstovan tók sær av fyrisitingarligu ábyrgdini á økjum, sum vóru beinleiðis knýtt at upptøku og lestrarviðurskiftum – so sum t.d. móttøku av umsóknum, av upptøku og av skráseting av lesandi. Lestrarskrivstovan samskipaði lestrarvegleiðigina á Setrinum og menti ymisk amboð og tænastur, sum skuldu tryggja, at tey sum lósu og arbeiddu á Setrinum fingu hóskandi hjálp og kunning um viðurskifti viðkomandi fyri lesturin. Lestrarskrivstovan marknaðarførdi og kunnaði almenningin um útbúgving og gransking á Setrinum. Haraftrat gav Lestrarskrivstovan viðkomandi vegleiðing um góðskustýringaramboð og -mannagongdir, framdi spurnarkanningar o.a.
MAI 2012 – MARS 2015
Sjálvstøðugur teksthøvundur, ritstjóri og samskiftisráðgevi. Elin rak og rekur enn heimasíðuna Heinesen.info. Hon var í hesum tíðarskeiði eisini blaðstjóri og tíðindafólk á MUSIC.fo, umframt journalistur á Planet.fo. Hon hevði eisini leiklutir í nógvum øðrum samanhangum sum ritstjóri, teksthøvundur, týðari (Fo/Dk/En), tók sær av heimasíðugerð og innihaldsstýring, var ráðgevi í samskifti og marknaðarføring, rættlesari, íblásari, verkætlanarleiðari, fyrilestrarhaldari, tiltaksfyriskipari, gjørdi rannsóknir av ymiskum slag, var fyriskipari av spurnarkanningum, ferðafólkaleiðari, vertur til ymisk tiltøk osfr.
SEPTEMBER 2009 – MAI 2012
Miðla- og menningarleiðari í Kringvarpi Føroya. Elin hevði ábyrgd av miðlastrategium og var verkætlanarleiðari fyri eitt toymi við ábyrgd av menning av heimasíðu Kringvarpsins við tíðindum o.ø. innihaldi (www.kringvarp.fo). Síðan hevði nógvar ymiskar funkur og var dagførd fleiri ferðir um dagin. Síðan var eisini ein almenn goymsla av øllum sendingum bæði í útvarpi og sjónvarpi, framleiddar í Kringvarpinum. Elin hevði ábyrgd av útvarps- og sjónvarpssavninum og fyri starvsfólk, sum løgdu skránna, og fyri sjónvarpssenditøkningar. Hon hevði ábyrgd av framleiðslu Kringvarpsins av fleiri útgávum á fløgum við tilfari úr Kringvarpssavninum, umframt við nýggjum tónleiki innspældum við størri bólkum í samstarvi millum Kringvarpið og samstarvspartar uttanfyri Kringvarpið – m.a. Tórshavnar Big Band.
MAI 2007 – AUGUST 2009
Forstjóri í SamViti – Faroe Islands Enterprise – ein almennur stovnur, sum seint í 2006 var samanlagdur av fyrrverandi Ferðaráð Føroya og Menningarstovuni. Stovnurin var í 2009 samanlagdur við Uttanríkisráðið og gavst tá at virka sum sjálvstøðugur stovnur. Ætlanin við SamViti var, at stovnurin skuldi taka sær av at fremja politikkin og valdu kósina hjá landsstýrinum viðv. vinnumálum. Høvuðsuppgávurnar vóru at birta uppundir nýskapan og íverksetan í Føroyum. At styrkja og menna føroyska vinnu og ídnað. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur eins og sjálvar Føroyar sum íløguland og sum vinnuligur samstarvspartur. At styrkja og menna ferðavinnu í Føroyum og marknaðarføra Føroyar sum ferðaland. Í samstarvi við aðrar stovnar og feløg var málið at samskipa mannagongdir í fyrisitingini, sum kundi verða til fyrimuns fyri allar tær einstøku fyritøkurnar í landinum. Sí samvit.fo.
JULI 2003 – APRÍL 2007:
Blaðstjóri á KIWI Magazine, sum var eitt mánaðarligt glinsprentað kvinnu- og brúkarablað, útgivið av Chili Group. Elin var við til at stovna blaðið, harímillum at menna hugmyndaliga leistin fyri blaðið. KIWI Magazine varð prentað í 200.000 eintøkum og hevði ein lesaraskara uppá meira enn 400.000 lesarar. Í blaðnum vóru mest praktisk ráð. Endamálið var at gera strævna lívið hjá lesarunum lættari – oftast ráð um at spara tíð og pengar. Høvuðsmálbólkurin vóru kvinnur í aldrinum 25 til 50 ár. Chili Group fekk sáttmála í lag við handilsketuna NETTO um fría útbreiðslu av blaðnum í NETTO handlum kring alt Danmark. Sí www.kiwimagazine.dk á ‘Wayback Machine’ og www.chiligroup.dk. KIWI Magazine broyti navn í mars 2010 til LIME magazine, tá norska handilsketan við sama navnið sum blaðið – Kiwi – lat teir fyrstu handlarnar upp í Danmark. Hetta blaðið er ikki til meira, eftir at Allers blaðhúsið yvirtók Chili Group nøkur ár seinni.
DESEMBER 2002 – APRÍL 2003:
Stutttíðarsettur verkætlanarleiðari á Føroya Tele. Uppgávan var at fyrireika eitt upprit um møguleikarnar fyri at stovna eina nýggja handilsliga sjónvarpsrás, sum skuldi kappast við sjónvarpsrásina hjá almenna Kringvarpinum.
