TÓNLEIKAYRKISLEIÐIN KEMUR AFTUR Á SPORIÐ
Í 2010, tá øll viðurskiftini viðvíkjandi rættindum endiliga komu uppá pláss, kom so heildarútgávan “Yndisløg” út, sum Elin gjørdi saman við akustiska bólkinum Ad Libitum. 1.300 eintøk av útgávuni vóru seld tey fyrstu tvey árini eftir útgávuna, sum ikki er so heilt galið í einum so lítlum landi sum Føroyum. Les meira um útgávuna HER.
Árini eftir hesa útgávuna kom ferð aftur á tónlistayrkisleiðina hjá Elini. Útgávan gjørdi at eftirspurninguri aftur kom eftir Elini at spæla konsertir, og Elin hevur spælt nógvar konsertir og á festivalum síðani tá, so sum á G! festivalunum í Gøtu, Summarfestivalinum í Klaksvík, Voxbotn í Havn, Ólavsøkukonsert í Havn, Summartónar ymsastaðni í landinum, í kirkjum, í spælistaðnum Reinsarínum í Havn og ít Tøting í Gøtu, á privatum veitslum, til brúdleyp og jarðaferðir og ikki minst á stovukonsertum, mest fyri ferðafólkum um summarið. Vanliga syngur og spælir hon hennara egnu løg, nøkur útgivin og nøkur ikki útgivin enn, onkur av teimum klassisku NALJA løgunum, onkur av løgunum av Yndisløg útgávuni. Summatíðir spælir hon einsamøll, aðrar tíðir saman við øðrum tónleikarum t.d. á gittara og bass.
Elin og Astrid McDonald á Ólavsøkukonsert í 2011:
ELIN & KÁRI / NALJA MØTAST AFTUR Á PALLI
Elin & Kári vóru fleiri ferðir á palli hesi árini – m.a. tvær ferðir á stórum konsertum á ólavsøku, har tey spældu fyri fleiri túsund fólkum.
Í 2012 fóru Elin & Kári fyrstu ferð á pall aftur aftaná 20 ár. Tey, sum skipaðu fyri Faroe Pride, spurdu Elin & Kára, um tey vildu fara á pall aftur saman – og soleiðis stuðla rættindunum hjá samkyndum í Føroyum. Sjálvandi játtaðu tey, og sostatt var NALJA endurskapt! Tey høvdu eina frálíka framførslu við fullum tónleikabólki frammanfyri eini áhoyrarafjøld við fleiri túsund fólkum.
Nalja, ið er kent fyri klassikarar sum “Á tann deiliga Havn”, “Sjeikurin” og “Hygg at mær”, var ein av fremstu poppbólkunum í áttatiárinum, og kassettubandið, sum tey góvu út í 1988 varð eisini útselt eftir stuttari tíð.
Kári Jacobsen, annar av høvuðspersónunum handan Nalju segði við Kringvarpið áðrenn konsertina, at fólk kundu vænta sær eina glaða og vælupplagda konsert.
– Eg haldi tað vera ordiliga festligt, at Elin og eg skulu á pall aftur fyri fyrstu ferð í 22 ár! Og tað er ein heiður at spæla á Faroe Pride, sum ikki bara er heimsins feitasta veitsla, men eisini heiðrar nakað av tí allarmest týdningarmikla hjá øllum menniskjum: Persónliga frælsið. So har verður ovmikið at veitsluhalda, vísti Kári Jacobsen á.
Elin Brimheim Heinesen segði, at Kári og hon ofta vóru spurd, um tey ikki vildu spæla teirra gomlu Nalja klassikarar á konsert.
– Men vit hava altíð sagt nei, tí vit hildu, tónleikurin hoyrdi eini farnari tíð til, og vit eru eitt annað stað í dag. Men tá fyrireikararnir av Faroe Pride spurdu okkum, vóru vit ikki í iva um, at hetta var eitt heilt serligt høvi, vit fegin vildu geva okkara ískoyti til, tí vit stuðla endamálinum at heiðra ymiskleikan og vilja vera við til at fremja meira tolsemi í føroyska samfelagnum, segði Elin Brimheim Heinesen.
27. juli 2012 kl. 16:00 byrjaði Faroe Pride skrúðgongan við Gundadalshøllina. Gingið varð oman til Tórsgøtu, har konsertin varð hildin. Aftrat Nalju spældu 200, Eivør, Mike, Ævintýrferðin og Reykjavíkar Queer Choir konsert eisini.
