Tað er ikki hvønn dag, at nýggjur føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu. Men nú fer Elin Brimheim Heinesen at leggja fram nýggju heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð” hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen, á móttøku í Perluni leygarkvøldið 2. Desember kl. 20:00.
Jens Pauli Heinesen, sáli, ið telist millum Føroya mætastu rithøvundar, var í fjør fagnaður við stórum hátíðarhaldi og konsert í Norðurlandahúsinum á 90 ára føðingardegi sínum 12. november. Stórfingin symfoniskur tónleikur er settur út til seks av yrkingum hansara, sum Elin Brimheim Heinesen, dóttir Jens Paula, hevur tónasett. Innspælingar av hesum verkum koma nú endiliga út á heildarútgávu – bæði á fløgu og á vinylplátu, umframt á talgildum netpallum.
Útgávutiltak í Perluni leygarkvøldið
Í hesum sambandi verður:
Móttøka og hugnakvøld
í Perluni, Tórsgøta 3 í Havn
leygarkvøldið 2. desember 2023 kl. 20:0
har Elin hevur ymiskt spennandi við í skjáttuni.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Skráin er henda:
- Elin leggur fram og greiðir frá tilgongdini at skapa tær 12 skeringarnar á heildarútgávuni
- Prát við fólk, sum hava gjørt stórfingnu tónleikaverkætlanina møguliga
- Livandi tónleikur verður sjálvsagt á skránni
- Sjónbandalagið “Sóleyan” verður víst á stórskíggja
- Elin avdúkar eitt eyka jóla-yvirraskilsi!
Borðreitt er við onkrum smávegis ábiti og barrin verður opin. Harumframt ber til at ogna sær plátuna hetta kvøldið fyri serprís og við signaturi hjá Elini.
Um útgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð”
Útgávan hevur fingið heitið “Eitt dýpi av dýrari tíð” eftir fyrsta lagnum, sum Elin gjørdi til yrking hjá pápanum. Tað var fyrstu ferð at hoyra í 1988 á útgávuni NALJA Hjá Elini & Kára. Í 2002 var ein symfonisk útgáva gjørd til ein heimildarfilm hjá Gullu Øregaard um Jens Paula Heinesen.
Nú verður symfoniska útleggingin endiliga givin út á plátu í dagførdum tónablandi, saman við fimm øðrum løgum, Elin hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum.
Elin hevur eisini týtt yrkingarnar og sungið tær inn á enskum, soleiðis at tað verða 12 skeringar tilsamans á plátuni – tvs. seks løg á føroyskum, umframt tey somu seks løgini á enskum.
Fýra av innspælingunum eru gjørdar við heimskenda symfoniorkestrinum The Czech National Symphony Orchestra og kórinum Tarira, og tvær innspælingar eru gjørdar við líka so kenda City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri. Italska tónaskaldið Enzo De Rosa hevur útsett fimm av løgunum, og danska tónaskaldið, Søren Hyldgaard sáli, hevur útsett lagið “Eitt dýpi av dýrari tíð”. Elin er sangsolistur í øllum innspælingunum.
Útgávan er fíggjað umvegis hópfigging og av Betri Samtakinum, MOWI, KT-húsinum, Mentamálaráðnum, Mentanargrunni Landsins, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu, umframt av Elini sjálvari.
Meira kunning fæst frá Elini Brimheim Heinesen á tlf. 790527 / elinbrimheimheinesen@gmail.com