Kvinnur í tónleiki

AI generated picture

Les alla framløguna (á enskum) – trýst á hetta leinkið :

Framløga hildin á G! Festivalinum 2024: WOMEN IN MUSIC

Kynsgjógvin í tónleikaídnaðinum – Hvørjar eru avbjóðingarnar, kvinnuligir tónleikarar møta?

Framløgan er um:

  • kvinnur í tónleiki
  • kynsgjónna í tónleikaídnaðinum
  • avbjóðingarnar hjá kvinnum í tónleikaídnaðinum
  • hvat kann gerast við tað

Hvat vísa kanningarnar?

Fleiri kanningar hava kannað eftir, hvørjir seiglívaðir dupultstandardir ráða í tónleikaídnaðinum og varpa ljós á, hvussu kvinnur – hóast batar hava verið at sæð seinastu árini – ofta eru dømdar meira strangt, bæði persónliga og yrkisliga, samanborið við teirra mannligu mótpartar.

Hendan framløgan er grundað á hesar kanningar


Read more about it in this presentation (PDF-file).

Óvæntað útgáva av symfoniskum jólalag

Heilt óvæntað og ófráboðað kemur nú enn eitt symfoniskt lag út, sum Elin Brimheim Heinesen syngur. Elin hevur júst 1. december í ár givið út symfonisku heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð” við løgum, hon hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen. Men nú kemur eitt eyka symfoniskt lag aftrat, sum hon syngur, men sum eingin visti um. Hesaferð er talan um ein jólasang nevndur “Jólafriður á jørð” eftir italska tónaskaldið, Enzo De Rosa.

Elin Brimheim Heinesen hevur samstarvað við Enzo De Rosa áður um heildarútgávu sína “Eitt dýpi av dýrari tíð”. Enzo hevur gjørt nýggja jólasangin, sum eisini er innspældur við symfoniorkestri og við Elini sum sangsolisti, umframt við átta smágentum – allar um 10-11 ára gamlar – í Gentukóri Eysturskúlans, stjórnað av Joannu Johansen. Elin hevur sjálv umyrkt enska upprunatekstin til lagið.

Heiðraði sonin við jólasangi um frið á jørð

Soleiðis greiðir Enzo De Rosa frá, um hvussu lagið bleiv til: – Sonur mín, Leonardo, var borin í heim 11. november í 2011. Í sambandi við hesa gleðiligu hending spurdi eg mín góða vin og sangskrivara, Paul Oxley, um hann vildi hjálpa mær at skriva tekst til ein jólasang, eg júst hevði gjørt til nýborna sonin hjá mær fyri at hátíðarhalda føðing hansara. Málið við at skriva sangin var at varpa ljós á tað, sum eg haldi átti at verið djúpara meiningin við komandi høgtíðini. Jólini eru ein tíð, har menniskju áttu at minst til, at vit øll í veruleikanum eru sameind. Tá kavin legst á hús, býir og lond og fjalir mørkini millum okkara, eigur hetta at minna okkum á, at í veruleikanum eru hesi mørkini bara heilaspuni – nakað, sum vit hava funnið uppá bara fyri at skilja okkum sundur sum menniskju. Í veruleikanum er tað nógv meira, sum bindur okkum saman, enn tað, sum skilir okkum. Tað var tað, eg vildi siga við hesum sanginum. Eg eri sera fegin um, at Elin vildi lata sangin í føroyskan ham.

Dámar so væl føroyska málið

Í heyst gjørdi Enzo De Rosa av at gera eina symfoniska innspæling av jólasanginum við Elini sum sangsolisti. Hann spurdi hana, um hon ikki kundi skriva ein sangtekst á føroyskum, tí honum dámar so væl føroyska málið og heldur tað ljóða so væl. Sum Enzo orðar tað: – Tað ljóðar sum eitt fornt afturljóð frá fyrndini. Elin greiðir frá:

– Enzo De Rosa er ein serstakliga dugnaligur tónlistamaður og tónaskald, sum gjøgnum seinastu 40 árini hevur arbeitt við óteljandi tónleikarum og sangarum kring allan heim. So eg kenni tað sum eina stóra æru, at Enzo heitti á meg og leit mær upp í hendurnar bæði at skriva sangtekstin og syngja jólasangin, sum hann hevur gjørt til sonin hjá sær. Tað er stórt fyri meg.

