STAÐSETING

Hvar fara F’LJÓÐ KVØLDSETUR fram?

F’LJÓÐ KVØLDSETUR fara fram í Magnus Heinasonar gøtu 8, tætt við Vágsbotn og Vestaru Vág.

Her er eitt kort av Havnini, sum vísir nøkurlunda staðsetingina, merkt “MY HOME“:

Og eitt sindur tættari:

Finn veg frá Sverrisgøtu:

Finn hornið av Sverrisgøtu og Magnus Heinasonar gøtu (sær út sum á myndini niðri undir) – og far so oman til myrkareyða húsið við endan av gøtuni við parkeraðu bilunum.

Tað er Magnus Heinasonar gøta. Nr. 8 er beint aftanfyri myrkareyða húsið fyri endan av vegnum. Men…

… tá tú kemur oman til myrkareyða húsið, syrg fyri, at tú IKKI fert oman eftir gøtuni vinstrumegin reyða húsið, har tú sært tann hvíta bilin á myndini niðriundir, parkeraður frammanfyri eitt lítið hvítt hús (Ostahúsið).

Tú skalt, sum nevnt, IKKI fara tann vegin. Vinaliga snara til høgru ístaðin og snara beinanvegin um hornið á reyða húsinum, har tú sært eina sera smala gøtu til tína vinstru síðu.

Sjónbandið undir her vísir tær vegin til Magnus Heinasonar gøtu 8 frá tí staðnum, sum tú sært á myndini uppi yvir:

Tú finnur Magnus Heinasonar gøtu 8 – heimstaðin hjá F’LJÓÐ KVØLDSETUM – í næsta húsinum í røðini oman eftir smølu gøtuni. Tað er eitt svart hús við hvítum vindeygum og grønari úthurð:

Finn veg úr Vágsbotni:

Um tú kemur úr Vágsbotni, kanst tú fylgja hesi rutuni:

Far yvir til barrina Sirkus.

Far fram við Sirkus og niðan brekkuna.

Far niðan til trappurna í høgru síðu av vegnum.

Far niðan trappurnar og snara til høgru fyri endan av trappunum. Hygg eftir hesum stutta videobrotinum fyri at síggja, hvussu tú finnur yvir til røttu húsini:

Soleiðis! Tú hevur nú funnið adressuna: Magnus Heinasonar gøta 8, har F’LJÓÐ KVØLDSETURNAR fara fram.

This site is registered on wpml.org as a development site.