TÓNLEIKAYRKISLEIÐ

ELIN BRIMHEIM HEINESEN er føroysk songkvinna/sangskrivari/tónaskald, sum fólk í Føroyum hava kent til síðani mitt í sjeytiárunum. Elin er helst mest kend sum onnur helvtin av tveymansbólkinum Elin & Kári – eisini rópt NALJA eftir teirra fyrstu útgávu – sum í endanum av áttatiárunum góvu út eitt kassettuband við sera væl umtóktum sangum sum “Á, Tann deiliga Havn”, “Sjeikurin” og “Eitt dýpi av dýrari tíð”.

Hóast Elin leingi hevur verið eitt kent andlit á føroyska tónleikapallinum, hevur hon einans latið hesar heildarútgávur úr hondum:

  • Heildautgávan “NALJA” saman við Kára Linderoth Jacobsen, har tey skrivaðu fimm sangir hvør. Útgávan kom út í 1988 sum kassettuband (MC) og aftur í 1998 sum fløga (CD).
    Les meira um útgávuna HER og lurta eftir útgávuni her: https://album.link/i/1019759045
  • Heildarútgávan “Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir” (Treasured songs – a trip down memory lane) við Ad Libitum. Á útgávuni, sum kom út í 2010, eru væl kendir gamlir evergreens.
    Les meira um útgávuna HER og lurta eftir útgávuni her: https://album.link/i/1317126745
  • Heildarútgávan “Handan stjørnurnar”, sum er fyrsta heildarútgávan hjá Elini sum einstaklingur við 12 av hennara egnu løgum, givin út í 2018.
    Les meira um útgávuna HER og lurta eftir útgávuni her: https://album.link/i/1406252217
  • Hennara fjórða heildarútgáva “Eitt dýpi av dýrari tíð  / A Chasm of Precious Time” kom út í november 2023 við nýklassiskum symfoniskum tónleiki, Elin hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen.
    Les meira um útgávuna HER og lurta eftir útgávuni her: https://album.link/eitt-dypi-av-dyrari-tid

HVØNN TÓNLEIK SPÆLIR ELIN?

Elin hevur spælt og gjørt tónleik av nógvum ymiskum slag í síni yrkisleið. Hon hevur sungið jazz, sangleikir, vísur, popprokk – enntá spælt við einum tungrokkbólki – og seinastu árini hevur hon gjørt symfonisk løg.

Tann sera livandi siðvenjan at syngja saman í Føroyum, har Elin er uppvaksin, hevur sjálvandi ávirkað hana nógv síðan barndómin – og eisini tónleikin, hon ger/spælir, sum altíð hevur verið merktur av tí vokala og nógvum kórútsetingum.

Í sjeytiárunum gjørdi hon sangir, sum tú kanst kalla fólkaløg, sum var ein væl umtókt sjangra hesi árini. Elini dámdi eisini sera væl jazz og blues. Havnar Jazzfelag, sum hon var við til at stovna mitt í sjeytiárunum, var avgjørt við til at menna og merkja hennara tónleikaáhuga – so hetta hevur eisini havt stóra ávirkan á hennara tónleik.

Í áttatiárunum stovnaði hon ein tveymansbólk við Kára Jacobsen og gjørdi poppútgávuna “NALJA”. Útgávan minti á mangan hátt um aðrar poppútgávur í áttatiárunum – men var eisini serstøk á ein sera ‘føroyskan’ hátt, og gjørdist sera væl umtókt sum júst tað. Í samrøðum í miðlunum tá, søgdu Elin & Kári journalistunum, at útgávan var eitt sindur av einari mótreaktión ímóti “politiskt korrekta” tónleikinum, sum var sera vanligur tey árini. Hetta var tó ikki ein tilvitað ætlan við útgávuni, men tá ein hyggur aftur á aftur, ber til at síggja tað á tann hátt. Elin hevur altíð hildið fast við at gera tónleik, sum hevur rætt í sær sjálvum – og sum ikki bara verður brúktur sum eitt amboð til at selja ein boðskap av onkrum slag – t.d. ein politiskan boðskap, sum er uppi í tíðini… Ideelt sæð eigur tónleikur ikki at gera annað enn úttrykkja sannar kenslur, tað verið seg gleði ella sorg og alt harímillum.  Sangirnir á NALJA-útgávuni, sum var endurútgivin á fløgu í 1998, hava í øllum førum verið sera væl umtóktir, síðani teir komu út, og verða enn nógv spældir í føroyskum útvarpi.

Útgávan “Yndisløg” (Treasured Songs), ið kom út í 2010, er heilt øðrvísi, meira avslappaður tónleikur lættur at lurta eftir. Meðan útgáva Elinar sum einstaklingur “Handan stjørnurnar”, ið kom í 2018, hevur eitt heilt annað úttrykk, meira sum popprokkur. Heildarútgáva hennara “Eitt dýpi av dýrari tíð” er  so aftur nakað heilt annað, tí her tosa vit um stórslignan neoklassiskan tónleik.

Haraftrat hevur Elin gjørt nógv onnur løg, ið ikki eru givin út enn, sum ikki so lætt kunnu flokkast. Tónleikur hennara er fjølbroyttur og eitt úttrykk fyri hennara tónlistarligu menning. Nógv av hennara tónleiki kann kanska flokkast sum popprokkur ella fólkarokkur – men tað eru so yvirskipað frámerki, sum einki siga um, hvussu tónleikurin ljóðar í veruleikanum.

SPÆLILISTI

Lurta eftir sangum eftir ella við Elini Brimheim Heinesen:

This site is registered on wpml.org as a development site.