Føroyskt gentukór syngur saman við Elini

Elin setti seg í samband við Joannu Johansen um at fáa Gentukór Eysturskúlans at syngja saman við sær á útgávuni. Innspælingarnar av røddum og orkestri fóru fram síðst í novembermánaða í ár. Enzo hevur sjálvur tónablandað orkesturtónleikin, meðan føroyski tónleikaframleiðarin Bárður Háberg hevur tikið upp og tónablandað røddirnar hjá Elini og gentukórinum. Orkesturparturin er innspældur av Moscow Metropolitan Session Orchestra undir leiðslu av Vladimir Podgoretsky. Og masteringina hevur Alex Gordon í Abbey Road Studios gjørt.

Hesi hava verið við í framleiðsluni av “Jólafriður á jørð”:

Tónleikur og útseting fyri symfoniorkestur: Enzo De Rosa
Føroyskur sangtekstur: Elin Brimheim Heinesen
Upprunatekstur: Paul Oxley
Orkesturupptøkur: Bow Tie Remote Recordings
Orkestur: Moscow Metropolitan Session Orchestra undir leiðslu av Vladimir Podgoretsky
Upptøkur av orkestri: Alexandr Serenko
Tónabland av orkestri: Enzo De Rosa
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Gentukór Eysturskúlans (Aleksandra Glerfoss, Anna Sára Pætursdóttir, Eyðdis Iversen, Gloria Schmidt, Jóna Bjørg Berg, Maibritt Trondesen, Mira Absalonsen og Tórgerð Lamhauge – allar 10-11 ára gamlar) undir leiðslu av Joannu Johansen.
Upptøkur og tónabland av røddum: Bárður Háberg
Mastering: Alex Gordon í Abbey Road Studios

Sangteksturin til “Jólafriður á jørð” eftir Elina Brimheim Heinesen:

1. Flykrurnar dala av himmali hátt,
sum gimsteinar glampa og dansa í nátt.
Gøturnar tómar, frystar í snjó.
Kvirra nú ræður, alt hvílir í ró,
tí at nú fjalir kavin hvørt stríð og hvørt sár,
fjalir øll landamørk, líðing og tár.
Her á jørð valdar friður,
nú vit øll halda jól.

2. Jólini breiða seg um allan heim.
Fólk smílast fegin, og øll halda gleim,
syngja av hjarta eitt blítt takkarljóð.
Tónleikur, látur, øll eru so góð,
tí nú savnast vit saman eitt bil, knýta bond,
dansa um træið so fitt hond í hond.
Her á jørð valdar friður,
nú vit øll halda jól.

3. Lalala…

Her á jørð valdar friður,
nú vit øll halda jól,
tí vit halda jól.
Tí halda vit øll nú jól.

Lagið “Jólafriður á jørð” hjá Enzo De Rosa er at finna á Spotify her:

Á Apple Music her:

Og á talgildum miðlapallum annars her:
https://distrokid.com/hyperfollow/enzoderosa2/jlafriur–jr-feat-elin-brimheim-heinesen-faroese-version

Tíðindaskriv 7. december 2023: Álopin heimasíða endurskapt

Ikki er óvanligt, at fyritøkur lemjast av at missa allar sínar dátur, tá tær vera raktar av álopum frá teldusníkum. Tøknikorrespondenturin hjá Danmarks Radio, Henrik Moltke, sigur: “Tað er ótrúliga traumatisk og hart fyri tey, tað gongur út yvir.” Føroyskar heimasíður hava eisini verið raktar av slíkum álopum, m.a. var heimasíðan hjá Elini Brimheim Heinesen (https://heinesen.fo) rakt av einum sonevndum “ransomware” álopi síðst í august í ár. Heimasíðan mátti enduskapast heilt frá grundini, og er nústani fullfíggjað aftur.

Azero Cloud á húsagang av teldusníkaálopi

Sum tað frættist í útvarpstíðindunum síðst í august í ár, bleiv danska fyritøkan Azero Cloud rakt av einum ‘ransomware’ álopi 18. august 2023, sum merkti, at fyritøkan misti næstan allar dátur á ambætarum sínum. Hetta rakti 3.700 kundar hjá fyritøkuni og teirra heimasíður, sum Azero Cloud var vertur fyri. Fyritøkan Azero Cloud varð sjálv rakt so meint, at hon fór á húsagang av hendingini. (Les meira her: https://www.dr.dk/nyheder/indland/al-data-forsvundet-i-ransomware-angreb-chili-klaus-har-mistet-alt)

