2020 –

ELIN VERKSETIR EINA HÓPFÍGGINGARVERKÆTLAN

Meðan korona gjørdi um seg og alt felagslív í landinum var mestsum deytt, vóru nógvir tónleikarar noyddir til bara at sita heima eins og øll onnur. Fyri at undirhalda seg sjálvar og onnur fóru fleiri av teimum at bjóða framførslur á netinum – eisini Elin. Millum aðrar sangir hevði hon eina live framførslu av einum lag, hon hevði skrivað til yrking hjá pápa sínum, rópt Sóleyan.

Hon deildi framførsluna á sosialum miðlum, og bilsin var hon, tá hon varnaðist at upptøkan fekk bein at ganga á í Føroyum. Eftir bert tveir dagar høvdu fleiri túsund fólk sæð framførsluna og nógv viðmerktu, at teimum dámdi lagið sera væl.

Her er upptøkan, sum breiddi seg skjótt um Føroyaland:

Millum tey fólkini, sum gjørdu viðmerkingar til sangin, var Høgni Rasmussen, sum spurdi Elina, hví hon ikki verksetti eina hópfíggingarverkætlan við tí fyri eyga at fáa fígging, so hon kundi innspæla lagið í einum professionellum upptøkuhøli. Og ikki bara tað – hví ikki gera eina symfoniska upptøku av lagnum, spurdi hann – eins og hon hevði gjørt við sangin Eitt dýpi av dýrari tíð, sum hon fekk innspælt við einum tjekkiskum symfoniorkestri næstan 20 ár áðrenn.

Elin fekk íblástur av øllum hesum jaligu viðmerkingunum, so hon fór undir sína næstu stóru tónleikaverkætlan. Hon fekk hugskotið, at hon vildi heiðra pápa sín, rithøvundin Jens Paula Heinesen, sum fór at fylla 90 ár tvey ár seinni, 12, november 2022. Hon droymdi um at geva fleiri løg út, sum hon skuldi gera til yrkingar hjá pápanum – og, um møguligt, skipa fyri eini stórari heiðurskonsert fyri pápanum á føðingardegi hansara saman við Føroya Symfoniorkestri og einum kóri.

Men fyri at kunna gera tað, hevði hon brúk fyri pengum – einari rúgvu av pengum. Hon vildi fyrst vita, um tað var gjørligt at fáa fígging til at innspæla eitt einstakt lag, sum hon hevði skrivað til yrking hjá pápanum – Sóleyan, tann sangurin sum so nógv fólk høvdu lurtað eftir á facebook. So hon verksetti eina hópfíggingarverkætlan á nýliga stovnsettu síðuni – hopfigging.fo – fyri bara henda sangin.

Hennara hópfíggingarverkætlan var tann fyrsta av sínum slag fyri eina tónleikaverkætlan á hesi nýggju hópfíggingarheimasíðuni. Høgni, sum hevði eggjað henni til at royna hópfígging, hjálpti henni við at gera eina videoupptøku, har hon bað fólk um at stuðla sínari verkætlan – sum sæst her:

Á hopfigging.fo síðuni um verkætlanina hjá Elini, skrivaði hon m.a.:

“Tað hevði bara verið heilt fantastiskt, um tað var gjørligt at gera eina symfoniska innspæling av Sóleyan, so hon kundi verið klár í góðari tíð at geva út í allarseinasta lagi á 90 ára føðingardegi hjá pápa í 2022, og á henda hátt heiðra minni hansara. Eg vóni tí inniliga, at nóg nógv fólk taka undir við og stuðla hesi verkætlanini, so dreymurin verður veruleiki”.

Les meira um verkætlanina á hopfigging.fo HER.

Her er samrøða við Elina á útvarpsstøðini R7 um hópfíggingina – og um hvussu gekst:

Hópfíggingin gekk væl betur enn væntað. Uppá einans seks dagar hevði Elin fingið meira enn fullu uppæddina, hon søkti um. Tá hópfíggingartíðarskeiðið var av, hevði hon fingið verkætlanina 136 % fíggjaða, so nú var bara at finna onkran, sum kundi hjálpa henni at seta tónleikin út fyri symfoniorkestur. Hon fann fram til fleiri, sum bjóðaðu seg fram til slíkar uppgávur, har ímillum frálíka italska tónaskaldið og útsetaran Enzo De Rosa, sum hon setti seg í samband við eftir at hava hoyrt tónleik, sum hann hevði sett út fyri onnur fólk. Tá hon hevði lurtað eftir hesum, var hon beinanvegin sannførd um, at hetta var rætti maðurin til uppgávuna. Enzo hoyrdi ta einføldu útgávuna av lagnum Sóleyan og játtaði beinanvegin, at hann fegin vildi hjálpa henni at seta lagið út fyri symfoniorkestur. Og tað skuldi vísa seg, at hann skuffaði ikki.

