OSS UM F’LJÓÐ KVØLDSETUR

OFTA SETTIR SPURNINGAR

(Finn prísir longri niðri)

UM KVØLDSETURNAR

Hvar fara F’LJÓÐ KVØLDSETUR fram?

F’LJÓÐ KVØLDSETUR fara fram í Magnus Heinasonar gøtu 8.

Hvat kann ein uppliva á eini F’LJÓÐ KVØLDSETU?

Umframt framførslu av tónleiki plagar verturin, Elin Brimheim Heinesen, eisini at lesa brot úr skaldskapinum hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen, fyri gestunum. Tað kann t.d. vera á donskum ella á enskum, alt eftir hvat mál gestirnir skilja best. Tann parturin er vanliga sera væl umtóktur. Harumframt er kaffi, te og køkur íroknað, uttan at tað kostar eyka.

Hvussu nógvum gestum er pláss fyri í senn?

Pláss er fyri upp til 34 gestum. Tó hava upp til 38 gestir verið inni í senn, men tá er trongt. Ideella talið er millum 15 og 30 gestir.

Hvussu leingi varar ein F’LJÓÐ KVØLDSETA?

Ein F’LJÓÐ KVØLDSETA byrjar vanliga kl. 20 og endar í seinasta lagi kl. 22 – íroknað ein steðg uppá 15-20 minuttir. Tónleikararnir spæla tvey sett á uml. 30-40 min. Harumtramt er upplestur úr føroyskum bókmentum, sum varar uml. 5-10 minuttir – beint aftaná steðgin, og áðrenn tónleikararnir spæla annað sett.

Hvørjir eru tónleikararnir, sum spæla?

Fyrst og fremst er tað Elin sjálv, sum syngur og spælir gittar saman við makkaranum hjá sær, Eyðun Mohr Hansen, ið spælir gittar.

Her eru eisini nakrar ljóðupptøkur frá eini stovukonsert hjá Elini, so tú fært eitt inntrykk av, hvussu tað ljóðar:

Um ynski er um tað, kunnu eisini aðrir føroyskir tónleikarar spæla. Tónleikarar plaga at vera beinasamir at traðka til, tá teir verða bidnir um at spæla stovukonsert. MEN summi krevja meira í samsýning, enn inntøkur eru til, so tað er ikki vist, at tað altíð ber til at fáa júst tann tónleikaran, man vil hava.

UM AT BÍLEGGJA TIL BÓLKAR

Ber til at bíleggja F’LJÓÐ KVØLDSETUR til bólkar?

Ja, bólkar eru vælkomnir. Elin hevur t.d. skipað fyri almennum stovukonsertum síðani 2012 og fyri ferðaskrivstovur síðani 2014. Ferðaskrivstovur senda oftast ferðaløg millum 20 og 30 gestir pr. stovukonsert. Er bólkurin størri, kann hann býtast í tvey, har ein helvt av bólkinum er til konsert, meðan hin helvtin kann eta á matstovu t.d. frá kl. 18:00, og so skifta tey um kl. 20:00. Altso tvær konsertir sama kvøld.

Ber til at bíleggja F’LJÓÐ KVØLDSETUR á døgum og til tíðir, sum hóska okkara bólki best?

Ja, tá talan er um bólkar, ber til at gera avtalu um at bóka stovukonsertir ein dag í vikuni og eina tíð á degnum, sum hóskar tykkara bólki – við tí fyrivarni at tað ikki rennur saman við aðrar avtalur. Vanliga riggar tað best at hava stovukonsertir um kvøldið kl 20:00. Men um ein hevur onnur ynski, ber til at gera avtalu frammanundan um at flyta stovukonsertirnar til aðrar tíðir eftir tykkara ynski (við fyrivarni). Summar ferðaskrivstovur bíleggja konsertir longu eitt ár frammanundan, so tað er umráðandi at bíleggja í góðari tíð, um ein vil vera vísur í at fáa teir dagarnar, ein helst vil hava, at konsertirnar skulu vera.

Ber til hjá t.d. bólkum at fáa okkurt til matna annað enn kaffi, te og køkur?

