2000 – 2010

BEST UMTÓKTA LAGIÐ HJÁ ELINI Í NÝGGJUM HAMI

“EITT DÝPI AV DÝRARI TÍД er heitið á einum av best umtóktu løgunum á NALJA útgávuni. Elin skrivaði og setti tónleikin út fyri sangin, og pápi hennara, rithøvundurin Jens Pauli Heinesen, skrivaði tekstin.

Í 2002 var sangurin settur út fyri symfoniorkestur av danska filmstónaskaldinum Søren Hyldgaard og varð innspældur í Prag í Tjekkínum við City of Prague Philharmonic Orchestra undir leiðslu av dirigentinum Mario Klemens. Elin var sangsolistur og Tórshavnar Manskór sang kórrøddirnar undir leiðslu av Bjarna Restorff.

Sangurin var almannakunngjørdur í einum heimildarfilmi hjá Gullu Øregaard um pápa Elina, Jens Paula Heinesen, ið var vístur í føroyska sjónvarpinum sum ein heiður til rithøvundan á 70 ára degi hansara.

Les meira um lagið ‘Eitt dýpi av dýrari tíð’ HER.

Lurta eftir upprunaútgávuni av sanginum her:

Lurta eftir symfonisku útgávuni av sanginum her:

ELIN GER COME-BACK Á TÓNLEIKAPALLINUM

Í næstan 20 ár frá tíðliga í nítiárunum traðkaði Elin næstan ikki fram alment sum tónleikari. Hon gjørdist mamma í 1990, og í langa tíð hevði hon eisini ovmikið at gera í arbeiðslívinum innan mentanarfyrisiting, marknaðarføring og miðlan – so har var eingin tíð eftir til at fáast við tónleik.

Men í 2005 fór Elin endiliga aftur í upptøkuhølið at spæla inn átta sangir saman við mammubeiggja sínum, Svenn Brimheim, sum var ein kendur gittarspælari í Føroyum, og saman við tónleikabólkinum, sum hann spældi í, Ad Libitum, sum var ein sera væl umtóktur akustiskur easy-listening fólkatónleikarabólkur í Føroyum, ið mest spældi eldri evergreens. Tey løgdu ætlan um at spæla fleiri sangir inn seinni, og ætlanin var, at útgávan skuldi koma út í 2006, men tíverri doyði Svenn á vári í 2006, áðrenn tey kundu fara aftur í upptøkuhølið at gera restina av innspælingunum. Seinni – í 2007 – fór Elin í upptøkuhølið saman við bólkinum hjá Svenn at spæla inn teir sjey sangirnir, sum restaðu í.

Heildarútgávan fekk heitið “Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir” (Treasured songs – A Trip Down Memory Lane) og inniheldur 15 yndisløg hjá henni sjálvari, hjá mammuni og hjá mammubeiggjanum Svenn. Átta av løgunum blivu upptikin live í upptøkuhølinum hjá Kringvarpi Føroya í 2005 saman við Svenn og Ad Libitum. Teir írestandi sjey sangirnir vóru innspældir í somu upptøkuhølum í 2007 – hesaferð tó uttan Svenn.

Men tað gekk long tíð, áðrenn til bar at geva tónleikin út orsaka av trupulleikum við at fáa loyvi frá rættindahavarunum til sangirnar.  Meira fæst at vita um hesa útgávuna HER.

MYNDIR FRÁ KONSERTUM Í 2007-2010

Her eru nakrar myndir frá ymiskum framførslum:

Elin við Ad Libitum í 2007 – Jól í Miðlahúsinum / Sosialurin í Havn :

Elin við Ad Libitum í 2008 – Konsert í Miðlahúsinum, tá blaðið Sosialurin hevði 80 ára føðingardag:

Elin spælir saman við Jens Marna Hansen á eini 50 ára føðingardagsveitslu hjá eini vinkonu í 2008:

Og her er ein video við framførslu teirra á somu veitslu:

Elin spælir saman við Benjamin Petersen (Son of Fortune) í Tøting í Gøtu í 2009:

Elin og Ad Libitum á eini Mentón konsert í Reinsarínum summarið 2010:

 


Víðari til 2010-2020

This site is registered on wpml.org as a development site.