Sóleyan var givin út sum staklag og sum sjónbandalag tann dagin pápi Elina fylti 89 ár – 12. november 2021 – bæði í eini føroyskari og eini enskari útgávu.

Hygg eftir sjónbandalagnum her::

Og her í ensku útgávuni:

Lagið fekk góða móttøku, sum fekk italska tónaskaldið og útsetaran Enzo De Rosa til at spyrja Elina, um hon ikki hevði fleiri løg, sum hon hevði skrivað til yrkingar hjá pápanum, sum tey kundu samstarva víðari um. Hetta gav henni dirvi til at halda fram við verkætlanini og uppá stutta tíð hevði hon so gjørt fýra nýggj løg til yrkingar hjá pápanum, sum Enzo fór undir at gera symfoniskar útsetingar til.

Men fyrst máttu tey tryggja sær fígging til verkætlanina, soleiðis at eisini hesi løgini kundu verða innspæld við symfoniorkestri. So Elin verksetti eina hópfíggingarverkætlan aftrat, har hon ikki væntaði, men bara vónaði, at henda nýggja hópfíggingin fór at hjálpa henni at koma á mál við at innspæla løgini og – ikki minst – at frumframføra løgini til eina heiðurskonsert í Norðurlandahúsinum við Føroya Symfoniorkestri á 90 ára føðingardegnum hjá pápanum.

Henda nýggja hópfíggingarverkætlanin gekk tíbetur eisini væl. Tá tíðarskeiðið endaði hevði Elin 175 % av upphæddini, hon søkti um. Hetta var ein risa hjálp. Men tó ikki nóg mikið til at fíggja alla verkætlanina, so hon søkti eisini aðrar vegir – grunnar, stovnar, kommunur og fyritøkur.

Við hesum stuðlum aftrat + einum stórum parti tiknum av hennara egnu uppsparing í bankanum, eydnaðist tað henni endiliga at savna so mikið av pengum saman, at hon fekk innspælt fýra onnur løg aftrat, útsett av Enzo De Rosa og innspæld við tjekkiska tjóðarsymfoniorkestrinum – the Czech National Symphony Orchestra – og við føroyska kórinum Tarira, umframt skipa fyri stóru heiðurskonsertini tann dagin pápin hevði fylt 90.

Elin var ómetaliga glað og errin, tá heiðurskonsertin endiliga gjørdist veruleiki. Tiltakið fór fram í Norðurlandahúsinum í Havnini fyri fullum húsum – umleið 450 fólk – 12. november 2022 á føðingardegnum hjá pápanum, har hon kundi framføra teir seks sangirnar, hon hevði gjørt til yrkingarnar hjá pápanum saman við Føroya Symfoniorkestri og teimum báðum kórunum Tarira og Tórshavnar Manskóri – og við henni sjálvari sum sangsolisti. Umframt tónleikin vóru eisini fleiri samrøður við ymisk fólk um pápan og upplestur burtur úr skaldskapi hansara millum tónleikaframførslurnar.

Tá heiðurskonsertin var liðug, reistu allir áhoyrarnir í salinum seg upp – og allir luttakararnir á pallinum fingu standandi lógvabrestir frá áhoyrarunum. Elin kundi ikki vera meira nøgd.

Her eru smá klipp frá konsertini:

Kringvarp Føroya tók alt tiltakið upp á sjónband. Og á páskum árið eftir var heiðurskonsertin fyri Jens Paula Heinesen send í sjónvarpinum í tveimum pørtum, ávikavist 6.  og 7. apríl 2023.

Hygg at PARTI EITT:

Hygg at PARTI TVEY:

Innspælingarnar til sjálva plátuútgávuna av teimum fýra nýggju løgunum eftir Elina við sangtekstum eftir pápan vóru gjørdar um summarið í 2022 í Prag í Tjekkínum við tjekkiska tjóðarsymfoniorkestrinum, og í høllini Hátúni á Musikkskúlanum í Havn við kórinum Tariru, meðan Elin sang sín part inn í privatum upptøkuhølum.