OKTOBER 2002 – DESEMBER 2002:
Flutti til Føroya eitt stutt tíðarskeið fyrst og fremst fyri at arbeiða við einum sjónvarpsdokumentari hjá Gullu Øregaard í tveimum pørtum um Jens Paula Heinesen, pápa Elina. Elin hevði ábyrgdina av tónleikinum í sendingini og fyri klippingina av sendingini. Til ber at hoyra tónleikin her.
NOVEMBER 2001 – OKTOBER 2002:
Ritstjóri í Komiteen for Sundhedsoplysning, ein almenn tænasta, sum gav út heilsuviðkomandi bøkur og bløð, harímillum blaðið UNG, eitt magasin, sum kom út eina ferð hvørt fjórðingsár og bleiv breitt út á skúlum til øll 13-16 ára gomul skúlabørn í Danmark. Sí www.sundhedsoplysning.dk, www.ung-bladet.dk og www.ung-rejseguide.dk.
FEBRUAR 2000 – OKTOBER 2001:
Blaðstjóri og stovnari av www.kvindekanalen.dk – fyrsta kvinnunetmagasin í Danmar. World Online (nú Tiscali) rak netmagasinið, sum hevði ymiskt viðkomandi innihald serliga fyri kvinnur, so sum shopping, brævkassa, kropp & sál, lívsstíl og mentan, yrkisleið og KT. Ábyrgdin hjá Elini sum blaðstjóra fevndi um at orða visjón, at menna leistin og strategiina fyri magasinið, umframt umsiting. Starvsfólkahópurin fevndi um ein hjálparritstjóra og 40 fríyrkisfólk, umframt tveir lýsingaseljarar. Hóast netmagasinið var tað fimt-størsta í Danmark á sínum øki, var tað niðurlagt í august 2001 orsaka av fíggjartrupulleikum og av tí heimsumfatandi KT-kreppuni, sum herjaði júst ta tíðina.
JULI 1997 – APRÍL 2007:
Stovnari og stjóri í egnari samskiftisfyritøku (upprunaliga stovnað við endamálinum at fíggja lesturin á Den Danske FIlmskole), Heinesen Kommunikation. Fyritøkan veitti ráðgevingartænastur, serliga í miðlasamskifti. Tá Elin gjørdist forstjóri í SamViti í 2007, var hon noydd til at avtaka sína egnu fyritøku orsaka av sínum almenna starvi.
1995-1996:
Marknaðarsamskipari fyri Kulturby 96 (Copenhagen – Cultural Capital of Europe 1996). Elin menti altjóða lýsingarætlanir og ritstjórnaði lýsingartekstir og lýsingarsnið á fleiri ymiskum lýsingarøkjum. Haraftrat var hon ráðgevi fyri upp móti 600 mentanarverkætlanum í býnum, har hon útvegaði teimum ráð um marknaðarføringsstrateggir og lýsingarátøk, umframt distributión av faldarum, lýsingaruppsløgum, bannarum og fløggum til ymiskar mentanarstovnar.
1994-1995:
Sølu- og marknaðarleiðari á Folketeateret í Keypmannahavn. Hon hevði ábyrgd av ætlanarlegging og stýring av marknaðarføringini av teatrinum. Hon sniðgav og sendi út tíðinda- og sølubrøv. samansetti pakkar fyri kundar og vitjandi, skrivaði og ritstjórnaði lýsingar, sniðgav skráirnar hjá teatrinum, plakatir og postkort, umframt at hon samskipaði mechandise sølu, lýsingarátøk og stuðlar.
1992-1993:
Marknaðarleiðari í SMS í Havn – sølumiðstøð sum tá hýsti 26 handlum, har ímillum stóran matvøruhandil, posthús, banka og kafeteria, við tilsamans meir enn 300 starvsfólkum. Elin hevåi ábyrgd av at frameleiða 5-12 minuttirs lýsingarsendingar, sendar í Sjónvarpi Føroya hvørja viku. Í sendingini vóru bæði lýsingar og reportasjur úr SMS. Hon hevði eisini ábyrgd av at selja lýsingar til sendingina til handlarnar og fyri at skipa fyri vikuligum tiltøkum á torginum í sølumiðstøðini – mentanarlig og handilslig tiltøk, umframt annað undirhald.
STØRV ÁÐRENN ELLA ÍMEÐAN ELIN GEKK Á STUDENTASKÚLA/UNIVERSITETI
Tøknimiðlari á Teknovision framsýningini í Keypmannahavn (summarið, 1992)
Skrivstovuhjálparfólk á Fróðskaparsetri Føroya (summarferiur, 1989-91)
Marknaðarkanningarfólk, Keypmannahavn (lestrarstarv, 1988)
Marknaðarføringsmedhjálp á EC-Marketing, Keypmannahavn (lestrarstarv, 1987-88)
Viðskerafrúgv (smørrebrødsjomfru) og tænari (lestrarstarv, 1987)
Hjálparfólk í kantinu í Føroyahúsinum í Keypmannahavn (lestrarstarv, 1986-87)
Hjálparfólk í bókhandli, Tórshavn (summer, 1986)
Skrivstovuhjálparfólk á Fróðskaparsetrinum (summarferiur, 1983-85)
Vikarur á Studentaskúlanum í Hoydølum (fulltíðarstarv, 1981-82)
Hjalparfólk á Umlættingarheiminum fyri fólk við breki, Tórshavn (summarferiur, 1979-1981)
Journalistur blaðnum 14 September og á mánaðarblaðnum Magn (fulltíðarstarv, 1978-79)
Sendingarfólk og plátugoymslufólk, Tórshavn (fulltíðarstarv, 1978)
Vikarur á Eystrurskúlanum, Tórshavn (fulltíðarstarv, 1977-78)
Hjalparfólk, tænari í Havnar Jazzklubba (vikuskiftisstarv, 1976-82)
Ansingarfólk á Listasavni Føroya (starv eftir skúlatíð, 1974-76)