Her er eitt videobrot frá Faroe Pride konsertini:
Nakrar dagar seinni, fórut teir báðir tónleikaveteranarnir , Elin & Kári, á pall aftur á ólavsøku, har tey sungu og spældu fyri eini áhoyrarafjøld uppá umleið 10.000 fólk.
Her er ein mynd frá ólavsøkukonsertini í Vágsbotni í 2012:
Hetta vóru sera rørandi og nostalgiskar løtur, tá øll áhoyrarafjøldin sang saman við Elini & Kára, tá tey spældu teir góðu, gomlu og væl umtóktu NALJA-sangirnir á teimum tveimum konsertunum..
Her syngur Elin sum partur av einum ALL STARS bólki, saman viå Eivør and Teitur og øðrum, á G! festivalinum í 2013:
Elin og Kári (NALJA) syngja á Voxbotn festivalinum í Havn í 2013 (© Bjartur Vest):
Hendan myndin av NALJA-bólkinum er frá Við Múrin festivalinum í 2015:
Her syngur og spælir Elin saman við norska kórinum Korluren í Hotel Hafnia og í Maria kirkjuni í Havn í 2015:
NALJA Á PALLI AFTUR Í 2016
NALJA bólkurin hevði eina væl vitjaði og væl ummælda konsert í Reinsarínum í Havn 15. januar 2016.
Her er mynd frá NALJA konsertini í Reinsarínum í januar 2016::
Hygg at einum lítlum videobroti frá somu konsertini á Reinsarínum HER:
Og her er eitt ummæli í Dimmalætting av júst hesari konsertini:
AÐRAR FRAMFØRSLUR HESI ÁRINI
Elin, Fróði Vestergaard og Hans Olivur Joensen syngja á heiðurskonsertini fyri Jógvan Telling í Norðurlandahúsinum í februar 2016 (© Jens Kr. Vang):
Elin syngur á Nordhavns Regatta’ini í Keypmannahavn í mai 2016:
Elin syngur á Voxbotn festivalinum í Juni 2016 (© Jens Kr. Vang):
Elin framførir saman við gittaristinum Leivur Thomsen á stuðulskonsert á Strondum í 2016 fyri at stuðlu Føroya Felag móti Krabbameini:
Elin hevði eina live framførslu í Norðurlandahúsinum til Bókadagarnar í november 2016. “Lisas sang til Kåre” er eitt lag skrivað av danska rithøvundinum Lisbeth Nebelong. Sangteksturin stendur prentaður í skaldsøgutrilogiini hjá Lisbet Nebelong “Færøblues” og er um teir báðar høvuðspersónarnar í bókini, Lisu og Kára. Her verður sangurin framførdur av Elin Brimheim Heinesen Trio á árliga tiltakinum Bókadagar í Norðurlandahúsinum, 26. november 2016.
Elin syngur og spælir gittar, Arnold Ludvig spælir akustiskan bass og Leivur Thomsen spælir akustiskan gittar:
Elin siyngur sangin “Eitt dýpi av dýrari tíð” hon hevur skrivað til tekst eftir pápa sín, Jens Paula Heinesen, á sama tiltaki:
Elin syngur á G! festivalinum í Juli 2017 (© Alessio Mesiano):
Næsta videobrotið er av framførsluni hjá Nordic String Quartet’s av “Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum Elin hevur skrivað til yrking hjá pápa sínum, føroyski rithøvundurin Jens Pauli Heinesen. Stykkið var útsett fyri Nordic String Quartet av Mathias Justesen. Danski pianisturin Sigurd Barrett skipaði fyri eini frálíkari skrá fyri Sendistovu Føroya í ES (The Mission of the Faroes to the EU) á eini jólakonsert, har spælt varð fyri fullari kirkju húsi í donsku kirkjuni í Brussel í 2017. Sitat frá Sendistovuni: “Tað var ein fragd at samstarva við okkara donsku samstarvspartar um at fáa so góðan tónleik og frálíkar tónleikarar til Brussel, har føroysk tónleikatalent vóru væl umboðað.”:
Og her er ein mynd frá sama tiltaki:
Elin hevði eina konsert í Reinsarínum in Havn in juni 2018 við Kim Hansen á klaveri, Rúna Eysturlíð á gittar, Árna Johannesarson á bass:
Elin syngur á Summarfestivalinum í Klaksvík á stóra pallinum á Vágsbøi í August 2018:
7. november 2018, spældi Elin eina Open Mic konsert í Reinsarínum í Havn, við Rúna Eysturlíð á gittar, Arnold Ludvig á bass og Rógva á Rógvu á trummum. (Um tú ikki sært videobrotið her, trýst so á “Video on facebook” her niðriundir:
Á jólum í 2019, spældi Elin eina lítla konsert á tiltakinum “Norðurljóð” á Biskupstorgi í Klaksvík, saman við Rúna Eysturlíð á gittara:
F’LJÓÐ STOVUKONCERTIR
Síðani 2012 hevur Elin skipað fyri konsertum heima hjá sær sjálvum undir heitinum F’LJÓÐ stovukonsertir og síðani 2014 hevur hon samstarvað við ferðaskrivstovur og spæl stovukonsertir fyri feðraløgum hvørt summar. Hon býður gestum vælkomnum til eitt íblásandi kvøld í heimi sínum, áður í Stoffalág 18, har hon búð frá 2007 til 2021, og nú í Magnus Heinasonar gøtu 8 mitt í hjartanum á Havnini.