Ætlanin var, at útgávan við hesum fýra løgunum, umframt Sóleyan og Eitt dýpi av dýrari tíð, skuldi koma út bæði sum fløga og LP tann dagin heiðurskonsertin var. Men so varð ikki. Tað tók nógv longri tíð, enn Elin hevði væntað, at fáa tónablandið av tónleikinum uppá pláss – fyri at vera neyv: næstan eitt heilt ár longri. So Elin gjørdi av at útseta útgávuna til 91 ára føðingardagin hjá pápanum, 12. november 2023.

Les meira um útgávuna HERE.

STOVUKONSERTIR VIÐ EYÐUN MOHR HANSEN

Summarið 2023 spældi Elin meira enn 20 stovukonsetir fyri ferðafólkum saman við gittaristinum Eyðun Mohr Hansen heima í hennara egnu stovu undir heitinum F’LJÓÐ stovukonsertir og kvøldsetur. Les meira um hesar konsertirnar HER.

Elin og Eyðun spældu eisini tvær stovukonsertir fyri fullum húsum í Sandavági á tiltakinum Húsagongd, sum hetta árið fór fram 6. mai.

Her eru nakrar myndir frá stovukonsertini á Húsagongd tiltakinum í Sandavági 6. mai 2023:

KONSERTIR VIÐ EBH BAND

Summarið 2023 spældi Elin eisini fleiri aðrar konsertir saman við fullum tónleikabólki – tvs. við Eyðun Mohr Hansen á gittar, Edvard Nyholm Debess á bass og Rógva á Rógvu á trummum. Tvær av konsertunum vóru partur av Summartónar 2023 skránni.

Her er ein videoupptøka frá konsertini í Café Eðge í Mikladali 8. juni:

 

View this post on Instagram

 

A post shared by Eðge (@cafeedgemikladal)

Her er ein videoupptøka frá konsertini í SALT á Tvøroyri 9. juni 2023, sum ein áhoyrari –  Rúni Thomsen – tók upp:

Bólkurin spældi eisini eina konsert í Maggies í Nólsoy, leygarkvøldið 2. september, men endaðu tá við at vera ein trio, og ikki ein kvartett, tí trummusláarin gjørdist sjúkur í síðstu løtu og kundi tí ikki vera við.

Elin Brimheim Heinesen Trio í Maggie’s í Nólsoy leygarkvøldið. 2. september 2023 – Janus Nolsø gjørdi upptøkurnar:

HEILDARÚTGÁVAN EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ KEMUR ÚT

Tað er ikki hvønn dag, at nýggjur føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu. Men leygarkvøldið 2. desember 2023 kl. 20:00  legði Elin Brimheim Heinesen fram nýggju heildarútgávuna hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen, á móttøku og hugnakvøldi í Perluni, Tórsgøtu 3 í Havn. Útgávan hevur heitið “Eitt dýpi av dýrari tíð” og varð givin út á vinylplátum, fløgum og á talgildum pallum av plátufelagnum TUTL.

Elin hevði eisini okkurt annað spennandi við í skjáttuni hetta kvøldið.

Hetta var skráin fyri kvøldið:

  • Elin leggur fram og greiðir frá tilgongdini at skapa tær 12 skeringarnar á heildarútgávuni
  • Prát við ymisk fólk, sum hava gjørt stórfingnu tónleikaverkætlanina møguliga
  • Livandi tónleikur verður sjálvsagt á skránni
  • Sjónbandalagið “Sóleyan” verður víst á stórskíggja
  • Elin avdúkar eitt eyka jóla-yvirraskilsi!
  • Til ber at ogna sær plátuna hetta kvøldið fyri serprís og við signaturi hjá Elini.

Borðreitt var eisini við ábiti, og barrin var opin til kl. 23:30.

Meira um útgávuna kann lesast HER.

Og her ber til at lurta eftir allari heildarútgávuni:

Intervjú

Her er ein samrøða – á enskum – við Elin Brimheim Heinesen um hennara heildarútgávu “Eitt dýpi av dýrari tíð / A Chasm of Precious Time”, sum varð útgivin 1. desember 2023. Í samrøðuni tosar hon um pápa, rithøvundin Jens Paula Heinesen sála, sum skrivaði tekstirnar til sangirnar á fløguni, og um hansara lív og bókmentir. Tað er Matthew Workman, vertur á poddvarpinum The Faroe Islands Podcast, sum intervjúar Elina.