Føroyskar heimasíður raktar

Eisini heimasíður hjá føroyingum vóru raktar, m.a. heimasíðan hjá Tórshavnar Manskóri og heimasíðan hjá Elini Brimheim Heinesen. Í samrøðu við útvarpið 23. august í ár greiddi Elin Brimheim Heinesen frá, hvussu hetta ávirkaði virksemi hennara, at allar dátur hjá henni brádliga vóru strikaðar. Dáturnar kundu ikki endurstovnast, tí backup-ambætararnir hjá Azero Cloud vóru eisini raktir. (Lurta her: https://kvf.fo/utvarpstidindi?sid=161775)

Elin Brimheim Heinesen noyddist at viðurkenna, at hon hevði mist alt – tvs. heimasíðu sína, sum hon hevði ment gjøgnum nógv ár frá 2008, umframt allar teldupostar frá 2005 og fram til august í ár. Har var einki annað at gera enn at finna sær annan heimasíðuvert, og síðani fara undir at endurskapa heimasíðuna frá grundini – í minsta lagi hundrað undirsíður við teksti, myndum, sjónbondum, ljóðfílum og øðrum.

Heinesen.fo endiliga endurskapt

Nú er Elin Brimheim Heinesen endiliga komin á mál við at endurskapa nýggju heimasíðu sína, ið kann síggjast her: https://heinesen.fo. Á heimasíðuni ber til at kunna seg bæði um professionellu og tónlistarligu yrkisleiðina hjá Elini, sett upp kronologiskt heilt frá barnsbeini fram til í dag við yvirliti yvir allar tónlistarligu útgávurnar hjá Elini. Umframt hetta og ymiskt annað kunnu fólk eisini kunna seg um F’LJÓÐ kvøldseturnar og stovukonsertirnar, sum Elin Brimheim Heinesen hevur skipað fyri síðani 2012, og hvussu til ber at bíleggja framførslur.


Faktaboks:
Hvat er eitt “ransomware” álop?
Ransomware er samansett av orðunum “ransom” (loysipengar) og “malware” (illviljað forrit). Ransomware álop hava til endamáls at bronglað telduskipanir og soleiðis gera tær óatkomiligar fyri eigaran av skipanini og øðrum brúkarum. Teldusníkarnir krevja hereftir pengar frá teimum raktu fyri at lata telduskipanina upp aftur. (Kelda: http://kt-trygd.fo)

Móttøka ísv. at symfoniska heildarútgávan “Eitt dýpi av dýrari tíð” kemur út

Tað er ikki hvønn dag, at nýggjur føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu. Men nú fer Elin Brimheim Heinesen at leggja fram nýggju heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð”  hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen, á móttøku í Perluni leygarkvøldið 2. Desember kl. 20:00.

Jens Pauli Heinesen, sáli, ið telist millum Føroya mætastu rithøvundar, var í fjør fagnaður við stórum hátíðarhaldi og konsert í Norðurlandahúsinum á 90 ára føðingardegi sínum 12. november. Stórfingin symfoniskur tónleikur er settur út til seks av yrkingum hansara, sum Elin Brimheim Heinesen, dóttir Jens Paula, hevur tónasett. Innspælingar av hesum verkum koma nú endiliga út á heildarútgávu – bæði á fløgu og á vinylplátu, umframt á talgildum netpallum.

Útgávutiltak í Perluni leygarkvøldið

Í hesum sambandi verður:

Móttøka og hugnakvøld
í Perluni, Tórsgøta 3 í Havn
leygarkvøldið 2. desember 2023 kl. 20:0

har Elin hevur ymiskt spennandi við í skjáttuni.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skráin er henda:

  • Elin leggur fram og greiðir frá tilgongdini at skapa tær 12 skeringarnar á heildarútgávuni
  • Prát við fólk, sum hava gjørt stórfingnu tónleikaverkætlanina møguliga
  • Livandi tónleikur verður sjálvsagt á skránni
  • Sjónbandalagið “Sóleyan” verður víst á stórskíggja
  • Elin avdúkar eitt eyka jóla-yvirraskilsi!

Borðreitt er við onkrum smávegis ábiti og barrin verður opin. Harumframt ber til at ogna sær plátuna hetta kvøldið fyri serprís og við signaturi hjá Elini.

Um útgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð”

Útgávan hevur fingið heitið “Eitt dýpi av dýrari tíð” eftir fyrsta lagnum, sum Elin gjørdi til yrking hjá pápanum. Tað var fyrstu ferð at hoyra í 1988 á útgávuni NALJA Hjá Elini & Kára. Í 2002 var ein symfonisk útgáva gjørd til ein heimildarfilm hjá Gullu Øregaard um Jens Paula Heinesen.