Umstøðurnar hjá gestunum til at eta eru ikki tær bestu, tí lítið pláss er í stovuni – og enn minni borðpláss. Tað ber tó til at gera avtalu um, at gestirnir fáa smyrjibreyð. Men so má tað bíleggjast áðrenn, og tað kostar sjálvsagt eyka. Um man ynskir henda møguleika, er neyðugt at siga frá í seinasta lagi kl. 12.00 sama dag, sum stovukonsertin skal vera um kvøldið, so til ber at gera neyðugu fyrireikingarnar til hetta. Gestirnir mugu tá hava valt, hvat fyri smyrjibreyð, tey vilja hava, so tað kann bíleggjast og vera klárt til gestirnar, tá tey koma til stovukonsert. T.d. hevur Bitin.fo góð og spennandi smyrjibreyð í stílinum, tey rópa New Nordic Style – m.a. við røstum og turrum fiski, matgjørt á ein hátt, sum fellir í ‘smak” hjá útlendingum.

Her ber til at síggja úrvalið á bitin.fo.

UM PRÍSIR FYRI BÓLKAR OG FYRI EINSTAKLINGAR

Um eg bíleggi eina F’LJÓÐ KVØLDSETU, hvat kostar hon so?

Vanliga verður goldið pr. gest. Fyri stovukonsertir, bílagdar til bólkar, veldst um, hvussu nógvir gestir eru í bólkinum, hvat prísurin pr. gest er.

  • Eru frá 12 upp til 20 gestir er minstiprísur pr. gest 250 kr.
  • Eru millum 20 og 30 gestir, fæst avsláttur, so prísurin kemur niður á 240 kr. pr. gest.
  • Eru færri enn 12 gestir, má hvør gestur rinda tað meira, so vit náa upp á 3.000 kr. tilsamans.

Fyri at kunna skipa fyri eini stovukonsert má inntøkan í minsta lagi vera 3.000 kr, um endarnir skulu røkka saman. Upphæddin skal dekka útreiðslur til fyrreiking, samsýning til tónleikarar, innkeyp av kaffi, te og køkum, pappkrússum, -tallerkum og bestikk, brúk av streymi, reingerð og skatt.

Vil tað siga, at til ber at bóka eins F’LJÓÐ KVØLDSETU fyri bara tvey fólk, um tey gjalda 1.500 kr hvør, fyri bara fýra fólk um tey gjalda 750 kr hvør, og fyri átta fólk, um tey gjalda 375 kr hvør o.s.fr.?

Júst so. Tað ber væl til.

Um man ikki bíleggur eitt heilt tiltak, men bara ynskir, at nakrir fáir gestir kunnu koma at uppliva eina F’LJÓÐ KVØLDSETU, ber so til hjá hesum gestum at koma til eitt tiltak, sum longu er planlagt?

Ein kann altíð spyrja seg fyri hjá Elini, um pláss skuldi verið til longu planlagdar stovukonsertir. So spyr endiliga um tað. Vinaliga far til hesa síðina at vita hvussu tú bíleggur konsertir.

Verður rindað fyri tiltakið áðrenn, á staðnum ella aftaná?

Rokningar fyri bílagdar stovukonsertir til bólkar verða sendar aftaná konsertirnar.

Hvat um vit mugu avlýsa? Skulu vit so gjalda?

Hevur tú bílagt eina heila F’LJÓÐ KVØLDSETU t.d. til ein bólk og avlýsir fimm gerandisdagar áðrenn konsertina, verður eingin rokning send. Verður konsertin avlýst minni enn fimm gerandisdagar áðrenn, verður rokning send uppá 1.500 kr.

MEIRA KUNNING

Hvar kann eg fáa meira kunning um F’LJÓÐ KVØLDSETUR

Í niðanfyristandandi faldara eru nógvar myndir frá F’LJÓÐ KVØLDSETUR tiltøkum og ein fullfíggjað skrá fyri eina typiska kvøldsetu:

Til ber at fáa nærri kunning um aktuell tiltøk á facebook síðuni hjá F’LJÓÐ KVØLDSETUM.

Ella á  Atgongumerkjasíðuna hjá F’LJÓÐ KVØLDSETUM.

This site is registered on wpml.org as a development site.