Gamla OSS síðan

OFTA SETTIR SPURNINGAR

(Finn prísir longri niðri)

UM KVØLDSETURNAR

Hvat er ein stovukonsert?

Les meira her: Hvat er ein stovukonsert?

Hvør er søgan handan F´LJÓÐ KVØLDSETUR og handan heitið?

Les meira her um søguna og heitið F’LJÓÐ KVØLDSETUR

Hvar fara F’LJÓÐ KVØLDSETUR fram?

F’LJÓÐ KVØLDSETUR fara fram í Magnus Heinasonar gøtu 8, tætt við Vágsbotn og Vestaru Vág.

Her er eitt kort av Havnini, sum vísir nøkurlunda staðsetingina, merkt “MY HOME“:

Og eitt sindur tættari:

Finn veg frá Sverrisgøtu:

Finn hornið av Sverrisgøtu og Magnus Heinasonar gøtu (sær út sum á myndini niðri undir) – og far so oman til myrkareyða húsið við endan av gøtuni við parkeraðu bilunum.

Tað er Magnus Heinasonar gøta. Nr. 8 er beint aftanfyri myrkareyða húsið fyri endan av vegnum. Men…

… tá tú kemur oman til myrkareyða húsið, syrg fyri, at tú IKKI fert oman eftir gøtuni vinstrumegin reyða húsið, har tú sært tann hvíta bilin á myndini niðriundir, parkeraður frammanfyri eitt lítið hvítt hús (Ostahúsið).

Tú skalt, sum nevnt, IKKI fara tann vegin. Vinaliga snara til høgru ístaðin og snara beinanvegin um hornið á reyða húsinum, har tú sært eina sera smala gøtu til tína vinstru síðu.

Sjónbandið undir her vísir tær vegin til Magnus Heinasonar gøtu 8 frá tí staðnum, sum tú sært á myndini uppi yvir:

Tú finnur Magnus Heinasonar gøtu 8 – heimstaðin hjá F’LJÓÐ KVØLDSETUM – í næsta húsinum í røðini oman eftir smølu gøtuni. Tað er eitt svart hús við hvítum vindeygum og grønari úthurð:

Hvat kann ein uppliva á eini F’LJÓÐ KVØLDSETU?

Umframt framførslu av tónleiki plagar verturin, Elin Brimheim Heinesen, eisini at lesa brot úr skaldskapinum hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen, fyri gestunum. Tað kann t.d. vera á donskum ella á enskum, alt eftir hvat mál gestirnir skilja best. Tann parturin er vanliga sera væl umtóktur. Harumframt er kaffi, te og køkur íroknað, uttan at tað kostar eyka.

Arbeiða tit við burðardygd?

Ja, vit stremba eftir at gera so umhvørvisvinalig og burðardygg tiltøk sum gjørligt. Brúka vit eingangs borðfenað, brúka vit einans vistfrøðiliga framleidd pappkrúss, papptallerkar osfr.

Hvussu nógvum gestum er pláss fyri í senn?

Pláss er fyri upp til 34 gestum. Tó hava upp til 38 gestir verið inni í senn, men tá er trongt. Ideella talið er millum 12 og 30 gestir.

Hvussu leingi varar ein F’LJÓÐ KVØLDSETA?

Ein F’LJÓÐ KVØLDSETA varar vanliga umleið hálvanannan til tveir tímar, men kann eisini vera stytri, um tað ynskist. Konsertin kann fyri so vítt byrja nær sum helst á degnum. Vanliga byrja konsertirnar kl. 20 og enda í seinasta lagi kl. 22 – íroknað ein steðg uppá 15-20 minuttir. Tónleikararnir spæla tvey sett á uml. 30-40 min. Harumtramt er upplestur úr føroyskum bókmentum, sum varar uml. 5-10 minuttir – beint aftaná steðgin, og áðrenn tónleikararnir spæla annað sett.

Hvørjir eru tónleikararnir, sum spæla?

Fyrst og fremst er tað Elin sjálv, sum syngur og spælir gittar saman við makkaranum hjá sær, Eyðun Mohr Hansen, ið spælir gittar. Tú kanst lurta eftir løgum hjá Elini á hesum Spotify playlistanum:

Um ynski er um tað, kunnu eisini aðrir føroyskir tónleikarar spæla. Tónleikarar plaga at vera beinasamir at traðka til, tá teir verða bidnir um at spæla stovukonsert. MEN summi krevja meira í samsýning, enn inntøkur eru til, so tað er ikki vist, at tað altíð ber til at fáa júst tann tónleikaran, man vil hava.

UM BÓKING

Hvussu bókar man eitt tiltak?

Vinaliga far til hesa síðina at vita hvussu tú bíleggur.

Er møguligt at bíleggja tiltøk fyri bólkar?

Vanliga verða tiltøk bíløgd til bólkar à umleið 12-30 gestir. Er bólkurin størri, kann hann býtast sundur, har skipað verður fyri tveimum konsertum sama kvøld. Ein helvt av kann t.d. eta á matstovu frá klokkan 18, meðan hin helvtin er til kvøldsetu. Og so býta tey runt klokkan 20.

Kunnu smærri bólkar / einstaklingar luttaka?

Til ber altíð at seta seg í samband við Elina fyri at hoyra, um til ber at skipa fyri stovukonsert fyri smærri bólkar – tvs. minni enn 12 fólk, sum bara gjalda meira pr. persón. (Sí partin um prísir longur niðri). So ikki ivast í at spyrja. Far vinaliga til hesa síðina og fyll út formularin,. Ella skriva beinleiðis til elinheinesen@icloud.com.