Nú verður symfoniska útleggingin endiliga givin út á plátu í dagførdum tónablandi, saman við fimm øðrum løgum, Elin hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum.

Elin hevur eisini týtt yrkingarnar og sungið tær inn á enskum, soleiðis at tað verða 12 skeringar tilsamans á plátuni – tvs. seks løg á føroyskum, umframt tey somu seks løgini á enskum.

Fýra av innspælingunum eru gjørdar við heimskenda symfoniorkestrinum The Czech National Symphony Orchestra og kórinum Tarira, og tvær innspælingar eru gjørdar við líka so kenda City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri. Italska tónaskaldið Enzo De Rosa hevur útsett fimm av løgunum, og danska tónaskaldið, Søren Hyldgaard sáli, hevur útsett lagið “Eitt dýpi av dýrari tíð”. Elin er sangsolistur í øllum innspælingunum.

Útgávan er fíggjað umvegis hópfigging og av Betri Samtakinum, MOWI, KT-húsinum, Mentamálaráðnum, Mentanargrunni Landsins, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu, umframt av Elini sjálvari.

Meira kunning fæst frá Elini Brimheim Heinesen á tlf. 790527 / elinbrimheimheinesen@gmail.com

NÝGGJ HEILDARÚTGÁVA Á VEG: EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ / A CHASM OF PRECIOUS TIME

Elin Brimheim Heinesen, dóttir rithøvundin Jens Paula Heinesen, hevur sett tónleik til seks av yrkingum hansara. Stórfingin symfoniskur tónleikur er settur út fyri tey seks løgini av tí einastandandi italska tónaskaldinum Enzo De Rosa.

Upptøkur eru gjørdar í Prag í Tjekkínum av tónleikaverkunum við tveimum heimskendum tjekkiskum symfoniorkestrum, umframt í Havn við kórunum Tarira og Tórshavnar Manskóri og við Elini sum sangsolisti, og eisini í Kanada við Enzo De Rosa á flygli.

Hesar upptøkur verða nú endiliga givnar út á heildarútgávu – bæði sum fløga og LP-pláta, umframt á talgildum miðlapallum: fríggjadagin 1. december 2023.

Elin hevur eisini týtt yrkingarnar til enskt og hevur innsungið tey seks løgini á enskum eisini. Sostatt eru 12 skeringar á heildarútgávuni – seks løg á føroyskum og tey somu seks løgini á enskum.

LURTA EFTIR ÚTGÁVUNI HER:

https://bfan.link/eitt-dypi-av-dyrari-tid

BÍLEGG ÚTGÁVUNA HER:

https://www.tutlrecords.com/product/eitt-dypi-av-dyrari-tid-elin-brimheim-heinesen/

Mín heimasíða var rakt av teldusníkum og verður endurskapt í løtuni

Felagið, sum var var vertur fyri mína gomlu heimasíðu, bleiv rakt av einum ‘ransomware’ álopi 18. august 2023, sum merkti, at tey mistu næstan øll dáta á ambætarum teirra, sum aftur ávirkaði um 3.700 heimasíður, sum tey vóru vertir fyri – m.a. mína heimasíðu!

Øll míni dáta vóru strikað og kundu IKKI endurstovnast, tíverri, tí backup ambætararnir hjá vertunum vóru eisini raktir av onkrari orsøk.

So nú standi eg her, rættiliga ørkymlað av at noyðast at viðurkenna, at eg havi mist mína heimasíðu, sum eg havi ment gjøgnum nógv, nógv ár. Fyri at vera meira neyv, frá 2008 og fram til nú. Allir mínir teldupostar frá hesum sama tíðarskeiði eru eisini burtur.

Eg eri nú flutt yvir til ein annan heimasíðuvert, og eri í ferð við at enduruppbyggja mína heimasíðu – frá grundini. Tað fer at taka tíð, tí har vóru í minsta lagi hundrað síður við teksti, myndum, sjónbondum, ljóðfílum og øðrum, so tað verður eitt risa arbeiði at koma aftur á slóðina. So ber yvir við mær, so leingi sum tað tekur at endurskapa mína heimasíðu.

Vinaliga
Elin Brimheim Heinesen

P.S. Bert eitt hugskot: Meðan tú bíðar, ert tú vælkomin at brúka eitt sindur av tíð til at lurta eftir heildarútgávu míni “Handan stjørnurnar”:

 

This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.