Stovan hjá Elini erin ein fjálgur og hugnaligur karmur um F’LJÓÐ stovukonsetirnar og kvøldseturnar. Gestirnir uppliva livandi tónleik og upplestur úr bókmentum. Tey fáa eisini kaffi, te og køkur, og tey kunnu njóta ‘vintage’ møblarnar og vøkru føroysku listina á vegginum, har av Elin hevur arvað tað mesta eftir foreldrini – kenda rithøvundan, Jens Paula Heinesen, og mamman Maud Heinesen, eisini rithøvundur, men av barnabókum.
Fyrsta F’LjÓÐ tiltaki fór fram 15. januar 2012, á føðingardegnum hjá mammu Elina. Síðani tá hevur Elin verið vertur fyri eini langari røð av stovukonsertum og bókmentakvøldum. Oftast er tað hon sjálv í framførir egnan tónleik – summatíðir einsamøll, aðrar tíðir við øðrum tónleikaranum, har av nøkur løg eru gjørd til yrkingar hjá pápanum. Men nógv onnur tónlistafólk hava eisini spælt F’LJÓÐ stovukonsertir.
Les meira um F’LJÓÐ stovukonsertir HERE og HER.
Her spælir Elin á eini F’LJÓÐ stovukonsert saman við Rúna Eysturlíð í 2019 í fyrrverandi heimi hennara:
Her er ein onnur stovukonsert í fyrrverandi heiminum hjá Elini, har hon spælir saman við Rúna Eysturlíð á gittar og Edvard Nyholm Debess á bass:
Her er eitt brot frá eini stovukonsert hjá Elini í heiminum, har hon býr nú:
HEILDARÚTGÁVAN “HANDAN STJØRNURNAR”
Elin gav sína fyrstu heildarútgávu sum einstaklingur – “Handan stjørnurnar” – 7. july 2018, sama dag, sum hon hevði sína 60 ára føðingardagsveitslu (hon fylti tó 25. juni). Hon helt stóra útgávu og føðingardagsveitsku í Sjónleikarhúsinum í Havn, har hon framførdi nakrar av sangunum saman við nøkrum í manningin frá innspælingunum. Øll løgini á útgávuni hevur hon sjálv gjørt og skrivað orð til. Løgini eru eisini útsett og framleitt av henni sjálvari saman við tónleikaframleiðaranum Finnur Hansen. “Hetta eru løg, sum alt ov leingi hava ligið goymd í skuffuni”, sum hon sigur.
Her eru fýra av manninini í upptøkuhølunum – Arnold Ludvig, Elin, Rógvi á Rógvu og Finnur Hansen:
Upptøkurnar byrjaðu í februar 2018 og manningin var Finnur Hansen á ljómborði, Arnold Ludvig á bass, Rógvi á Rógvi á trummum, Rúni Eysturlíð og Leivur Thomsen á gittara – nakrir serstakliga dugnaligir tónleikarar, umframt ein røð av øðrum tónleikarum á strúkara- og blásaraljóðførum.
Á heildarútgávuni eru løg í fleiri ymiskum sjangrum: poppur, fólkaløg, blues, jazz – og enntá onkur countrysangur.
Her er eitt videobrot frá upptøkunum:
LURTA EFTIR LØGUNUM Á “HANDAN STJØRNURNAR ” Á TÍNUM YNDISPALLI HER:
HTTPS://SONG.LINK/ALBUM/I/1406252217
Víðari til 2020 –