Um man ikki bíleggur eitt heilt tiltak, men bara ynskir, at nakrir fáir gestir kunnu koma at uppliva eina F’LJÓÐ KVØLDSETU, ber so til hjá hesum gestum at koma til eitt tiltak, sum longu er planlagt?

Ein kann altíð spyrja seg fyri hjá Elini, um pláss skuldi verið til longu planlagdar stovukonsertir. So spyr endiliga um tað. Far vinaliga til hesa síðina og fyll út formularin,. Ella skriva beinleiðis til elinheinesen@icloud.com.

Kann ein bíleggja tíðir, sum passa okkum best?

Ja, tað er gjørligt at bíleggja tíðir til stovukonsertir, sum hóska best til bólkin hjá einum – við tí fyrivarni, at tað ikki stríðir ímóti øðrum avtalum. Vanliga er tað besta at skipa fyri stovukonsertum um kvøldið klokkan 20. Men hevur ein eitt ynski um eina aðra tíð á degnum, ber til at gera aðra avtalu um tíð eftir ynski – við fyrivarni, sum sagt. Summar ferðaskrivstovur bíleggja tiltøk longu eitt ár frammanundan, so tað er umráðandi at bíleggja tíðliga fyri at vera vís/ur í at fáa teir dagarnar og tíðirnar, ein allarhelst vil hava.

Ber til hjá t.d. bólkum at fáa okkurt til matna annað enn kaffi, te og køkur?

Umstøðurnar hjá gestunum til at eta eru ikki tær bestu, tí lítið pláss er í stovuni – og enn minni borðpláss. Tað ber tó til at gera avtalu um, at gestirnir fáa smyrjibreyð. Men so má tað bíleggjast áðrenn, og tað kostar sjálvsagt eyka. Um man ynskir henda møguleika, er neyðugt at siga frá í seinasta lagi kl. 12.00 sama dag, sum stovukonsertin skal vera um kvøldið, so til ber at gera neyðugu fyrireikingarnar til hetta. Gestirnir mugu tá hava valt, hvat fyri smyrjibreyð, tey vilja hava, so tað kann bíleggjast og vera klárt til gestirnar, tá tey koma til stovukonsert. T.d. hevur Bitin.fo góð og spennandi smyrjibreyð í stílinum, tey rópa New Nordic Style – m.a. við røstum og turrum fiski, matgjørt á ein hátt, sum fellir í ‘smak” hjá útlendingum.

Her ber til at síggja úrvalið á bitin.fo.

UM PRÍSIR

Um eg bíleggi eina F’LJÓÐ KVØLDSETU, hvat kostar hon so?

Vanliga verður goldið pr. gest. Fyri stovukonsertir, bílagdar til bólkar, veldst um, hvussu nógvir gestir eru í bólkinum, hvat prísurin pr. gest er.

  • Eru frá 12 upp til 20 gestir er minstiprísur pr. gest 250 kr.
  • Eru millum 20 og 30 gestir, fæst avsláttur, so prísurin kemur niður á 240 kr. pr. gest.
  • Eru færri enn 12 gestir, má hvør gestur rinda tað meira, so vit náa upp á 3.000 kr. tilsamans.

Fyri at kunna skipa fyri eini stovukonsert má inntøkan í minsta lagi vera 3.000 kr, um endarnir skulu røkka saman. Upphæddin skal dekka útreiðslur til fyrreiking, samsýning til tónleikarar, innkeyp av kaffi, te og køkum, pappkrússum, -tallerkum og bestikk, brúk av streymi, reingerð og skatt.

Vil tað siga, at til ber at bóka eins F’LJÓÐ KVØLDSETU fyri bara tvey fólk t.d.?

Júst so. Tað ber væl til, um tey gjalda 1.500 kr hvør, Eisini fyri bara fýra fólk um tey gjalda 750 kr hvør. Og fyri átta fólk, um tey gjalda 375 kr hvør o.s.fr.

Verður rindað fyri tiltakið áðrenn, á staðnum ella aftaná?

Rokningar fyri bíløgd tiltøk fyri bólkar verða sendar til fyriskiparan eftir tiltakið. Einstaklingar kunnu gjalda á staðnum við reiðum peningi ella við bankaflyting. Seinni verður møguligt at rinda við Apple Pay ella Mobile Pay.

Hvat um vit mugu avlýsa? Skulu vit so gjalda?

Hevur tú bílagt eina heila F’LJÓÐ KVØLDSETU t.d. til ein bólk og avlýsir fimm gerandisdagar áðrenn konsertina, verður eingin rokning send. Verður konsertin avlýst minni enn fimm gerandisdagar áðrenn, verður rokning send uppá 1.500 kr.

MEIRA KUNNING

Hvar kann eg fáa meira kunning um F’LJÓÐ KVØLDSETUR

Í niðanfyristandandi faldara eru nógvar myndir frá F’LJÓÐ KVØLDSETUR tiltøkum og ein fullfíggjað skrá fyri eina typiska kvøldsetu:

Til ber at fáa nærri kunning um aktuell tiltøk á facebook síðuni hjá F’LJÓÐ KVØLDSETUM.

Ella á  Atgongumerkjasíðuna hjá F’LJÓÐ KVØLDSETUM.

 

This site is registered on wpml.org as a development site.