Lurta HER.

NÝTT JÓLALAG

Í desember 2024 kom eilt óvæntað og ófráboðað enn eitt symfoniskt lag út, sum Elin Brimheim Heinesen syngur. Elin hevði júst 1. december 2023 givið út symfonisku heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð” við løgum, hon hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen. Men nú kom so eitt eyka symfoniskt lag aftrat, sum hon syngur, men sum eingin visti um. Hesaferð var talan um ein jólasang nevndur “Jólafriður á jørð” eftir italska tónaskaldið, Enzo De Rosa.

Elin Brimheim Heinesen hevur samstarvað við Enzo De Rosa áður um heildarútgávu sína “Eitt dýpi av dýrari tíð”. Enzo gjørdi nýggja jólasangin, sum eisini er innspældur við symfoniorkestri og við Elini sum sangsolisti, umframt við átta smágentum – allar um 10-11 ára gamlar – í Gentukóri Eysturskúlans, stjórnað av Joannu Johansen. Elin hevur sjálv umyrkt enska upprunatekstin til lagið.

Soleiðis greiðir Enzo De Rosa frá, um hvussu lagið bleiv til: – Sonur mín, Leonardo, var borin í heim 11. november í 2011. Í sambandi við hesa gleðiligu hending spurdi eg mín góða vin og sangskrivara, Paul Oxley, um hann vildi hjálpa mær at skriva tekst til ein jólasang, eg júst hevði gjørt til nýborna sonin hjá mær fyri at hátíðarhalda føðing hansara. Málið við at skriva sangin var at varpa ljós á tað, sum eg haldi átti at verið djúpara meiningin við komandi høgtíðini. Jólini eru ein tíð, har menniskju áttu at minst til, at vit øll í veruleikanum eru sameind. Tá kavin legst á hús, býir og lond og fjalir mørkini millum okkara, eigur hetta at minna okkum á, at í veruleikanum eru hesi mørkini bara heilaspuni – nakað, sum vit hava funnið uppá bara fyri at skilja okkum sundur sum menniskju. Í veruleikanum er tað nógv meira, sum bindur okkum saman, enn tað, sum skilir okkum. Tað var tað, eg vildi siga við hesum sanginum. Eg eri sera fegin um, at Elin vildi lata sangin í føroyskan ham.

Í heyst gjørdi Enzo De Rosa av at gera eina symfoniska innspæling av jólasanginum við Elini sum sangsolisti. Hann spurdi hana, um hon ikki kundi skriva ein sangtekst á føroyskum, tí honum dámar so væl føroyska málið og heldur tað ljóða so væl. Sum Enzo orðar tað: – Tað ljóðar sum eitt fornt afturljóð frá fyrndini. Elin greiðir frá:

– Enzo De Rosa er ein serstakliga dugnaligur tónlistamaður og tónaskald, sum gjøgnum seinastu 40 árini hevur arbeitt við óteljandi tónleikarum og sangarum kring allan heim. So eg kenni tað sum eina stóra æru, at Enzo heitti á meg og leit mær upp í hendurnar bæði at skriva sangtekstin og syngja jólasangin, sum hann hevur gjørt til sonin hjá sær. Tað er stórt fyri meg.

Elin setti seg í samband við Joannu Johansen um at fáa Gentukór Eysturskúlans at syngja saman við sær á útgávuni. Innspælingarnar av røddum og orkestri fóru fram síðst í novembermánaða í ár. Enzo hevur sjálvur tónablandað orkesturtónleikin, meðan føroyski tónleikaframleiðarin Bárður Háberg hevur tikið upp og tónablandað røddirnar hjá Elini og gentukórinum. Orkesturparturin er innspældur av Moscow Metropolitan Session Orchestra undir leiðslu av Vladimir Podgoretsky. Og masteringina hevur Alex Gordon í Abbey Road Studios gjørt.

