HVAT ER EIN STOVUKONSERT?
Ein stovukonsert er ein konsert, har gestirnir hava møguleika at lurta eftir livandi tónleiki í eini stovu í einum privatum heimi. Stovukonsertir eru við at gerast sera væl umtóktar í nógvum londum, men at skipa fyri mentanarkvøldum við søguforteljing og sangi í privatum heimi, er í roynd og veru ein gomul siðvenja í Føroyum. Føroyingar rópa hetta at hava “kvøldsetu”.
Seinastu árini eru slík tiltøk fyriskipað meira professionelt. Elin var tann fyrsta til at byrja við hesum nýggja konsertleisti í Føroyum við F’LJÓÐ KVØLDSETUM – tvs. stovukonsertum og kvøldsetum – longu í januar 2012.
Síðani komu HOYMA konsertirnar í Gøtu. Eftir tað komu HEIMA konsertirnar í Nólsoy, og so HÚSAGONGD í Sandavági. Fleiri og fleiri bygdir eru farnar at hava sínar egnu stovukonsetir.
Øll hesi tiltøkini fara fram einaferð um árið við konsertum í fleiri ymiskum húsum ein dag, har F’LJÓÐ KVØLDSETUR fara fram í einum ávísum húsum fleiri ferðir um árið, og kunnu koma fyri alt árið.
Her er eitt YouTube videobrot, sum gevur innlit í stemningin á eini F’LJÓÐ KVØLDSETU / stovukonsert, har Elin Brimheim Heinesen spælir:
GOTT FYRI BÆÐI TÓNLISTAFÓLK OG ÁHOYRARAR
Á vanligum konsertum spælir tónlistafólki á einum palli við stórari frástøðu millum seg og áhoyrararnar. Ein stovukonsert er eyðmerkt av, at áhoyrarafjøldin er nógv nærri at tónlistafólkunum við ongum – ella næstan ongum “filtri” millum gestirnar og tann, sum framførir. Tú sært hvørt andlitsbragd hjá tónleikarunum tætt við og kanst møta tónleikarunum og tosa við teir, bæði áðrenn og aftaná konsertina.
Gestirnir spæla ein sera umráðandi leiklut á hesum tiltøkunum, tí tað er ein heilt serlig uppliving hjá teimum, sum syngja og spæla tónleikin – ella lesa upp úr bókmentum – at merkja tann ans og tað uppmerksemi, sum áhoyrarnir geva tí, sum ført verður fram. Tað ger upplivingina so nógv meira sterka, og íblásturin gongur báðar vegir. Bæði tey, sum framføra og áhoyrarar hava sagt ferð eftir ferð, at tey hava sera jaligar upplivingar av hesum tiltøkum.
Áhoyrarafjøldin kennir seg at vera part av eini heilt serligari og inniligari uppliving í einum privatum heimi. Tað kennist næstan um at vera og vitja heima hjá góðum vinum. Nærleikin og hugnin, sum ein stovukonsert kann bjóða uppá, er veruliga nakað, sum festir seg í minni og verður verandi har í langa tíð.
Les meira her:
Um søguna og heitið F’LJÓÐ Stovukonsertir og Kvøldsetur
Ofta settir spurningar um F’LJÓÐ Stovukonsertir og Kvøldsetur