Hesi hava verið við í framleiðsluni av “Jólafriður á jørð”:
Tónleikur og útseting fyri symfoniorkestur: Enzo De Rosa
Føroyskur sangtekstur: Elin Brimheim Heinesen
Upprunatekstur: Paul Oxley
Orkesturupptøkur: Bow Tie Remote Recordings
Orkestur: Moscow Metropolitan Session Orchestra undir leiðslu av Vladimir Podgoretsky
Upptøkur av orkestri: Alexandr Serenko
Tónabland av orkestri: Enzo De Rosa
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Gentukór Eysturskúlans (Aleksandra Glerfoss, Anna Sára Pætursdóttir, Eyðdis Iversen, Gloria Schmidt, Jóna Bjørg Berg, Maibritt Trondesen, Mira Absalonsen og Tórgerð Lamhauge – allar 10-11 ára gamlar) undir leiðslu av Joannu Johansen.
Upptøkur og tónabland av røddum: Bárður Háberg
Mastering: Alex Gordon í Abbey Road Studios

Sangteksturin til “Jólafriður á jørð” eftir Elina Brimheim Heinesen

1. Flykrurnar dala av himmali hátt,
sum gimsteinar glampa og dansa í nátt.
Gøturnar tómar, frystar í snjó.
Kvirra nú ræður, alt hvílir í ró,
tí at nú fjalir kavin hvørt stríð og hvørt sár,
fjalir øll landamørk, líðing og tár.
Her á jørð valdar friður,
nú vit øll halda jól.

2. Jólini breiða seg um allan heim.
Fólk smílast fegin, og øll halda gleim,
syngja av hjarta eitt blítt takkarljóð.
Tónleikur, látur, øll eru so góð,
tí nú savnast vit saman eitt bil, knýta bond,
dansa um træið so fitt hond í hond.
Her á jørð valdar friður,
nú vit øll halda jól.

3. Lalala…
Her á jørð valdar friður,
nú vit øll halda jól,
tí vit halda jól.
Tí halda vit øll nú jól.

Lagið “Jólafriður á jørð” hjá Enzo De Rosa verður skjótt at finna á talgildum miðlapallum HER.

VALD Í STÝRIÐ FYRI FMX

Í januar 2024 var nýggja stýrið fyri FMX – Faroe Music Export – samansett. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, valdi Mikael Blak til formann. Hann helt fram í stýrinum eins og Gunn Hernes. Nývald vóru Elin Brimheim Heinesen og Leivur Thomsen.

Frá vinstru: Leivur Thomsen, Elin Brimheim Heinesen, Mikael Blak og Gunn Hernes.
Frá vinstru: Leivur Thomsen, Elin Brimheim Heinesen, Mikael Blak og Gunn Hernes.

EYDNAN SPÆLD Á KONSERT HJÁ BYRTA

Í februar 2024 spældi bólkurin BYRTA eina sera væleydnaða konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn, har tey m..a framførdu lagið Eydnan, sum Elin hevur skrivað tekst til:

XPERIMENT SYNGUR LAGIÐ EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ

Í mars 2024 gav kórið XPERIMENT eina heildarútgávu út. Henrik Birk Aaboe útsetti lagið Eitt dýpi av dýrari tíð fyri kórið – ein serstakliga flott útseting, ið kann hoyrast her:

Á útgávukonsert síni í Hátúni týskvøldið 5. mars 2024 framførdi sera dugnaliga kórið Xperiment eina frálíka og hjartanemandi útgávu av lagnum hjá Elini Brimheim Heinesen og Jens Paula Heinesen “Eitt dýpi av dýrari tíð” (um video ikki sæst, trýst á “Video on Facebook):

TÝSKT UMMÆLI GAV 8,5 AV 10 STJØRNUM

Í Mars 2024 var fyri fyrstu ferð nakrantíð ein tónleikaútgáva hjá Elini ummæld í einum útlendskum tónleikamagasini – og so fekk hon enntá 8,5 stjørnur av 10 stjørnum!

Talan er um heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð” við symfoniskum løgum, Elin hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum, Jens Pauli Heinesen, og sum Enzo De Rosa hjálpti henni at seta út fyri orkestur og kór.

“ELIN BRIMHEIM HEINESEN has succeeded in creating a really fantastic album here that could also convince people who are usually not so much into classical music. Because although it is classical orchestral music, it is still contemporary. A really beautiful piece of music, but you have to take your time to listen, because this is something that can’t be listened to in a rush.” (Leysliga týtt við Google Translate.)

Ummælið er annars á týskum og kann lesast HER.

STOVETÓNAR Í NÓLSOY

Elin upptraðkaði á StOVEtónum í Nólsoy 30. mars 2024 heima hjá Maud Wang Hansen og Fríåriki SIvertsen.

TEMAPLÁTAN: ‘NALJA’

Í sambandi við, at NALJA spældi leygardagin 6. juli 2024 kl. 15:30 á GNÍST Festivalinum í Nólsoy, er áhugavert at lurta eftir hesari sendingini hjá Jákupi Magnussen um NALJA-útgávuna hjá Elini & Kári í 1988. Jákup Magnussen hevði prát við Elina um verkið, og sendingin varð send 9. mars 2024. Soleiðis stóð skrivað á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya um sendingina:

“NALJA útgávan var væl umtókt millum fólk í Føroyum síðst í 80’unum – ikki bara tí hetta var ein útgáva við góðum sangbærum poppløgum, sum fólk kundu dansa til, men eisini tí útgávan rakti beint niður í tíðarandan tá. Hesi árini fóru nakrar kollveltandi rembingar fram í hugburðinum hjá ungum fólki – rembingar, sum løgdu lunnar undir samfelagið, sum tað er í dag, har fólk hava størri frælsi til at líkjast búrtur úr fjøldini og kunnu liva meira alternativar lívsstílar.

NALJA-útgávan hevði heilt klárt bæði eitt feministiskt og eitt ‘gay rights’ element í sær, hóast Elin og Kári søgdu seg ikki at hava politiskar intentiónir við útgávuni Men staðfestast kann, at tey stóðu púra einsamøll og unik á føroyska mentanarpallinum sum ein kvinna og ein samkyndur maður, har Elin eisini var komponistur og framleiðari á jøvnum føti við Kára og Óla Poulsen, ið var hann sum tónablandaði og t.d. stóð fyri trummuprogrammeringum.

Bæði Kári og Elin programmeraðu og arrangeraðu sjálvi tað mesta av tónleikinum, áðrenn tey fóru í studio. Tað var avgjørt ikki vanligt at síggja í Føroyum tá í tíðini, at kvinnur brúktu teldur til at komponera og arrangera tónleik við, sum Elin gjørdi.

Tíðin og umhvørvið í Føroyum var tá – sæð við nútíðar brillum – sera mansdominerað og homofobiskt. So uttan at tað sum so var ætlanin, so koma vit ikki uttan um, at NALJA-útgávan eisini á tí økinum var rættiliga serstøk.”
Elin Brimheim Heinesen og Kári Linderoth Jacobsen manna Nalju-duettina, sum seint í fýrsunum gjørdu Temaplátuna, ið var tann best umtókta føroyska útgávan við ungdómspoppi tað tíggjuáraskeiðið. Til dømis kallaði Kári sjálvur eitt annað av hittunum, Ansa eftir, fyri: “eitt diskotekslag eftir urbanum leisti”.

Talan var millum annað um ávirkan frá ensku Depeche Mode, Yazoo, Erasure, Howard Jones, og øðrum, eins og aðrir stílar sum rokkur, bossanova, og jazzur høvdu ávirkan á verkið. Tey bæði vildu gera kvalitetspopp, hava tey sagt seinni. Samtíðarsynthezisarin merkti útgávuna: nógv, kann sigast, men samstundis er hon sera melodiskur felagssangur, so hon livir framvegis væl – og hon hevur eisini nakað føroyskt yvir sær.

Talan var um eitt kassettuband, útgávudagurin var 20. juli 1988. Ttíggju ár seinni var Nalja eisini tøk sum fløga við bonuslagnum Heimlongsul, ið lýsir støðuna hjá føroyingum í útlondum, sum altíð kenna ein drátt mótvegis Føroyum, fólki, mentan, og náttúru.

Útgávan var fyri níggju árum síðan Temapláta í Plátubarrini. Tá var onki gestaprát, meðan í sendingin hesaferð er ein ferð gjøgnum verk og tíð saman við Elini Brimheim Heinesen. Plátubarrin 9. mars 2024

NALJA Á GNÍST Í NÓLSOY

6. juli 22025, spældi NALJA á Gníst í Nólsoy. Her venur tónleikabólkurin áðrenn framførsluna:

Og her spæla NALJA á Gníst:

This site is registered on wpml.org as a development site.